Skip to main content

Í halgidóminum

 


Í halgidóminum

 

Eitt kvøldi í býnum

fari eg aftur í handilsgøtuna

at keypa vatn og vín

Eingin er við kassan

Men innast í smoguni

hómi eg umhvarvið

meðan hann brettir eina pappeskju

út á gólvið

Aftri meg

og trýni burturfrá

so langt eg kann

í trongu búðini

ið er opin allan kringin

Tí í fremmandameldrinum er hann

burtur

sokkin inn í seg sjálvan

at dyrka tað

sum hægri er

enn tú sjálvur

Tá hann reisir seg

faldar hann eskjuna saman

sum ein flytikassa

hann ofta hevur handað

og hyggur uppá meg

Í øðrum heimi

havi eg lagt høgru hond

uttan á vinstru hjartasíðu

og eg síggi

og kenni

at hann virðir okkara

orðleysa fund

í óvardu blinkstursbúðini

Eg hava eisini eina kalda chardonnay

sigur hann

og tekur lunkaðu vøruna frá mær

opnar svalliga skápið

og sum jatakk tilboð

fái eg framíhjá

katalanskt vichy vatn

beint úr

halgidóminum


Barcelona septembur 2026

Comments