Skip to main content

Analog avrik á veggin

Í Smiðjuni í Lítluvík sýna seks fólk úr Myndafelagnum Fokus fram í hesum døgum. Opið er til í morgin, týsdag klokkan 18, tá tey taka framsýningina niður. Tað fyrsta eg leggi til merkis er, at góða gamla analoga tøknin og prentaðu pappírsmyndirnar, sum eru settar í rammu, er, um enn ikki einaráðandi, so ikki heilt trokað burtur av talgildu tøkini, vit øll hava í lummanum á telefonini.

Formaðurin, Oddfríður, sum skeinkir kaffi og bjóðar smákøkur, hevur verið í Malaga á páskum og dyrkað sjangruna street photography, at ferðast, eygleiða og candidly, tað er uttan fyrireikandi ætlan, tikið myndir á staðnum, so hvørt hann sær eitt motiv. Til endamálið brúkar Oddfríður eitt Richo og eitt Fuji kamera. Prentaðu svørthvítu myndirnar frá páskaferðini í Malaga hevur hann sett á hvíta veggin, sum er beint fyri, tá tú kemur inn, og lagt hinar á tveir kassar niðriundir.

Óli, sum eg fekk at posera við hundinum, er næstformaður í felagnum og hevur fimm innrammaðar myndir, har eina er av Amtmansgarðinum í Havn.

Mynd nummar eitt, tá tú kemur inn, er verk eftir Hera Samuelsen úr Miðvági. Hann hevur tilsamans sjey fotomyndir, hann sjálvur hevur framkallað, pressað, estetiserað og endaliga innrammað. Kamera er Agfa og heitini eru Analog frá eitt til sjey. Hugvekjandi at síggja analog avrik.

Tvær fotomyndir knýta seg til filmsupptøkur úti í Fugloy í sambandi við danska filmin hjá Tea Lindeburg um Kópakonuna. Tað eru Jórun og Jacobina, sum hava tikið, og heitini eru Alt forferst og Hús, har fyrra myndin, hon hjá Jórun, er partur av og sæst aftur í túninum við høgra húsahorn á myndini hjá Jórun. Tær hava báðar medvirkað í filmsupptøkunum.

Kristinn Hentze hevur veriða á íslendska Suðurlandinum og tikið sjey myndir, har henda, Vestahorn 2, er spennandi, fyrst og fremst av stórbæru speglingini, men eisini fjarasta strandarlinjan undir fjøllunum, har øll fólkini, í hvør sínum litríka jakka, øll somul standa sum á linju. Ein elegant effekt í stóru náttúruni.

Myndafelagið Fokus varð stovnað í 2009 og hevur havt framsýningar á hvørjum árið síðan 2013. Øll fotoáhugað kunnu gerast limir. Tey halda til í skúlanum á Fløtum og savnast til fotoprát og fotoferðir kring oyggjarnar, vanliga eina ferð um mánaðin. Facebook er pallurin, tey samskifta á. Studioutgerð, sum frítt knn brúkast, er á skúlanum, har tey hittast.

Comments