Skip to main content

Morgun og lestur

 

Brostið fyri nev

Hvørt ár fegnast pisur

í lundum

systkin og foreldur

talur og veitslur

alt er bjart

alt er skært

sum á jólum

ið eru eins svár og eydnumyndir

á Facebook

her eru vit har

eru tit

fáur harmast fútadeyða

eingin skerda pisu

eg fái sand

millum tærnar

og Føroya Bjór ger

ikki veðrið

betri

tá morgunlesturin

kunngerð

at kirkja og missiónshús

nú hava savnað

bestu

fólkini

í bygdini

Comments