Í dag hevur Filmsfelagið kunngjørt nakrar av filmunum, sum eru á heystskránni og heilt inn í nýggja árið við Cannes vinnaranum "Fjord", sum hóast rumenskur er eins norskur og heitið.
Filmsfelagið byrjar við eini føroyskari undanfrumsýning, "No Rest For The Wicked", ið byggir á týsku søguna "Manor", sum fer fram í Føroyum og er givin út í føryskari týðing eftir Hanus Kamban. Eilar Fagraklett fer at innleiða sýningina.
Umframt at viðgera kynspolitisk viðurskifti, sum í fyrsta filmi og í "Teenage Sex and Death at Camp Miasma" í novembur, fevnir skráin eisini um dialogskapandi filmar av geopolitiskum slag, sum í søguliga bretska spælifilminum, "Palestine '36", og ísraelska heimildarfilminum, "Innocence", ið viðgera viðurskifti undir ævigt aktuellu støðuni í Ísrael og økinum harumkring. Í seinna førinum verður leikstjórin sjálvur til staðar og fer at innleiða sýningina.
Franski bókmentanarligi klassikarin hjá Albert Camus, "Hin Fremmandi", verður at síggja í filmisku útgávuni hjá ídnasta franska leikstjóranum, Francois Ozon, og bókin hjá sovjettiska Gulag-yvirlivaranum Georg Demidov er støðið, tá leikstjórin Sergei Loznitsa, sum er av ukrainskari og hvítarussiskari ætt, men útbúgvin í gamla Sovjet, sýnir okkum spennandi søguna um "Tveir ákærar".
Millum nýggju arthouse filmarnar, sum røkka heilt inn í nýggja árið, og bjóða okkum rumenska Cannes vinnaran við norska heitinum "Fjord", tí tað er har - á bygd í fjálga Noregi - at hann fer fram, finna vit eisini ein fimmti ára klassikara, "Taxi Driver", hjá Martin Scorsese, sum hóast søguligur enn er ótømandi við visualiseringum og jazzi av amerikansku stórbýargøtunum, tá Vjetnamveteranar bjóða sær til at koyra taxa í náttini, tí teir ikki finna frið og enn minni kunnu sova.

Comments