Skaldsøgan Rekamaðurin eftir rithøvundin Jens Paula Heinesen sála er seld tveimum stórum forløgum - W.W. Norton í USA og Canongate í Stóra Bretlandi - í enskari týðing við heitinum The Driftwood Man. Virðislønti amerikanski týðarin Damion Searls og dóttur rithøvundin, Elin Brimheim Heinesen, hava saman týtt skaldsøguna. "Eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum", sigur varastjórin í amerikanska forlagnum um skaldsøguna. “Eg má klípa meg í armin fyri at trúgva tí, sum er hent!” sigur Elin.
Í 1977 gav Jens Pauli Heinesen skaldsøguna Rekamaðurin út
á egna forlagi sínum, Gestur. Skaldsøgan gjørdist ein klassikari í Føroyum og
er áður týdd til norskt, svenskt og íslendskt. Skjótt kemur hon út á enskum á
tveimum av teimum mest viðurkendu forløgunum í ensktmælta heiminum.
Hetta er fyrsta skaldsøgutýðingin hjá Elini Brimheim Heinesen, men
amerikanski týðarafelagi hennara, Damion Searls, er ikki hvør sum helst. Hann hevur
áður týtt skaldsøgur m.a. eftir átta ymiskar Nobel-virðisløntar rithøvundar,
harímillum Jon Fosse og Thomas Mann. Sjálvur hevur hann eisini fingið fleiri
virðislønir fyri sínar týðingar.
Frá frítíðarlestri til heimsmarknaðin
Enska útgávan av Rekamanninum kom í lag gjøgnum eina røð av
óvanliga hepnum og tilvildarligum hendingum. Á eini ferð á Gran Canaria í mars
2025 fór Elin Brimheim Heinesen undir at týða skaldsøguna hjá pápa sínum til
enskt — einamest fyri at venja sínar ensku málførleikar. Hon gjørdist bitin av
týðingini, og tá hon kom heim aftur til Føroya, helt hon á, til hon hevði týtt
alla skaldsøguna á tamb.
Ætlanin hjá Elini var upprunaliga bara at geva skaldsøguna út til
ferðafólk í Føroyum. Men ein óvæntað føðingardagsheilsa frá amerikanska
yrkjaranum og týðaranum Randi Ward, sum fyri mongum árum síðani skrivaði
uppgávu á Setrinum um bókina Rekamaðurin, fekk Elina at steðga á og førdi
til, at Randi ístaðin fekk sett hana í samband við Damion Searls, sum
beinanvegin sá dygdina og virðið í skaldsøguni hjá Jens Paula. Síðani tá hava
tey bæði arbeitt saman um at fullfíggja týðingina. Í februar í ár førdi samstarvið
millum tey trý — Elina, Randi Ward og Damion Searls — til, at hann kom til
Føroya fyri fyrstu ferð fyri at luttaka sum fyrilestrahaldari á Føroyska Bókmentafestivalinum.
»Eg skyldi Randi Ward og Damion Searls eina
risastóra, inniliga tøkk fyri ómetaliga virðismikla íkast teirra til, at øll
hendan verkætlanin yvirhøvur gjørdist møgulig. Tað, at Damion
Searls er partur av verkætlanini, hevur uttan iva latið nakrar hurðar upp, sum
neyvan høvdu latið seg upp, um hann ikki legði navn til eisini. Eg eri ikki minst takksom fyri, at tilvildin, lagnan
ella kanska ein hægri máttur - hvør veit? - gjørdi, at vit fingu samband við
hvørt annað júst í røttu løtu. Annars hevði einki av hesum hent,« sigur Elin Brimheim Heinesen.
Ein skaldsøga
um vald, maskulinitet og tjóðskaparkenslu
Rekamaðurin er um Sámal Mathias, sum undir seinna
heimsbardaga livir í fátækradømi saman við konu síni og teirra áttanda barni á
veg. Hann droymir um at finna lívsins størsta reka — ein virðismiklan skatt — í
sjóvarmálanum. Tá ið hann finnur eina stóra tunnu við sterkum brennivíni í,
heldur hann seg endiliga vera blivnan ein múgvandi mann. Men paranoia, umframt stóri
tørvur hansara á viðurkenning og ein óvikandi sterk trongd eftir at sýnast sum
ein "rættur maður" leiðir hann beina leið móti undirganginum.
Skaldsøgan gjørdist sera væl umtókt í Føroyum — serliga eftir at
fólkakæri sjónleikarin Oskar Hermansen las hana so hegnisliga upp í útvarpinum.
Orðingar úr bókini gjørdust vanligar at siga millum manna í skemti, so sum “Róligur,
Sámal Mathias, róligur!” ella “Hvalurin er mín!”
Robert Weil, varastjórin á amerikanska forlagnum W.W. Norton, kallar
skaldsøguna "eitt møguligt høvuðsverk í samtíðar bókmentum" og
vísir á aktualitetin, skaldsøgan enn hevur:
»Greed cannot help create polity in a small
community, much less in the world. The novel can be seen as a parable. It is
also very allegorical.«
(Grammleiki er ikki til hjálpar, tá eitt lítið samfelag skal fáast at virka,
tíansheldur allur heimurin. Skaldsøgan kann lesast sum eitt líknilsi. Hon er
eisini sera allegorisk.)
Sambært varastjóranum í forlagnum W.W. Norton gera evnini í bókini - “eiturkendur
maskulinitetur” og sálarfrøðin aftanfyri tjóðskaparkenslu—skaldsøguna viðkomandi
og eisini týdningarmikla fyri ein altjóða lesaraskara í dag.
Rættindi seld
áðrenn bókamessuna í Frankfurt
Nicola DeRobertis-Theye, stjóri fyri Subrights í W.W. Norton forlagnum,
hevur longu — áðrenn
stóra bókamessan verður í Frankfurt í komandi viku - selt útgávurættindini í Stóra Bretlandi til kenda, bretska forlagið Canongate.
Hon og Robert Weil luttaka bæði á bókamessuni í Frankfurt og vænta at kunna
selja útgávurættindi viðari til fleiri onnur lond, ið tey siga, longu hava víst
áhuga í bókini.
»The story about how this project was made
possible, is exactly the kind of story everyone loves to hear when encountering
an overlooked classic for the first time. It seems there have already been
several acts of fate, so here's to a few more before the journey is through!« (Søgan um, hvussu øll verkætlanin gjørdist møgulig, er júst ein søga,
øll elska at hoyra, tá tey fyrstu ferð varnast ein klassikara, tey ikki hava
givið sær far um áður. Her hava longu verið fleiri lagnukendir tilburðir, so
latið okkum vóna, at fleiri eru í væntu, áðrenn ferðin er at enda!) sigur
Nicola DeRobertis-Theye.
»Tað rørir meg djúpt og ger meg so
stolta vegna pápa mín og familju okkara, at onnur uttan fyri Føroyar eisini síggja
dygdina og viðurkenna virðið í skaldskapinum hjá pápa, og ikki minst at ein av
perlum hansara, Rekamaðurin, nú endiliga kemur til heiður og æru — eisini uttan
fyri Føroyar og Norðurlond —og fær ta stóru útbreiðsluna kring heimin, sum skaldsøgan
hevur uppiborið. Hetta man vera nakað av tí størsta, sum er hent fyri føroyskar
bókmentir í nýggjari tíð, so eg má klípa meg í armin fyri veruliga at trúgva tí,«
sigur Elin Brimheim Heinesen at enda.
Um rithøvundin
Jens Pauli Heinesen (1932-2011) var í sínari tíð ein av týdningarmestu
rithøvundunum í Føroyum við umleið 40 útgivnum verkum. Rekamaðurin kom
út í 1977 á hansara egna forlag og verður í dag mett sum ein klassikari í
føroyskum bókmentum.
Tlf.
+1 212-790-7259 / pmiller@wwnorton.com
Tlf. +298 790527 / elinbrimheimheinesen@gmail.com
Tlf. +298 235787 / farlit@farlit.fo
Samband
Peter
Miller, Liveright Publishing Corporation An imprint of W.W. Norton &
Company
Elin Brimheim Heinesen, dóttir rithøvundin og medtýðari:
Olivia Døgg Fríðfinsdóttir, samskipari í FarLit



Comments