Skip to main content

Whisky og villar søgur í hvannatíð

 

CoPilot gjørdi myndina meðan eg skrivaði

Í hægstu agurkutíð, hvannatíð, tað er hon við tíðindaloysi, hevði Útvarpið eitt frálíkt innslag um nakað so eksotiskt og søguliga foredlað, sum føroyskt whisky. Man fer at gleða seg til rákan, tí søgan um whisky verður sterkast á óframkomiligari útoyggj, har gandakent afturhald verður sjálv drívmegin í marknaðarføringini.

Landstýrismaðurin, Bjarni Kárason Petersen, fegnast meðan ein annar landstýrismaður, Jenis av Rana, øtast og rópar varskó um whiskytíðindini.

Millum hesar báðar eru fleiri, ið taka kjakið upp á Facebook, sum alt árið er og verður fólksligi almenningurin, serliga úr einum tillagdum og tillærdum fráhaldssjónarhorni, har religion er samantvunnin partur.

Nú lokið er tikið av hesum niðursjóðaða blikki, alkohol í Føroyum, sum sett í gildi av nettupp politikarum at selja við risavinningi í Rúsum, er eingin endi á spurningunum.

Men hvussu áhugaverdir teir eru, tykjast teir mær nakað einoygdir og avmarkaðir, tí her er lítið meir at hóma enn religiøst afturhald, nú abort varð eitt virðismál, sum endaliga fall og gjørdist ein av seinastu virðisskansunum.

Í framhaldi av spurningunum um at rúsa seg í Føroyum í dag, kundi eg hugsað mær, at Útvarpið fór at víðkað um samfelagsbúskaparliga fatanarkarmin og kannaði, hvør tað er, sum í dag hevur so nógvar pengar, at tey heldur vilja rúsa seg við nógv dýrari og deyðiligari rúsevnum sum pinaca, enn at fara í almennu Rúsuna.

Víðari kundi eg hugsað mær, at miðlarnir spurdu avvarandi, hvussu ungu rúsevnasmuglararnir hava tað, nú teir eru, ella fara at verða dømdir helvtina av teirra higartil livaða lívi í donskum fongsli, bara tí at eitt fatal av ríkfólki í Føroyum keða seg so mikið, at tey, við nóg mikið av pengum, vilja rúsa seg uttan at síggjast full í gøtunum?

Hóast hon er í støðugari broyting, er rúsmentanin ikki nýggj í Føroyum, men nærmast fastgrógvin. Nær fer ein miðil at megna at spyrja seg fram til, hvørjar lívslangar starvsligar avleiðingar tað hevur og hevur havt fyri virki, fyritøkur og arbeiðspláss, at tey hava verið rikin av nú ella fyrrverandi rúsevnamisnýtarum? Eru kanningar gjørdar av tí? Eru kanningar gjørdar av turrdruknum fólki, sum ein barrvørur segði, sum úr leiðslusessum fara við teirra starvsligu undirsáttum, sum um tey øll vóru rúsdrekkamisnýtarar? Fer nakar miðil at megna at seta rúsin inn í ein aktuellan og alment viðkomandi karm, uttan at ganga ørindi fyri politiskar flokkar, bólkar ella felagsskapir?

Livst so spyrst. Eisini í hægstu agurkutíð.

Comments