CoPilot gjørdi myndina við støði í tekstinum
Á aðru síðuni
mandigir menn
í ljósareyðum skóm
sum fáa reytt
á vátgrønum vølli
tá heimlandstrygdin
og appilsinfrunturin
í casa blanca
vrakar og havnar
so blankskallavinurin
infantint
kann takkla
eitt bil
og dribla
á ranguni
til útselt er
í fifa
forfanin
hóast einki nyttar
at snýta
ain't that just like
Belgium
meðan deyðin
framkallar Bill
og minnið
um tiknar myndir
av
føroyskum lendingum
á
Hahnemühle pappír
í Cross
Village
tosa um
synir
og
spurningin
um eg nakrantíð
aftur
sleppi at
kenna
rættara landið
sum horvið er

Comments