Á middegi í dag bjóðaði Ana Bassie italskar trøflur afturvið eggjakaku og einum portugiskum tekrússi við mintu, sitrón og ingifer. Tær havi eg ikki smakka áður, trøflurnar.
Eg skeri, ella telgi, tær niður yvir eggjakøkuna og leggi so nakrar skivur omaná, sigur hon. Smakkurin er av jørð, nøtum og soppum. Marknaðarprísin á trøflum tosa vit ikki um.
Ana er úr Portugal, og hevur búð í Føroyum í fleiri ár. Manninum, Jon Simonsen, sum er úr Hoyvík, møtti hon í Abidjan. Foreldur hennara eru úr Kongo í Afrika og býnum Aveiro har norðuri í Portugal.
Moss er eyðkendur við havnalagið, tí matstovnan er inni í
einum blómuhandli, Árstíðirnar. Her kanst tú ganga millum blómurnar, hyggja og
taka til tín angan, og bráddliga finna eitt nýtt matstovuborð í einum nýggjum
króki, runt ella fýrakantað, stórt ella lítið, meðan rútmiskur tónleikur floymir
út í rúmið.
Prísurin fyri tvey er 510 krónur.





Comments