Skip to main content

Nýggjur politiskur flokkur stovnaður


Pesach flokkurin, sum hevur verið undir stovnan í eina tíð, og er í dag endaliga stovnaður við 11.000 undirskriftum. 

Í dag byrjar jødiska høgtíðin pesach, sum kann berast saman við okkara páskahøgtíð. 

- Tí er hóskandi at lýsa okkara nýstovnaða flokk í dag, sigur talskvinnan, sum á middegi fer at kalla inn til tíðindafund á Tinghúsvøllinum. 

Setanarrøða verður stroymd av ísraelsku sendustovuni, til áhoyrarar á vøllinum frammanfyri tinghúsið, har veittrað verður við ísraelska flagginum til sólsetur. 

- Tað er eingin loyna, at viðhaldsfólk Ísraels eru mong og standa saman í øllum í Føroyum, nú vit stovna Pesach flokkin. Tí er hetta eitt bønarsvar, sigur talskvinnan á stovningardegnum. 

Eftir sendifólkið í Ísrael, fara Ísraelsvinir og hebráiska brøðralagið at røða, og at enda fáa viðhaldsfólk hjá palestinum í miðeysturi orðið, at siga frá um nýggju lógina í Knesset um rættin at flyta palestinar fram í herligheitina.

Comments