Skip to main content

Mín kurator listi

Tað er okkurt stuttligt við at sleppa at kuratera ein playlista í Útvarpinum. Spæla musikk og plátur meðan øll lurta. Gera eina byrjan, eina miðleingju og so ein enda, akkurát sum tá vit lærdu at skriva stíl. Í ein tíma. At halda tíðini fastari, so hon stendur still, at bestamma tað, sum øll skulu lurta eftir í einum rúmi, har einki annað er at lurta eftir. Nakað sum at hyggja eftir Portugal og Ronaldo, sum spæla fótbólt móti Kongo. Tú ert fangaður í eini boblu av ongum á einari kanal, har einki annað er at síggja. Ein zombie í ongamannalandi í djúpasta Afrika, til ein rættir tær hondina og sigur Doktor Livingstone I presume? Kanska er kortini nakað uppliftandi og nýskapandi við at prika hol á summarbobluna við nettup at gera ein ómælandi playlista frá byrjan til enda, tá alt kemur til alt. Avbjóðingin er bara, at tað er sum at skera í reytt tjúkksaftað sjele. Tað víkir og glíður undan, og so hvørt tær lukkast at fáa ein bita, um man kann kalla munnberingina so, og lyftan hann upp á skeiðina, so er hann slúktur og burtur, til einki er eftir og hugsanin um sjeleið er horvin, sum tá Hans Andrias yrkir um skrøddu myndina, ið er burtur, so hann ikki kann halda hana fram. Tí sá eingin hana. Sannleiksmyndina av tí besta. Biður tú meg gera ein playlista, so kann eg ikki bestemma meg til, hvør hann skal verða og hvussu. Byrji eg við einum, so kemur tað næsta og hvør skal endin verða? Nei, tað er størsta problem eg taki á meg, játti eg at gera sum tú biður. At fáa meg at gera ein playlista. Sigi eg ja, so kann eg ikki taka dagar ímillum og bestemma meg. Í hvussu er ikki í dag. Tí er tað eitt óloysiligt no go, eins og Ronaldo rendi seg í. Eg sá tað á enninum á honum. Kanska varð tað kortini tí, og júst tí, at eg allíkavæl setti henda playlista saman á Spotify í dag. Hann er nummar 566 og tú kanst klikkja á hann. Ein løtumynd av tankanum um ein playlista, nú tað kom upp at venda, og eg vildi vera frægari enn nummar sjey. Kanska er tað soleiðis at vera kurator. At skera gjøgnum tjúkksaftað sjele í einum ørstuttum sekundi, taka ein bita og lata restina standa. Soleiðis.

Comments