Heystið er komið og Lívdin spílar seg aftur út við spennandi fagnaðarkonsertum í teim bestu kørmum, sum Jens Kristian og PraiseHim kunnu bjóða. Úti er vindur og inni er Ichtus, sum fyri fullum húsum førir okkum aftur í fýrsini undir fermu leiðslu Jákups, til Rúni Højgaard tekur yvir og navnkennir øll so hvørt. Gott og stramt sett við framúr sangarum, men eisini tónleikarum, ið yvirhála Mezzoforte, tá teir sleppa leysir.
Í eini tíð við útlendskum copy bands á størstu pallum, skapa heimligu Økistónar autentiskar intimkonsertir úti um landið, sum í Biskupsstøðgarðinum í Klaksvík, har Ragnhild setur Daniu og Bartal á skránna í næsta mánað, við tapas úr grannakaféini.
Tað er á heysti,
at tænastusinnið skal bjóðast og roynast. Og lukkutíð hækkar og víðkast
mentanar- og upplivingarkarmurin hvørt ár á flestu støðum hesa ársins tíð, nú
ferðasummarið er av.
Ikki tí. Bara í
dag hevur Atlantsflog fimm flogfør úr Keypmannahavn og eitt úr Oslo. Hóast heystið
er yvir okkum, hevur summarið ikki slept huginum at ferðast.
Ein teirra er Óli Poulsen, sum er í Madrid og svarar mær uppá spurningin um ljóðmyndina, the soundscape, á Ichtusfløguni "Minnist tú" í 1989.
- Tað, sum eg
minnist mest, er at jólaódnin í 88 rakti, meðan vit vóru í LT-studio við
Ichtus. Og at eg
generelt ikki fekk sovið nógv allar teir dagarnar. Ljóðmyndin, sum stendir
eftir, er bara tað, ið hendi við teimum instrumentum og møguleikunum, sum vóru
har tá. Og so mest mítt interplay við Jákup Zachariassen.
- Haldi
sjálvur, at vit vóru ikki so klárir at fara í studio, sigur Jákup í telefonini
í morgun.
Men tá Óli
kom við, koyrdi hann løbið. Pápi hevði skrivað orðini til báðar sangirnar "Try
again" og "Ger meg til signing". Men eg helt at hin fyrri, sum
stendur í bókini, var nakað dapur, so "Try again" bleiv til ein annan
sang, tá eg spontant gjørdi nýggj orð, meðan Óli og eg fóru oman í City, at fáa
okkum ein bita. Har skrivaðu vit
fyrsta ørindið og niðurlagið umaftur, men nú á enskum. Ringdi til pápa, og so samskiftu
vit víðari við faxi, sum var miðilin. Ein tíðarmynd úr seinfýrsunum áðrenn
email. Hin sangurin, "Ger meg til signing", er meira tíðarleysur í
bossanova rútmu við rhodes, gittara og trummum. Okkum dámdi væl musiskan musikk,
so at siga. Vit lurtaðu eftir jazzi og dámdu progressivar musikalskar
avbjóðingar sum Mezzoforte. Instrumentali, "Tíðsspilla", er eisini har við funk og bossa.
"Try again" var meira ímyndin av 80 unum. Óli hevur mestu og størstu
æruna fyri ta ljóðmyndina. Hann var produsari og vit vóru glaðir amatørar. Alex
var kendari enn vit, og tí hjálpti hann okkum. Tað var tíðarandin tá, at fáa
gospelmusikkin dagførdan. Ein stuttlig tíð. Men eg var so ungur tá. Og hetta
var langt áðrenn eg elskaði country.
- Er barnið heimadoypt, spyr Gøtuprestur í sjónvarpinum í morgun, tá eg havi lagt rørið á eftir prátið við Jákup. Hugsi, at alt hetta er farið fram í okkara tíð, har stirvna fasthaldanin um pumpiorgul er slept í Brøðrasamkomuni, sum einaferð tvíhelt hondfast um, at klaverið hevði ov hart anslag og var ótugktigur jazzur. Lukkutíð vóru gubbar, sum forsangarin Rúni segði í kvøld, tá tey høvdu hug at syngja og spæla uppi á loftinum í Ebenezer. Tey fingu bæði álit og lyklar, segði Rúni meðan teir til høvið vórðu heiðraðir fyri umsorganina. Akkurát sum hondbóltsspælararnir í grannalagnum. Teir fingu álit og opnar dyr.
Í mínum innara tíðaroyra hevur samkoman síðan dyrka musikalskan kreativitet, meðan Fólkakirkjan á fleiri pallum heldur fastari um eina meira dogmatiska gudsdyrkan, sum er formell makt, ið ikki bara er í teim faldaðu hondum, men í samfelagnum og har skal veljast og síggjast aftur í øllum verðsligum stigbundnum samfelagsstovnum, serliga skúla og kringvarpi, men eisini á uttanríkispolitiska økinum, har nýggja religiøsa klandursmálið er sendistovan í Ísrael, sum fyrstu ferð fær løgmann at traðka í karakter, og ísraelsvinir at heita á fólk, at atkvøða við tveimum browsarum, so tað telur tvey fyri eitt, tá Portalurin í dag hevur atkvøðugreiðslu, hvørt sendistovan skal steingja ella ikki. So djúp er gjáin summstaðni í dag millum tey og okkum.
Ája,
hugsi eg um heimsins makt og vald, meðan eg, kanska nakað lagghallur, síggi og
hoyri bestu tónleikarar folda seg út á einum og sama palli her uppi í Lívdini,
meðan Jens Kristian hevur skonkt mær kaffi, so tú kennir teg heima og kanst
njóta løtuna, afturvið orðavali sum 'samfelag við Harran', ið ikki er mær
gerandiskostur, í fyrsta sanginum hjá Rúna, "Minnist tú", sum nú fyllir
samkomurúmið, innbjóðandi við eyðkendu fýrsararøddini, breitt málandi, ektað og
fevnandi yvir eitt langt tíðarskeið, 'Nú vit vaksin eru vorðin', sum sangurin
sigur. Eg yvirgevi meg, sigi við skaldinum 'Mannaverk og ráð lat fara', og lati
orðini koma til mín omaná frágerða rútmiska samanspælið. Í kross-skipanini hjá
Hartmut Rosa kemur Lívdin greitt inn á eitt fyrstapláss.
Skráin
fevndi um fjúrtan sangir, harav tíggju eru á upprunafløguni, seinasti
instrumentalur, symptomatiskt í eini arbeiðandi avriks- og nyttumentan sjálvspeiandi
kallaður "Tíðsspilla", og so funk funderaður, at eg vildi ynskt, at
teir hildu fram við taktum, improviseraðum variantum og skiftandi útbygdum solospæli,
meðan kaffi varð í gongini, so hugvekjandi varð tað, spælið hjá øllum
orkestrinum. Tríggir av sangunum vóru av savnsfløguni "Gospeltónar".
Trummuspælaran
Henning Hjalt Nicodemussen var kapellmeistari, Jákup Zachariassen á steel,
akustiskan og el gittarar í fleirtali, Filip Zachariassen, gittar, Svend Åge
Drewsen, bass, Hans Poulsen, keyboard, Áron Poulsen gittar og keyboard, Daniel
Zachariassen trummur og congas og so sangararnir, fyrst funklandi karismatiski
solisturin og høvuðspersónurin, Rúni Højgaard, ið hevði allan salin í hondini, og
fekk øll at bíða, halda ondini og reisast, til hann at enda sang bossanovasangin,
"Ger meg til signing", og sum dacapo sang ikoniska 80'ara klassikaran,
"Try again".
Sangarar
vóru eisini Svein í Prestgarði, ið við hepni fleiri ferðir fylti skógvarnar hjá
Alex, Anna D. Háberg, sum brilliéraði við einum egnum nýskrivaðum djúpt
persónligum sangi um samlív, sum kámast, men ikki steðgar, ein óvæntaður
gimsteinur, ið fer at liggja leingi á, og vónandi onkuntíð spældur í Útvarpinum, og
Gudny Rasmussen á sama hátt, og so føstu kórsangararnir Rita D. Syderbø, Laila
Carlsen og Bjarni Jøkladal og ljóðteknikarin Hans Andor Johannessen.
Ichtus í Lívdini var í kvøld eitt fimtan persóna vælalið, sum fleiri við mær ynskja at hoyra aftur við eitt høvi, ið ikki eigur at verða so langt burturi í tíð, at tað kann fatast sum oyðimarkargongd. Tað eru vit alt ov svong eftir at hoyra og at leska okkum við aftur.
Takk fyri eina lívgandi løtu at hoyra rútmiskan tónleik sang og samanspæl eitt sunnukvøld, sum í øðrum meira revolterandi rockhøpi ofta verður kallað "an outlet for agression", men í hesum føri í størri mun er ein løta til innari kontemplatión, skilmarkan og savningarstaður fyri felags virðisskapandi orð, tankar, rútmur og tíðarmyndir av meira innvendum slag, uttan tó at seta seg uttanfyri og burtur frá heimsins rumbli. Tvørturímóti. Bæði Ichtus og Lívdin eru í mínum optikki lívsdefinerandi mitt á lívsins breyt. Takk fyri tað. Og takk til Ólavur Frederiksen fyri myndir og Kartna á Býarbókasavninum fyri at finna mær gomlu fløguna hjá Ichtus fram í kommunala savninum. Alt samvirkar í býnum, veitst tú.













Comments