Skip to main content

Messa fyri Moskva

"Tríggjar systrar" er í mínum optikki ein leikur um tað, ið øll leingjast eftir, men sum ikki fæst, tí tað er ófáiligt, møguliga persónifiserað við rørslutarnaða Kulygin (Bjørn Mohr), ið er latínlærari, og meir enn einaferð fekk meg at hugsa um góðsliga Timmermann, men eisini tá hann syngur "Góða bamsa" hjá Jensinu meir enn einaferð.

Hann ger ein góðan figur, hóast hann leggur seg út við bæði rørslutarnað og talubrekað. Veit ikki, hvat Tóra, sum sat frammanfyri meg, sigur til tað. Hjá mær víðkaði tað um palettina av leiklutum.

Mítt absurda parametur, sum í "The Party", fór skjótt í topp, ja í zenith, við Kulygin. Kanska tí, hann kjølfestir Hoydalar sum eitt meta-lag í leikinum.


Tær vilja til Moskva, at fáa stilla trongd, ynski, status og allan longsul, systrarnar Masha (Súsanna Tórgarð), Olga (Ria Tórgarð) og Irina (Kristina Sundar Hansen), har Masha hevur hin mest eksplisitta leiklutin saman við Vershinin (Kjartan Hansen).

At verða realiseraðar og livað eitt meiri nøktandi lív, enn tað, tær í smáum stillum stovum, burt frá høvuðsstaðnum, liva nú, hvør í sínum innistongda lagi, og í royndum at skapa relatiónir við hinar báðar, og so tey, sum koma á gátt, serliga menninar, sum stýra øllum tankum og lívi.

Frá føðingardegi eru vit nú í jólaveitslu.


Ein burturhugaður lívslongsul, ið tó er so innilæst heimkærur, at hann ikki fer av fetanum, og eitt tvey trý fer lívið framvið sum ein tragikomiskur skemtileikur við hugtakandi ljós- og filmeffektum, men eisini ektaðum repeterandi rørslum, sum tá Irina situr undir Tusenbach (Hjálmar Dam), ið verður ein visuell kjarnasena. Og millum menninar omanfyri, ein farri av homoerotikki.

Sum áskoðarar verða vit drigin nærri og nærri, eg sigi ikki hvussu, at leikgongdini undir snarandi diskokúluni, so tú missir rúmsansin eina løtu. Júst hetta er sjálvt momentið í upplivingini av leikinum, sum endar við eini messu fyri Moskva og øllum dreymum fyri lívi og eydnu beint her og nú.

Í gongini tekur Mikkjal, fyrrverandi rektari ímóti, kannar atgongumerki og selur eitt glas, sum vit njóta í umklæðingarrúminum. Tað er útselt, og Kristian, sum var lærari í 75, er millum áskoðararnar. Í rúminum skifta vit orð um fimleikatímarnar beint her, og einar boksihandskar, sum Svenning og eg funnu í einum amboðskassa. Serstaki skúlalukturin av fimleikarhøll, breiðir seg eitt bil, kanska billi eg mær tað bara inn, og vit seta okkum upp eftir stólarekkjum inni í høllini, sum meistarliga skiftir frá ljósi til myrkur, og eingin rekvisittur verður óbrúktur. Rúmið, skalluta fimleikahøllin, sum tá vit spældu sjórænarar, og alt er drigið fram, verður ein organisk heild um alt leikverkið og hvussu elegant leikarar koma inn og fara út.

Mikkjal hevur ein diskleymar um dagsins Russland, og at tey hava vent og snara hesum krígsgalskapi, sum ikki bara er russiskur, men í hesum føri hevur listaliga innihaldið verið intakt og heilskapað umborð.

Meðan tað er skjótt at ganga niðan í Hoydalar, er longri at leita aftur til fyrstu av mongu ferðunum, vit fingu at vita fyri vist, at nú var Tjóðpallurin tryggjaður í øllum sínum veldi. Árið var 2015 og eg var sjálvur á staðnum, fekk myndir og sitat, tá mentamálaráðharrin greiddi frá um mentaða arbeiðsbólkin, hann setti í 2013, ið skuldi síggja til, at í 2019 høvdu vit nýggjan og glæsiligan Tjóðpall á Skálatrøð.

Tað reina gykl og ein messa fyri hugsaða Moskva.

Tí skjótt vísti tað seg, at handlar í Havn kundu ikki selja seym uttan tveyhundrað kommunal parkerings pláss beint uttanfyri.

Ein hondføst ímynd av, hvat føroyskur mentapolitikkur er, hevur verið og altíð fer at verða.

Tað reina gykl og í mínum huga ein messa fyri Moskva.

Men aftur til veruleikan.

Ein russisk jólauppliving mitt í Føroyum í septembur. Ja, í einum niðurlagdum studentaskúla úr fyrndini, sum hevur staðið tómur, hóast almennar kappingar hava verið um nýtslu, og listafólk hava fingið atgongd til alt, men ognarin, tað almenna Landstýrið, helt ikki at nakað skuldi setast í stand, tí treytin fyri føroyskari mentan er, at hon ikki kostar. Tí er heimligur mentapolitikkur jú so fátæksligur. Hann skal vera har. Haldast niðri og bara dúva uppá einstaklingin, sum tímir og vil syngja ella skriva.

Men nú eru øvut. Listafólkini eru flutt inn. Meðan gula Meiaríið í miðbýnum verður umvælt, eru leikarar av Tjóðpallinum fluttir herniðan at leika Tjekhov í fimleikahøllini, har vit einaferð boksaðu, og í hinum endanum er annað umfar av sjónvarpsframleiðslan, Hoydalar, í fullari gongd.

Nú er vert at leggja stilt og halda eina messu fyri fiktiva Moskva, sum er mín hugmynd av stadnaðum føroyskum mentapolitikki.

Tí listin grør og blómar í egnum navni, innan og uttanlands, hóast tað almenna floksapparatið ikki hevur rørt fingur frá síðu at definera og seta á skrá ein menta- og listapolitikk.

Hesar tríggjar russisku Tjekhov systrarnar hava í 1980 kveikt Vladimir Menshov at gera sovjettiska filmin "Moskva trýr ikki tárum", ið fekk altjóða Oscarvirðislønina og sást í Leikhús Bio um hetta mundið. Tríggjar vinkonur, sum øvut av systrunum, veruliga fara til Moskva og í realistiskum samtíðarhøpi uppsøkja og lukkast at finna eitt slag av eydnu. Tá lá mentapolitikkurin hjá Paula. Eitt fólksligt samtíðargjørgnumbrot í filmiskari fatan av russiskum lyndi og dreymum, ið ikki eru stórt annarleiðis enn hjá okkum, hvørki nú ella tá. Ein samhugakomedia fyri øll fólk í allari verðini. Ikki minst tá kríggj er. Men eg kenni einki listafólk, sum fer í vápnað kríggj. Tí er tað heiðurligt, at Tjóðpallurin herheima setur ein russiskan leik í góðari og munnrættari týðing á pall við russiskum leikstjóra.

Og so eri eg meir og meir sannførdur um, at týskir sosialpedagogar og filosoffar hava nakað at siga okkum, tá vit uppliva list. Nakað, ið púra óvæntað resonerar, og gevur afturljóð, ikki at blanda við yvirflatiskan og løtubundnan harmoni og tað øvuta, nei, resonerar, sum mótsetningur til burturblakandi fremmandagerð, ið kann møta tær eins og eitt óinnbjóðandi myrkatjald.

Hartmut Rosa er hann, sum nú er nógv frammi við júst hesum sjálvsagda og tó djúpa tanka um resonans. At raka við nakað, sum akkurát í løtuni gevur tær eina meining, sum ein útrás úr skjóttgangandi verðini, har eingin tanki fæst at lenda, tíansheldur krøkja í nakað meiningsfult millum sleyg, feyk og tíðindi.

Tá resonansurin millum teg og verkið, ið skapti upplivingina, er íkomin, peikar Rosa á eitt sveiggj um tríggjar ásar, horisontalar, vertikalar og diagonalar, sum binda til fólk, mentan og arbeiði. Hvørva hesir ásar, og vit missa førleikan at uppliva resonansin frá verðini, er tað, sambært Rosa, eitt ávaringartekin um at vera uppsteðgaður og útbrendur.

Her blinkstar russiski leikurin hjá Tjekhov, "Tríggjar systrar", ovast á ljóstalvuni. Beinir Bergsson hevur umsett, russiska Evgeniia Gromova leikstjórnar og fremsta sjónliga pallkarmin í fimleikahøllini uppi í Hoydølum eigur Sámal Blak.

Framúr resonerandi messuuppliving í eini krígstíð.

Eg sigi sum enn ein russiskur filmur, sum sást í Leikhús Bio í 80'unum: "Kom og hygg". Hann gjørdi Elim Klimov í 85. Tað stendur við. Kom og hygg.

Myndirnar tók Gwenaël Akira Helmsdal Carré.


Comments