Skip to main content

Hvussu vilja vit hava Føroyar at síggja út?

Í morgun kom eitt ferðamannaskip uttan av havi inn í Nólsoyarfjørð millum Stong og Eystnes. Vessel Finder kann siga mær alt um skipið, stødd, heimstað og byggiár. Men tað, sum eg hefti meg við, var tokan, sum legði seg um skipið, so skjótt tað kom undir land. 

Úti á fjørðinum var klárt.


Umframt at ilskast inn á mista myndamøguleikan, har eg sat við kaffi á terassuni, kom eg í tankar um vitlíki, og gjørdi av at taka eina tokumynd av ferðamannaskipinum púra laiv, sum sýnið var hesa kaffiløtu í morgun, meðan Skratsj surrar í svassinum, og geva Copilot fesku Føroyamyndina, og gera hana klára og litsterka. 

Úrslitið er ovast og veruleikin er niðast. 

Við hesum lítla myndaátaki grundaði eg eina løtu yvir, hvussu fremmanda ferðafólkið umborð á risareikskipinum man síggja Føroyar. 

Tær eru nú nokso flottar kulissur, hasar Føroyar. Í hvussu er í Disneyeygum, sum sæst ovast. 

Men tað veit eg einki kvalitativt at siga um, tí eg, mótvegis nokk so nógvum øðrum, havi ongantíð verið ferðafólk við útlendskum eygum í mínum egna lítla heimlandi, har bara eitt eksotiskt fátal búgva. 

So er kaffi. Nýmalið Mövenpick Crema, sum ikki er á Keypsportalinum. Væl gagnist.

Comments