Skip to main content

Javnvág í Varðabyrgi

Veggjamálarin Artez er úr milliónabýnum Beograd, sum er høvuðsstaður í Serbia. - Hevði eg búð her, so hevði eg kent øll og vita allar søgur um øll, sigur hann smílandi, meðan hann riggar av eftir sætta lagið av máling.

Motivið er ein kvinna, sum í stórari stødd, 60 fermetrar, balanserar. Tað er eitt av hansara eyðkennum, síggi eg á heimasíðuni. Javnvág og balansi. Vit tosa um tilfar, sambond og um víðagitna Smug í Glasgow, sum hann hevur arbeitt saman við.

Eitt felags eyðkenni fyri veggjamálarar er, at skapa eitt vindeyga, hol ella eyga, sum sær gjøgnum betongið. Á heimasíðuni sigur Artez "I am a globally recognized muralist known for my large-scale murals that blend vibrant imagery with narrative depth. With over 20 years of experience, I have completed hundreds of public artworks across Europe, Asia, and South America."

Føroyska málningin í Havn hevur Artez gjørt á veggin ovast í Varðabyrgi 11, hjá Jónhild og Tóri Johannessen, í samráð við Hergeir Staksberg fyri We Need Art. Articon stuðlaði við lyftu og Fróði við máling.

Nú fer Artez at ferðast í Føroyum í eina viku. Í tjúgu ár hevur hann gjørt veggjamálningar í stórum skala. Samstundis fer italski Edoardo Ettorre at gera ein veggjamálning í Geilini uppi í Kolli á Eiði.

Comments