- Føroyskur mentanarpolitikkur liggur á Fólkatingi! Orðini fullu greið og við eini klárari missión á tingi í morgun, tá Liljan Weihe tók orðið í kjakinum um, hvørt rakstrarstuðul skal latast mentanarhúsinum Varpinum í Klaksvík.
Gott, greitt og klárgerandi sitat.
Havi leitað eftir einum føroyskum mentanarpolitikki, men ongan
funnið. Heldur ikki ætlanir um ein komandi av slagnum, einaferð í framtíðini, soleiðis, sum vit síggja hana.
Heldur ikki í nýggjasta fíggjarlógaruppskotinum síggjast ábendingar um
ein komandi føroyskan mentanarpolitikk. Fyri flaggskipið seinastu mongu árini,
Tjóðleikhús, verður sagt: "Eingin játtan er í 2027."
So "nu er den skid slået" fyri at vera í tí
danska, sum hevur bitið seg fast sum føroyska mentapolitiska málið. Tað danska.
Hyggja vit uttan um okkum í Havnini, so er fremsta mentanarliga
íkast, eg havi sæð, nýtt slitlag á rennibreytina Tórsbreyt. Upprunaliga
fjúrtan milliónir, sum var nógv for lítið.
Hyggja vit landspolitiskt, so er eitt mál, eg havi varnast. Tað er nýtendraða útvarpssignalið í einum av mongu tunlunum í Norðuroyggjum.
Tað eru ítøkiligu føroysku mentanarberandi íkastini í okkara
tíð. Slitlag á rennibreyt í høvuðsstaðnum og útvarpssignal til Viðarreiðis.
Meir havi eg ikki varnast. Kanska onkur kann skoyta uppí.
Einki mentanarhús í Havn, har einasti og seinasti biografur
í landinum er, og enn hórar við teim bestu filmum.
Norðurlandahúsið hevði um dagarnar ráðstevnu um, hvussu vit
framtíðartryggja vælferðarsamfelagið. Mikið gott, men hóast øll mentanarelitan
var til staðar, varð mentanin ikki nevnd við einum orði.
Besti av ferðandi kokkum okkara, kom aftur úr Amerika,
har hann hevði vunnið fyrstu virðisløn. Men tað var undir veingjabreiðinum á
norsku sendistovuni.
Nú er aftur fest í ta lívsælu útlendsku vón, at danski Nordea-grunnurin blakar 40, fjøruti, milliónir danakrónur, eftir nýbygda
ítróttaháskúlanum suðuri í Vági, treytað av at luftkenda mentanarlandið Føroyar
letur tað sama.
Ja, kanska fara vit tá at fáa ein føroyskan
mentanarpolitikk, tá onkur annar missur fjøruti mentamilliónir, so hann, mentapolitikkurin, sum frá líður kann liggja og verða umsitin her á leiðini, sum fyri
drúgvum skeiði síðan hevur yvirtikið mentamál við húð og hár.
Men tað krevur,
at í minsta lagi ein tinglimur tekur mentan á seg sum fremsta mál. Tað hava vit enn ikki upplivað.

Comments