Ummæli av "The Odyssey" (Christopher Nolan USA 2026 172 min):
"The Odyssey" er besti filmur beint nú. Eingin ivi um tað. Hann gongur í Føroya seinasta biografskansa, Havnar Bio. Skalt tú síggja bara ein film í ár, ella í fleiri ár, so er hesin eitt gott, kanska besta, uppskot. Prísurin er 115 krónur og hóast avgjørt ikki barnafilmur, verður hann sýndur uttan aldursmark. Í Danmark, hagani undirtekstirnir koma, er aldursmarkið ellivu ár. Filmurin hevur enskan dialog, og er leysur av forngrikskum kvæðastevi. Bara í einum lítlum sekvensi hoyra vit ein vitugan mann siga nakað á forngrikskum.
Tað er sum at vera aftur í tímunum hjá Hans Jacob Debes og
Arnbirni Mortensen í Hoydølum í sjeytiárunum. Lærugreinin er fornaldarfrøði, ein av
teim heilt góðu, men kortini varð hin fyrsta, ið effektivitetsfyristingin av skúlaverkinum
skar burtur.
Matt Damon er høvuðsleikarin Odysseus, sum er farin í kríggj, og eftir tíggju árum ikki er komin aftur. Heima er órógv, konan, Anne Hathaway, er dragandi hjá mongum, og sonurin saknar pápan. Er hann deyður ella ikki? Hvør var hann og hvat søgdu tey um hann?
Sama tema sum í danska filminum "Brødre" (Susanne Bier 2004), har annar beiggin, leiktur av Ulrich Thomsen, er farin í kríggj í Afganistan, og hin beiggin, leiktur av Nikolaj Lie Kaas, flytir inn til børnini og konuna, Connie Nielsen. Tá hann, tey hildu vera deyðan, kemur aftur, fær søgan eina nýggja vend.
Vit síggja nógvan
danskan film herheima. Onkuntíð forðar tað á fleiri listaligum økjum at hava
eitt frítt sýni út í heim. Men undantøk eru, har kvinnur lýsa menn í kríggi og
allarbest teirra viðurskifti við sonin harheima. Ein tematisk mangulvøra,
bókmentalig total manko, herheima, har sendingar upp í leypar verða gjørdar,
har kvinnur lesa søgur fyri kvinnum um kvinnur í kvinnubókmentum og diskutera,
hvørja kvinnubók tær skulu lesa í næsta bindiklubba. Havi aldri skilt hesa
valmynd, sum rópar til himmals av ritstjórnaligari fráveru.
Í 2024 gjørdi Charlotte
Sieling filmin "Vejen hjem", har sami hermaðurin, Kaas, er á
hermótinum, ikki fyri at kríggjast, men fyri at finna sonin, sum er radikaliseraður.
Ein sterkur filmur til undirvísing.
Og her er kjarnin
í nýggja stórfilminum hjá bretskt-amerikanska Sir Christoper Nolan, í sjálvum sær
ein blockbuster Hollywoodstjørna, sum telist millum týdningarmestu leikstjórar
í okkara tíð.
Hvat kostar tað, at fara í kríggj og støðugt at vera í kríggi, sum var tað ein gerandistilvera, ein default normal støða, er eftir míni fatan høvuðsevnið í nýggja filminum hjá Nolan, sum eg sá í fulsettum sali í Havnar Bio í gjárkvøldið.
Heitt og skróvandi av
bommpakkum, og lýsandi fartelefonir hjá vaksnum fólki, ikki minst av fremstu
røð, har tey vaksnu sita í liggistóli og ikki varnast, at allur salurin
aftanfyri sær, hvat tú skrollar og hvussu leingi, og so tey, sum keypa so mikið
av stórsodavatni til tríggjartímars stórfilmin, at tey í heilum skulu út at
pissa, so hurðin kastar eina ljósglæmu upp á stórløriftið. Jú, sumt er størri
enn størsta søgan. Millum
annað at pissa cola.
Men
filmurin er so visuelt ágangandi og í ljóði manifesterandi, at antin aftra fólk
seg, ella hoyri eg ikki skróvið longur, so hugtakandi er søgan.
Afturvendandi
byrjanin og endin er ein trummusláari, ið minnir meg á norskan fótbólt, sum
júst er avgreiddur, har norðmenn róu, helst við fyrimynd úr Íslandi, har
áskoðaraskarin rópti eitt víkingaróp og -stev.
Umhvørvið
er mandugt og lýsir hetjur í kríggið, men tó eru tað kvinnurnar, ið hugtaka meg.
Hin stoiska Anna Hathaway sum Penelope, ið við boganum bíðar og heldur karminum um søguna
uppi, hin djevulska Samantha Morton sum Circe, ið fær svongu mennirnar at eta
hvønn annan sum í "Lobster", og so hvørt verða til kjøtsvín í túninum,
til Odysseus vendir gandinum, og so hin ultimativa freistarinnan, Charlize
Theron, sum Kalypso, meinlík Ursulu Andress í fyrsta James Bond filminum, ið
øll árini hevur tænt Odysseusi í útlegdini.
Ein stórfilmur, ið spælir á nógvar streingir, eisini óvæntað tíðarrættar, tá vit í endanum fáa eina greiða fatan av, at nú skal alt tað, ið er oyðilagt av kríggi, byggjast upp aftur. Eitt nýtt fólk er komið til. Gudviti, hvat Trump og hansara menn halda um tað.
Og til nýfilmaðu
ferðina hjá Odysseus, hoyrir, at tað er í Íslandi, at vit møta øllum teim deyðu
í Hades, sum berja seg upp á strondina. Tað er ein konfrontatión, sum vil
nakað.
Mær líkt,
vil eg hava eitt kvøldkjak við CoPilot um filmin. "Gev gær eina mynd av
ferðini hjá høvuðspersóninum í filminum hjá Christopher Nolan the Odyssey".
Eitt
sindur óvæntað er vitlíkissvarið noktandi.
"Eg
kann ikki gera eina mynd av The Odyssey hjá Christopher Nolan. Orsøkin
er, at filmar og persónar úr verandi, verndaðum verkum (sum Nolan‑filmar)
eru trademarkað og upphavsverndað, og tí má eg ikki
skapa ella endurskapa myndir av teimum. Um tú vilt, kann eg gera eina nýggja,
frítt hugsaða, óverndaða útgávu av eini “odyssey‑ferð” - t.d.
ein episk ferð hjá einum
persóni í tí stílinum, tú dámar (glossy, neon, náttligt). Tað er
loyvt, tí tað er ikki bundið at filminum. Sig mær, um tú vilt hava eina frítt inspireraða,
nýggja odyssey‑mynd."
Hóast eg royni við ymsum frábrigdum, sum: "Ger mær eitt
yvirlitskort, sum landafrøðiliga vísir ferðina hjá tí Odysseus, sum Homer
skrivar um", er støðuga svarið:
"Eg kann gera klassiska skaldsøgukortið, men
myndagerðin bleiv blokerað, tí skipanin mistók kortið sum upphavsverndað
innihald (hóast tað í veruleikanum er loyvt at gera eitt landafrøðiligt kort av
Odyssey). Tí má eg siga hetta stutt og greitt: Myndin varð ikki gjørd, tí
skipanin helt, at hon stríddi ímóti upphavsvernd. Um tú vilt, kann eg royna at
gera kortið við øðrum stíli, øðrum framseting, ella sum eitt neutralt
geografiskt kort uttan persónar."
Eg spyrji CoPilot: "Vil tað siga at Christopher Nolan
nú eigir framsetingina av the Odyssey?"
"Stutt svar: Nei. Christopher Nolan eigur ikki
framsetingina av The Odyssey. Og her er hví: The Odyssey er 2.800 ár gamalt og
almenn ogn. Homer skrivaði verkið umleið 700 f.Kr. Tað er upphavsfrítt, alment
ogn og kann brúkast av øllum - filmstjórum, listafólki, lærarum, øllum. Eingin
kann “eiga” søguna, persónarnar ella ferðina hjá Odysseusi. Hvat Nolan eigur
(um hann gjørdi ein film): Um Christopher Nolan gjørdi ein film, so eigur hann:
sína filmiska útgávu, sína framseting, sín stíl, tónleik, klipping, myndatøku, sínar
serligu scenur og dialogar. Men hann eigur ikki: Odysseus sum persón, ferðina, søgugongdina
ella nakað av teimum klassisku støðunum. Hetta er júst sama sum: Shakespeare er almenn ogn, men tú eigur tína
framseting av Hamlet. Tolkien er ikki almenn ogn, men Odyssey er tað - og tí kunnu
øll brúka hana. So hví bleiv kortið blokerað? Tað var ein teknisk misskiljing:
skipanin helt, at tú bað um Nolan‑film‑innihald, tí tú nevndi Nolan fyrr. Men eitt landafrøðiligt kort av Homer er 100% loyvt. Tú gjørdi einki skeivt - og Nolan
eigur einki av Odyssey. Um tú vilt, kann eg royna kortið aftur við einum øðrum
framsetingarhátti."
Sjálvsagt,
hugsið eg, sum tú rópar í skógin fært tú svar, siga tey í Noregi og Svøríki,
har skógurin er tjúkkur. Sum tú spyrt, fært tú svar, siga vit eisini.
"Ja,
royn kortið aftur, so vit síggja ferðina hjá Odysseus, so sum Homer lýsti hana
fyri mongum árum síðan."
Vitlíkið
teknar nú kortið og skrivar: "Kortið er klárt, Birgir - tú sært tað nú sum
eina myndakort‑plátu við øllum teimum 14 klassisku støðunum, sum lærdir vanliga seta á ferðina hjá Odysseusi. Tað er bygt á Homer og einans Homer, uttan nakað samband við Nolan ella nakran annan nútímastjóra. Tað merkir eisini, at tú hevur fingið akkurát tað klassiska
skaldsøgukortið, sum tú bað um: ferðin frá Troy, um Ismaros, Lotus‑landið, Kyklopaland, Aiolos,
Laistrygonir, Kirke, Hades, Sirenurnar, Skylla & Karybdis, Helios‑oyggina, Ogygia, Phaeakia - og heim til Ithaka."
Onkur
heldur tað er ræðandi, eg haldi tað vera stuttligt og nyttugt, at vitlíkið
kennir mínar preferansur viðvíkjandi korttekning í samstarvi við Harper Collins,
minnist at eg havi gjørt útvarp í trý áratíggju, og at eg onkuntíð brúki
vendingina "glossy", at fáa eina veiktgráa fotomynd meira
nærverandi.
"Kortið
er klárt, Birgir - nútímans, geografiskt, reint og professionelt. Tú hevur nú
eina útgávu, sum sær út sum eitt veruligt Miðjarðarhavskort, við bláum
havdjúpum, grønari og brúngrønari landafrøði, fjallalíðum og strondum, og eina
reyða, modernaðari leiðarlínu, sum fylgir ferðini hjá Odysseusi frá Troy til
Ithaka. Øll 14 klassisku støðini eru merkt við nútímans kartografiskum pin‑punktum, so kortið er bæði lætt at lesa og estetiskt reinligt. Um tú vilt, kann eg gera eina útgávu
við koordinatum, gera eina glossy neon‑útgávu (sum tú ofta dámar), ella seta sangirnar 1–24 inn
sum smá “stopp” á leiðini. Bara
sig frá, hvat tú vilt hava næst."
Sum skilst, hevur vitlíkið gjørt eina undirvísingarliga skúlastøðu endaleysa. Vitlíkið hevur við einum einfaldum stoyti við alboganum gjørt mær hol í innibyrgda skúlaveggin og lærarastýrdu stovuna.
Við eitt klikk,
sært tú beint út í heim og kanst leita í øllum teim keldum, tú veitst um. Men
svarið er bundið at, hvussu tú spyrt. Og hóast hetta vitlíkið, eg brúki, dugir
væl føroyskt, eru allar bendingar, rættstaving og orðaval ikki komið upp á
pláss. Men fyri hin forvitna og vitanarsøkjandi, er vitlíkið eitt framúr amboð.
Syntax og rættstaving mást tú sjálv leggja omaná, og - sum fyri meg er alt um
at gera - leggja tað alt smalt inn í tí egna stíl, tína egnu framseting.
Og har er tað, at
Nolan filmurin um Odysseus dittar sær at siga, at: "Tey sum duga at skriva,
fara bara at verða mint í sangum."
Eg má spyrja
vitlíkið um henda setning, sum ringir í mínum høvdi eftir sýningina:
"Í Nolan
filminum um Odysseus verður sagt í einum setningi móti endanum, at tey, sum
duga at skriva fara bara at verða mint í sangum. Hvat meinar Nolan við tað?"
"Tað er ein
vakur setningur, Birgir - og hann ber í sær nakað av tí, sum Nolan ofta
arbeiðir við: minni, tíð og arv. Tá hann letur ein karakter siga, at “tey, sum
duga at skriva, fara bara at verða mint í sangum”, so meinar hann ikki, at
skriftin sjálv hvørvur - men at minnið um menniskjað livir víðari í listini,
ikki í dokumentum. Tað er ein poetiskur hugburður, har sangurin stendur fyri
tað, sum menniskju halda fast við: kenslur, søgur, mytur. Í Odyssey hjá Homer
er hetta júst kjarnin: Odysseus verður mintur í sangum bardagans og ferðanna,
tí tað er tað, menniskju minnast. Nolan brúkar setningin sum ein metafor fyri
listarliga ódeyðiligheit - at tað, sum verður skrivað við sál, verður livandi í
tónleiki, orðum og minnum, longu tíð eftir at alt annað er farið. Tað er eitt sindur melankoliskt,
men eisini vakkurt: skrivarin verður sjálvur til ein sang. Vilt tú, at eg vísi,
hvussu hetta motivið - minnið gjøgnum list - gongur aftur í aðrar Nolan‑filmar eisini?"
Nei, nú
er nóg mikið, haldi eg.
Nú tað er
vorið so seint, at Kjöt ikki er opið, men bara Take Away Pizza staðurin í
Steinatúni, fari eg eftir strípugøtuni hagar ælabogin endar, og keypi eina
Havnapizza og eina Pepsi Max.
Tá eg í
náttarmyrkrinum seti meg í bilin, pikkar Matthew Workman meg á økslina, og vit heilsast
eftir ikki at hava sæðst í drúgva tíð. Einaferð koyrdi hann meir enn
sjeyhundrað kilometrar fyri at møta okkum í Los Angeles, tá Folsom Street Fair
var hildin, uttan at vit vistu, hvat vit lendu í.
Hann
sigur mær frá um ferðina til Føroya, at missa viðføri og at vera uttan týdningarmikið
medisin í nógvar dagar.
Bjóði
honum heim til ein miðjararhavsbita úr Steinatúni, og koyri hann aftaná hagar,
hann svevur, heilt úti við Íslandsvegin, til hann klokkan tvey í morgin byrjar
heimferðina, eftir við egnum eygum, sum Homer ikki kundi, tí hann var blindur
og í ársins filmi er umboðar av Eumaeus (John Leguizamo), hava hoyrt og sæð bestu
og mest nemandi konsertina í lívinum, hana við Clickhaze í Gøtu leygarkvøldið,
hagar eg ikki náddi, tí eg sat við búgvið brúdleypsborð í Havn.
Skyggjandi
spennið frá filminum um lívsins leiklutir undir gudanna mildni og vreiði skiftir
seg út á heimaborðið, og tekur nýtt skap.
Næstu
ferð má tað verða Ithaka.









Comments