Egor Venned býr í New York, men er føddur í Føroyum. Longu sum tannáringur gjørdist hann modell, knýttur at altjóða fyritøkum í Milano, París, New York og Keypmannahavn. Hann hevur verið á forsíðununum á mótabløðum sum Vogue, og gingið catwalk fyri Versace, Armani og Tom Ford.
Umframt
at verða millum fremstu modell úti í heimi, hevur Egor fingið undirvísing í
leiklist, at menna førleikan at standa á palli, tá rætta høvið kom á hansara
leið.
Høvuðsleikluturin
sum Baldur, har hann í "No Rest for the Wicked" spælir saman við
altjóða Game of Thrones stjørnuni Pilou Asbæk, er fyrsta høvið hjá Egor at
royna seg á filmi.
Ummælarar
siga, at undirspældi stílurin og sakleyst melankolski framburðurin hjá Egor
sampakkar væl við Baldur, ein leiklutur, ið samstundis førir hann aftur til
heimlandið, har alt byrjaði.
Ein bimbur í New York
- Fyrstu
ferð eg las ”Manor”, sá eg fyri mær, at søgan fór fram á Slættanesi í Vágum,
har streymharða Vestmannasund er uttanfyri. Veit ikki um eg havi rætt,
ella um søguskrivarin tekur sær eitt ávíst frælsi. Leggur tú, sum vágamaður og
føroyingur, nakað serliga heimligt í søguna ”No Rest for the Wicked”? Ella er søgan reinvaskað for
lokalar smálutir og nógv meira international enn bara føroysk?
- Eg eri
nemliga vágamaður og ein stoltur miðvingur, ella ein "bimbur", kann
mann eisini siga. Eg hugsaði, at rithøvundurin man ongantíð hava verið í
Føroyum, tá eg las "Manor", men at tað kanska er meira ein fantasiur,
hann hevur havt um Føroyar, tá hann hevur sæð okkum á einum landakorti. Eg dugi
ikki at fyristilla mær akkurát, hvar í Føroyum søgan gongur fyri seg, tá eg
lesi hana. Stuttligt at tú sigur Slættanes, tí tað kann væl vera. Hann nevnir
eisini skógir og trøð, men tað síggja vit ikki í fjøllunum her heima, tað er næstan
bara í Plantasjuni, vit síggja trøð. Søgan er bæði heimlig og altjóða, vildi eg
sagt. Og søgan er jú íspunnin fiktión, so alt ber til.'
Eg vil
hava henda leiklutin
- Hvat
var tað fyrsta tú hugsaði, tá tú fekst boðið henda føroyska leiklutin?
Tað fyrsta eg hugsaði, tá eg bleiv spurdur, um
eg vildi prøva meg til audition til hendan filmin var "eg vil hava henda
leiklutin". Eg kendi meg sjálvan aftur beinavegin, tá eg læs um Baldur. Eg
eri so æviga takksamur og glaður fyri, at eg slapp at spæla Baldur-leiklutin,
tað hevur verið tað besta upplivilsi í mínum lívið. Hettar er mín fyrsti
leiklutur nakrantíð í filmi. Vónandi havi eg meir at fortelja um aðrar
leiklutir um nøkur ár.
- Hvussu var at
spæla saman við Pilou Asbæk?
At spæla saman
við Pilou var fantastiskt. Eg lærdi so nógv frá honum; at síggja hvussu hann
var til arbeiðis, hvussu nógv hann leggur í sítt arbeiði, og hvussu blíður hann
er til arbeiðis, tað lærdi eg nógv av. Vit blivu góðir vinir rættliga skjótt, og hann
tók meg undir veingirnar.
- Hvat
heldur tú um Føroyar sum filmsland?
Eg haldi
at Føroyar hava risamøguleikar, eitt kempi potential, at blíva eitt filmsland.
Vit hava so nógv dugnalig fólk, sum ordiliga gjarna vilja arbeiða í hesari
bransjuni, og tað sá mann hvønn dag vit vóru til arbeiðis, øll góvu seg hundrað
prosent. Eisini nattúran er so vøkur, og tað er lætt at fáa hvørja senu at
síggja gott út, tá mann hevur Føroyar í bakgrundini. Eg vóni at tað verður nógv
afturat, at síggja úr Føroyum á filmi.
- Hvat
gert tú til dagligt, og hvar býrt tú?
Eg havi
arbeitt sum model síðan eg var átjan, so tað er mítt dagliga arbeiði, um man
kann kallað tað, tað. So havi eg eisini roynt meg við sjónleiki eina løtu nú,
og fái tilboð um auditions sendandi, so eg brúki nógva tíð uppá at lesa
manuskript og at ganga til auditions. Eg búgvi í New York í løtuni, her havi eg
búð yvir eitt ár nú.
- Hvør er
næsta professionella uppgáva hjá tær?
Eg veit
aldrin hvat er næst, og júst tað er altíð spennandi. Sum model fái eg ofta at
vita um arbeiði tveir til tríggjar dagar áðrenn. Tá tað kemur til at spæla
sjónleik ella film, kann eg ikki siga meir beint nú, men eg arbeiði uppá tað.



Comments