Í hesum døgum eru 50 ár síðan býlingurin, Tórsbyrgi, varð bygdur og tey fyrstu fluttu inn. Tórsbyrgi er elsta eigarafelag í landinum. Navnið á arkitektinum, Gunnar Hoydal, varð fleiri ferðir nevnt.
Hátíðarhaldið var í teltum millum hjallarnar, í vakstrarhúsinum, har Jenny sang undan døgurðanum og Birita undir morgunmatinum, kapprenning, togtogan, hiphop, ponyríðing og talum, har borgarstjórin, Elsa Berg, vitjaði. Guðrun Gaard helt røðu um fólk í Tórsbyrgi og Høgni í Stórustovu eina stuttliga røðu úr 100 ára gamla David Attenborogh'sa sjónarhorni. Hanna D. Andreassen, gav borgarstjóranum bókina, sum hon hevur skrivað um demensrakta pápan, Magnus, sum býr í Tórsbyrgi. Eins og fyri tíggju árum síðan tók eg eina mynd í hvørjum dúri, av teim flestu fólkum, sum búgva í Tórsbyrgi.






















































Comments