Skip to main content

Mentanarligt kurteisi

Cadeau til samkomurnar í Havn. Cadeau, kurteislig vinagerð, sum franska orðabókin sigur um gávu og tinganest, ið nú kemur miðbýðarborgaranum til góða frá samkomuni City Church. 

Eftir brunaskaða, og í kjalarvørrinum á Lívdini uppi í Hoyvík, har skjótast vaksandi búseting er í landinum, fer miðbýðarkirkjan at endurreisa samkomuhølið og skapa bestu tónleikauppliving fyri 400-500 fólk, sigur Tom Jacobsen, sum er pastorur, nú bygt verður nýtt, upp at næsta granna, sum er størsta spæliplássi í býnum. Spælipláss av tí slagnum, sum orðabókin gevur børnum og barnafamiljum, og sum á enskum verður kallað playground.

Cadeau.

Samstundis er forfallið í privatu Klubbabygningunum totalt, og kommunan fer eftir filmiskan biograffyrispurning, kanska um tíggju ár at hyggja uppá Bacalao sum møguliga íløgu til ein biografsýningarmøguleika, hin seinasta í landinum. Eitt visuelt upplivingarrúm, ið nær sum helst kann gleppa okkum, ið ganga í góða men seinasta biografin, av hondum. Tíggju ár.

Tjóðpallin, sum enn ikki fyllir, og Sjónleikarhúsið, sum fyllir hundrað, lata vit liggja á hesum sinni, eisini Norðurlandahúsið, sum liggur uttanfyri ringvegin og nú eigur at nýdefinera sína støðu, sum varð skapt í 1983.

- Býurin veksur alsamt, og allir høvuðsstaðir hava brúk fyri fjølbroyttum virksemi og tilboðum og ikki minst í miðbýnum. Og tað er har City Church er, mitt í hjartanum á býnum. City Church ynskir áhaldandi at vera ein viðspælari í býnum, og tí ynskja vit eisini at byggja ein tíðarhóskandi bygning, sum kann rúma øllum virkseminum hjá samkomuni og eisini meira enn tað, sigur Tom Jacobsen.

- Vit ynskja ein bygning, sum kann húsa bæði stórum konsertum og fyrilestrum. Vit fara eisini at hava ein nútímans stóran køk, sum millum annað stuðlar uppundir virksemið við City Meal, har vit í vetrarhálvuni bjóða ókeypis máltíðir til barnafamiljur ein dag um vikuna. Vit liggja beint upp at Grasagarði og ynskja at opna dyrnar, so at samspælið kann gerast enn størri. Ætlanin er eisini at leiga hølini út til mentunarlig og almenn tiltøk, so lív er í bygninginum flestu dagarnar í árinum. Tað skal merkjast, at lív er í miðbýnum og at City Church er ein viðspælari í býnum, sigur Tom Jacobsen, pastorur í City Church.

Nú tað er vorðið eitt staðfest faktum, at mentan er eitt no go, sum úr enskum merkir vónleyst og ógjørligt, bæði á kommunalum og landspolitiskum palli, er tað eine plausible Erklärung, sum týska orðabókin sigur, tá onkur, úr veruliga lívinum og kringumstøðunum sjálvvaldur tekur eina sosiala ábyrgd uppá seg, a social responsibility, sum fólkaræðisliga maktin ikki tekur til sín og ongan áhuga hevur fyri. Hvørki kommunalt ella landspolitiskt.

Takk fái samkomurnar fyri tað. At sýna social responsibility.

Meðan skattafíggjaði latan-sum-um-mentanar-áhugin hervið er lýstur deyður og gingin av verðini, vísa tit í City Church ikki bara áhuga, men taka ábyrgd, og byggja okkum upplivingarrúm til konsertir og tiltøk. Takk fyri at ganga undan, fyrst Lívdin og nú eisini City Church.

Haldi ikki tað er at geva steinar fyri breyð, ella innantómt undirhald til trúgva kirkjufólkið, sum ein, ið gekk framvið helt, men heldur at orðini verða hold, sum sagt verður á bíbilskt-abstraktum máli hjá Markus um Johannes doyparan, ið ikki bara skal gera klárt framman undan, men eisini laga gøtur og tún til hin komandi: "Líkasum skrivað er hjá Jesaja profeti: «Sí, eg sendi út sendisvein mín framman undan tær; hann skal búgva út veg tín. Røddin á einum, ið rópar í oyðimørk: «Ruddið veg Harrans, beinar gerið leiðir hans!»"

Enn einaferð takk fyri at tit í fyrsta lagi hava eyga fyri og fatan av mentan í funktión, nú Havnin sum politiskt eind er fallin og dottin niðurímillum á mentanarøkinum, har sjálvstýrarin ræður, tí mentan er ikki mál, ið tryggjar mandigum politikarum av báðum kynum makt og mæti. Slettis ikki. Mentan gevur ikki afturval. Tí hava vit ongan mentapolitikara. Tað er einki føroyskt veiggj í henni, mentanini, tá um atkvøður ræður.

Hóast ikki doyptur til nakra samkomu, vil eg siga tykkum takk fyri, at tit eisini seta trúnna á mentan og mentanarliga savningarmegi mitt í býnum. Tað er sum ein endurburður av trýss ára gomlu Hymnofon plátuni hjá Sangbrøðrum: "Lýs upp, har Gud tín setti teg!"

Comments