Skip to main content

At lesa bløðini á netinum

Erhard Jacobsen, landsbókavørður, og Bjørn Kalsø, landstýrismaður við mentamálum, tendra tíðarrit.fo, so øll kunnu lesa bløðini á egnari teldu, á móðurmálsdegnum í 2015

Javnan gongur upp fyri mær, hvussu lítil pondus, tign og sómi, er í mentan. Nú er tað savnið við føroyskum bløðum, sum eftir blaðdeyðan, skal dragast gjøgnum ein deyða afturat, hin talgilda deyðan, sum higartil hevur lyft bløðini inn í hvørja føroyska stovu.

Á móðurmálsdegnum í 2015, tá skipanin alment varð tikin í brúk, skrivaði eg henda blogg, har fleiri siga frá um nyttuna í skipanini. Og hon er ikki minni í dag, nyttan at sleppa at lesa føroysku bløðini. Og uppaftur størri hevði hon verið, um mentapolitikarar kundu tikið stig til at menna skipanina, so hon kundi leitað enn betri, og støðugt verið útbygd, eisini eftir aldarskiftið, í samstarvi við bløðini, sum árini gingu. Hetta eiga avvarandi mentapolitikarar at taka til sín og síggja til, tjóðini at frama, at hon ikki dettur niðurfyri, skipanin.

- Tøkniligi pallurin, sum tidarrit.fo liggur á, verður tíverri niðurlagdur. Atgongd verður framyvir umvegis eina aðra skipan, men fyribils einans inni á Landsbókasavninum. Sostatt fer tað ikki at bera til, at sita heima við telduna og leita í gomlu føroysku bløðunum. Hetta hava fleiri annars havt stóra gleði av síðani skipanin kom fyri nøkrum árum síðani. Soleiðis ljóða fremstu og ovastu tíðindi á breddanum hjá Landsbókasavnið.

Í dag kundi ein spurt, um royndir hava verið gjørdar at spyrja føroyskar KT-veitarar um pallurin kann yvirtakast, ella um ein tíðaravmarkað millumloysn kann finnast.

Skipanin, sum er norsk-svensk, eitir Retriever og er í dag løgd saman við danska Infomedia. So her er eitt klokkuklárt norðurlendskt mál at loysa hjá okkara kosnu fólkum í almennum norðurlendskum høpi.

 Í tí anda seti eg inn leinkið til bloggin frá móðurmálsdegnumí 2015, tá skipanin varð tikin í brúk.

Comments