Skip to main content

Ársveitsla H71 9 mai 2026

Hoyvíkshøllin – her havi eg ikki verið fyrr. Hvørki til hondbólt ella konsert, sum galt tað lív ella deyð, sum vit sungu fyrsta mai. So takk fyri innbjóðing og enntá borðreiðing her uppi, næstan í haganum. Nú eri eg uttangarðs. Uttanfyri biografin, hin einasta í landinum, og allar ringvegir - og dygst við ein kirkjuleysan kirkjugarð.

Og til mítt bestyrtilsið, sum hondbóltsdómarin Hans Holm plagdi at taka til, so fái eg beint tá, eg segði ja til at bera fram hesi orð, at vita frá einum vini, sum fæst við digitala orðabókagerð, at orðið hoyvíkingur er ikki til í føroysku orðabókini. Tað er bara í fleirtalsforminum, hoyvíkingar, at tað er til. Hugvekjandi, sigandi og kollektivt, sum einki annað eg havi rent meg í.

Men, tit menn og tit kvinnur, eg eri blivin fubbaður, offur fyri eini vittigheit.

Orðabókagerðarin, hann sum hevur humor eins og tit, at bjóða mær her í kvøld, sigur, at tey altíð ganga í hópi, hoyvíkingar. Onkur vil vera við, at tey næstan gerast vanlig fólk, um tey hendingaferð verða sædd ein og ein. Hetta er orðabókaarbeiðið, next level, málvísind og sosiologi í einum, hvørt tú so ert í Neistanum ella Kyndli, sigur hann. Og eg havi hug at leggja EB afturat úr míni gomlu heimbygd, og enska Millwall, sum eg enn gleði meg til einaferð at síggja á enskum heimavølli.

Kanska krevur tað eina skál – fyri hoyvíkingum, sum í orðabókunum faktiskt bara eru í eintali – og nú frá mær og orðabókini hava fingið avbjóðingina at hugsa ein eksistens í fleirtali og har at skapa ein burðardyggan tulkingarfelagsskap.

Men hinvegin, konan, hon hevur spælt hondbólt við Neistanum og fótbólt í bestu deild í B36. So er tað líkasum svart uppá hvítt í teim bonaðu tempulhallum.

Men í teim litríkaru hálvfjerðsunum var tað skjótt at eg pilkaði hondbóltin og ítróttin úr henni, var hon skjót at siga, tá eg varð uppringdur og spurdur, um at halda talu til ársveitsluna hjá tykkum her í H71.

Takk fyri heiðurin. Og fyri at tit bevísiliga hava humor. Og so leingi tað er humor, er tað lív.  

Men fara vit eitt rend aftur til litríku hálvfjerðsini, so var tað Jazzfelagið hjá Kristian Blak í Perluni, sum úr Tórshavnar uttanbýggja kommunu, Hoydølum, har eg tá búði, vann á ítróttinum hjá konuni. Ella ítróttini, sum Árni Dahl, mín lærari og skribentur í Dimmu, segði. Ítróttin, sum í kvennkyni. Men eftir stendur, at einaferð var eg hoyvíkingur. Á dreingjakostdeildini í Hoydølum.

Tulkingarfelagsskapir koma og fara.

Og tá mín starvsfelagi í seytjan ár, Rói, helst tann hoyvíkingur, sum kortini er vestmenningur við stóra V, eg kenni best, spyr meg, um eg nakrantíð havi sæð ein hondbóltsdyst, so má eg, eftir at hava summað meg eina løtu, siga jú, fyrst og fremst á Eiði.

Akkurát samstundis sum eg fekk áhuga fyri myndatøku, tá eg í 1973 arbeiddi í Auto, og fekk ráð til at keypa eitt kamera og eina knallert fyri tvær mánaðarlønir. Um tað veruliga var slætti nalvin, sum kom undan og avdúkaði tað ærbara, ið kveikti mína estetisku foto- og myndainteressu, skal eg lata verða ósagt - men hond í hond við visuella áhugan, kom áhugin fyri tí fysiskt slagferdiga og avriksmerkta, sum ofta var í leysum lofti í hesi ítrótt, og so tí listarliga innikapslaða, í henhold til skiftandi listarák frá serliga popp-art-monnum sum Warhol og Rauschenberg.

Í spenningsfeltinum millum tað sjónliga ærbara og tað dannilsismessiga óuppnáiliga, kemur fascinatiónin og drívmegin at skapa úrslit, sum eru so sjónlig, at tú kanst halda teimum í hondini. Prentaðar myndir ella stoyptir steypar.

Tað síggi eg sum uppgávuna, hvørjum tú so heppar eftir. Og at forvalta ta uppgávuna, umsita hana og foredla hana. Í einum felagsskapi, sum at síggja til er eintýðugur í sosiologiskum ljósi, men innan ífrá er so nógv annað.

Í hesum fascinatiónsgloppi leiddi ein annar hoyvíkingur, Petur Zachariasen – mína lívsleið inn í Filmsfelagið. Í 1989 kundu vit mynstra við 1200 limum, tá fyrsti føroyski filmur í spælifilmslongd, Atlantic Rhapsody, hjá Katrin Ottarsdóttir, bleiv til í allramanna eygum á filmstevnu við øllum teim norðurlendsku filmsinstituttunum í Norðurlandahúsinum, og við 130 útlendskum gestum, og heimsins fremsta filmsummælara, Derek Malcolm, á the Guardian fremst fyri.

Fyri fjøruti árum síðan var Filmsfelagið heilt vist tað størsta áhugafelag uttan fyri skipaðu ítróttina. 1200 limir. Og har bleiv eg verandi. Ein lívslangur áhugi, sum enn er so mikið við sítt fríska lív, at eg verið boðin higar í kvøld.

Eftir at hava havt 13 biografar í landinum, er EIN eftir í dag, Havnar Bio, har vit vísa film hvørt mikukvøld í árinum. Síðsta mikudag ein umhvørvisfilm um veðurlagsbroytingar, har vit eiga eina partin, og Ingilín Strøm er við – á føroyskum – frammanfyri kamera hjá Rógva Rasmussen, og komandi mikudag ein spildurnýggjan eysturevropeiskan stórfilm, Franz, um Franz Kafka, sum aftur leiðir tankarnar til enn ein hoyvíksing - sum tá Filmsfelagið kom fram mitt í 80'unum - lat okkum vita í frankeraðum post-sendum myndugleika brævi, at um vit halda fram at vísa filmar sum Life of Brian hjá Monthy Python og Last Temptation of Christ, so má almenna Filmseftirlitið taka tykkara virksemi upp til nýggja viðgerð.

Saman við Paula í Sjónleikarhúsinum hildu vit fram við okkara virksemi, uttan høll sum hesa, uttan almennan stuðul, uttan at selja okkara sjónligheit til forfengiligar politikarar. Og tað gera vit enn ikki.

Men nú er bara EIN biografur eftir, og saman við mentanarligu fyrisitingini í somu kommunu skifta vit enn – í besta forstáilsi – orð um eina framtíð, har vit og kommunan, eru samd um at varðveita seinasta upplivingarrúmið, sum er hitt rætta at síggja film í, men sum Klubbin í miðbýnum frá 1799 eigur, og sum er í so ringum standi og yvirhøvur ikki atkomuligt fyri rørslutarnaði enn minni í brunahøpi, og at staðið, beint yvir av Tinghúsinum, tað á Vaglinum altso, hvørja løtu kann loysna úr tí nógv umrødda klæna tráðnum.

Men kanska er tað galdandi fyri mentan í Føroyum. At hon hongur í einum klønum tráð. At tað er hennara treytaða tilvera.

Tí hvat ger Mentanarnevndin hjá Løgtinginum eftir uppskoti frá seinasta landstýrisfólki við mentamálum? 

Hon skjýtur upp, at Mentanarnevndin strikar orðið biografur úr føroyskum lógarsmíðið, í staðin fyri at friðhalga og framtíðartryggja biografupplivingina fyri føroyingum nú og komandi. Sum heilir ES stovnar mala til.

Gudviti, hvør skrivstovukrakkur í Mentamálaráðnum hevur givið henni tað uppskot.

Hyggja vit í samgonguskjalið, har Tjóðveldi er dømti úti í fýra ár, sæst í kapitlinum Mentan, at málið skal styrkjast, tilfar til børn skal raðfestast, teknmál skal styrkjast, listin skal stuðlast, øll skulu sleppa í musikkskúla og kirkjur skulu kunna umvælast. Men so hendir nakað spesifikt á mentanarpallinum, sum er fíggjaður við okkara allra skattakrónum: Í tveimum teimum seinastu reglunum í Samgonguskjalinum verður farið so spesifikt eftir skrivstovum, at tað verður í mínum eygum absurd og ikki sørt óbehagiligt: ÍSF skrivstovan, sum allareiða fær 20 milliónir undir heitinum mentan, skal nú fáa góðar umstøður, og føroyska IOC umboðanin eisini. Hvat tað merkir í krónum og oyrum, og hvar tað skal takast frá á mentanarøkinum, veit eg ikki.

Sum er fær Mentanargrunnurin til sítt breiða árliga virksemið, 6 milliónir, og samlaða mentaupphæddin til føroyska filmsgerð er eisini skallutar 6 milliónir. Hvat er tað millum vinir? Svarið kunnu vit sjálvi framteinkja alt eftir observansi.

Tí hartil eru vit komin, bara tí, vit ikki eita HSF, FSF ella ÍSF. Soleiðis er tað og eg fari ikki at kommentera forskelsbehandlingina, hvør eigur mentanina og fer við pengunum í mentakapitlinum, ella orsøkina til hana í sama landi. Nú skulu vit sum tað nýggjasta og eins bombastiskt eisini hava eina kommunalt bygda og skattafíggjaða fótbóltshøll afturat Tjarnum her uppi. Og Oyggjaleikir skulu umframt 15 millónir av skattamentakontuni nú hava 1500 frívilligar og óløntar skattagjaldarar at hjálpa sær. Tað er líkasum eitt logistiskt kunstgreb, vert ein góðan film.

Men filmur niðri í gamla og rættuliga slum-kenda miðbýnum, síðan Gunnar Hoydal fór frá, er kortini mítt fascinatiónsobjekt nummar eitt, hóast tað har sæst best, hvussu nógv Havnin er umlopin í øllum landinum, nú vallir í fleirsifraða milliónaklassanum verða sum flakvirki úti um landið. Absurditetir um, hvussu ymiskt ymsir áhugabólkar vera viðfarnir í hesum fólkaræðisliga og tó fremmandgjørda landi, nú næsti filmur er um Kafka.

Men eisini filmur um ítróttastjørnur. Zlatan og Maradona, ja og Jørn Leth. Tí alt snýr seg um, at finna eitt svar uppá spurningin um, hvat kanst tú rótfesta tína tilveru í? Hvat gevur meining í tínum lívi? Hvat gevur meining á tínum staði? Hvat skapar tann tulkingarfelagsskap, tú og tíni ganga inn í? Hvat skal til, fyri at lofta tí flogi, og hvat ger av, hvagar uppdriftin leiðir teg í tínum tulkingarfelagsskapi?

Og har má eg nevna ítróttaforsprákaran, læknan, flakavirkisstovnaran og politikaran, Petur Reinert og Dansistovuna hjá EB á Eiði, har eg eisini upplivdi Geytan vísa film. Men Petur Reinert, sum hevði sjónvarp og u-matic video bandupptakar við til Eiðis eftir at hava búð í Danmark, vísti okkum, sum vóru vaksin upp púra uttan sjónvarp, filmar um ungarska Puskás og niðurlendska Johan Cruijff. Tað var okkara fótbóltsskúli.

Ein lítil neisti, sum festi í tankan um, og hugin til at møtast í tulkingarfelagsskapum.

Vildi ynskt at eg kundi sagt við "okkara" áræði, at skapa tulkingarfelagsskappir, men hartil eru vit ikki komin enn.

Áræðið er enn bara tykkara. Jákup Símun, Høgni, Petur Even og tit. Og tær tríggjar kvinnurnar, sum endurreistu H71 mitt í nullunum: Sunnvá, Anna, sum framvegis er forkvinna, og Gunn. Og teir ungu hoyvíkinarnar á landsliðnum, Elias, Hákun, Óli og Jana.

Tit eru fyrimyndarliga undangongumyndin hjá okkum, sum alt okkara lív – og enn – billa okkum inn, at vit politiskt einaferð fáa eini mentanarhús, vit kunnu mála og ganga uttan um, og hava biograf í kjallaranum og eina rock senu onkustaðni í húsinum, har Coldplay, skattafíggjað og uttan útbjóðing ella avbjóðing, kundi spælt When I Ruled The World sum onganting. Á okkara senu.

Hugsið tykkum eitt altjóða gjøgnumbrot í føroyskari filmsgerð, parallelt við eitt altjóða gjøgnumbrot í hondbólti, sum - hondina á hjartað - er synonymt við H71. Tit, sum her inni eru, eru vøggan og bulurin í hondbóltsgjøgnumbrotinum seinnu árini.

Við støði í tí veruleika, at einaferð búði eg í Hoyvík, í gulu dreingjakostdeildini, tá Queen komu fram við Bohemian Rhapsody, og tað at fólk úr øllum Føroyum seinastu árini hava búleikast í Hoyvík, og hava bygt tykkum upp, vísir eisini, at tað hendir nakað, tá ið føroyingar sleppa øllum sundurlyndi, og velja at standa saman.

Men enn ganga tit sum sagt undan. Og tað gera tit fyrimyndarliga einsamøll.

So fyrimyndarliga, at eg síggi móti tí degi, tá tit, hoyvíkingar í fleirtali, fara at yvirhála klaksvíkingar í fólkatali. Tá skal Hoyvík skrivast við feitari stavum enn Klaksvík. Tí tá verður Hoyvík næststørsti staður í landinum. Og tað fer at síggjast aftur við typografi á nýggja Føroyakortinum.

Við Hoydølum og nýggja borgaraskapinum, sum tá, fyri 50 árum síðani, fekk navnið Snob Hill, eru tit í Hoyvík maktsterkasti silent majority – sum onkur heldur vera ikki so silent kortini. Brúkið tað maktina skilvíst, tí enn er tykkara momentum ein veruleiki. Men eisini tað rennir út, sum unga Bjørg segði í morgun. Ungdómurin rýmir. Lat okkum steðga tí og taka í rótina, sum yngsta tingkvinna í søguni segði í Útvarpinum í morgun.

Skál - og lat okkum reisast fyri hoyvíkingum, sum hava áræðið, úrslitini, hallirnar, politikaratekkið - so pengamenn ganga undan, sum Jóhannes doyparin í Bíbilsøguni, at greiða gøtuna, og vísa okkum á, at til ber at hugsa eina føroyska natión, hóast hon ikki er á nøkrum kortið eg kenni enn. Men takk fyri tann tankan, takk fyri intentiónina og takk fyri møguleikan fyrstu ferð at sleppa í ball hjá tykkum í Hoyvík!

Til lukku við teim 55!

Viva la vida - Cold Play

Comments