Skip to main content

Edward í Steinatúni

Ólavsøkuaftan klokkan 15 letur størsta myndlistaframsýning í Havnar ólavsøkusøgu upp í gamla Føroyabankabygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni við ikki færri enn hálvfems myndlistafólkum á øllum trimum hæddunum.

Her hevur Edward Fuglø kuraterað Ólavsøkuframsýningina 2026 Listating, við enska heitinum ArtThing, saman við nevndini í Listafelag Føroya. Í tilgongdini havi eg týðuliga sæð, at Bárður Næs hevur verið ein tryggur stuðul, hóast hjálpartoymið telur tólv folk.

Í skránni, sum Edward stendur við á ovastu myndini, eru 184 blaðsíður, har avmyndaðu listafólkini eftir fornavni lýsa seg sjálvi á føroyskum og enskum. Elsti er Zacharias Heinesen (f.1936) og yngsti er, sum Edward sigur 20+.

- Frá altjóða virknum listafólkum til rótføroysk oyggjalistafólk. Allir aldursbólkar eru umboðaðir og øll møgulig hugsandi tøkni. Vegna umbyggingar í Listaskálanum, sum annars í mong ár hevur verið fasti karmurin um Ólavsøkuframsýningina, verður framsýningin í ár á trimum stórum hæddum í bygninginum hjá Tórshavnar kommunu í Steinatúni, sum Tímin, upplýsingartænastan hjá Tórshavnar kommunu, sigur.

Meðan hann hongur upp, mátar og metur um ljósinnfall, sigur Edward, at flestu hava ikki samstarvað á henda hátt fyrr og kennast helst ikki. - Tað er for galið, at tey ikki kenna hvønn annan. Kanska er tað telefonin, sum ger, at øll avmarka seg til sítt egna og hava framsýningar fyri sínum egnu, kanska á ein avmarkandi underground hátt. Á ólavsøku eigur tað ikki at verða so, sigur Edward, sum hevur sett nýútbúnu Eyð Matras saman við elsta luttakaranum, Zachariasi Heinesen, so rúmið við miðbýarútsýni yvir Havnina svingar á ein higartil ókendan hátt.

- Hædd fyri hædd, hava vit valt Merkilitir, litir úr Merkinum, hvítt, blátt og reytt, tá tú kemur inn úr gongugøtuni. Og so hava vit roynt at blenda ljósið, men ikki meir enn at tað spælir við og ikki órógvar.

Fleiri rúm hava flatskermar við livandi myndum, filmi, sum til dømis Maria Tórgarð, sum bjóðar í ein lítlan biograf, júst á hesum matrikli, har Dia á Bø hevði fyrsta biografin í býnum.

Í einum rúmi á reyðu hæddini fer Trygvi Danielsen at lesa. Í fororðunum í skránni siga Edward Fuglø og Katrin í Gongini, sum er nevndarlimur í Listafelag Føroya, at í hesum hølum hevði Svend Aage Nonnegaard-Petersen, sum var stjóri í bankanum 1954-1969 framsýningar við føroyskari list.

- Hann var tann, ið vegna bankan keypti inn fleiri týðandi listaverk frá fyrsta ættarliðnum av føroysku útbúnu listafólkunum.

Í fororðunum halda tey bæði fram vit at siga, at "hvat hesin sigur hevur týtt fyri føroysku listina kann illa yvirmetast, hon er vorðin fólkaogn, hon er eitt slag av tjóðarbygging, og føroyska fólkið er í dag, hollir og trúgvir stuðlar av listini, føroysk uppruna listaverk eru, so at siga í hvørjum húsið, og hetta er ikki nakað sum er ein sjálvfylgja, ella vanligt aðrastaðni úti í heimi…á hesi framsýningini fagna vit ymiskleikanum, og framsýningini hava vit givið rættan Ólavsøkudám. Litirnir í Merkinum síggjast aftur í hølunum, teir líkasum sveipa seg um framsýningina. Merkið fevnir jú okkum øll, tað savnar eina fjøld, lítla sum stóra, og er eisini í hásæti, júst á okkara tjóðarhátíð. Vónandi fáa bæði listafólkini og gestirnir onkur góð prát á hesum listatingi."

Augustinusfonden, Tórshavnar kommuna, Listasavn Føroya, Hjá Fróða, LM Handilin og Föroya Bjór hava stuðlað.

Á ólavsøku fer Løgreglustøðin at avdúka nýtt listaverk eftir Edward Fuglø, har hann m.a. arbeiðir í træi og við speglum av knallertum. 

Listating er opið í Steinatúni til 8. august klokkan 18.



Comments