Hesa vikuna varnaðist eg tvey dømi um filmiska styrki, sum við hepni vórðu brúkt í Kringvarpinum at lýsa avbjóðandi viðurskifti í tilveruni.
Í báðum førum við støði í vælvaldum og illustrativt
forteljandi privatpersónum, eg ikki havi sæð fyrr, og tí bera boð um haldgott
kanningararbeiði, research, og innramming at skapa og eygleiða eina viðkomandi søgu á sannførandi hátt beint á staðnum.
Væl at merkja her hjá okkum, so vit í ein ávísan mun kunnu
leggja über løgnu svenskt tekstaðu fólkaupplýsingarsendingarnar aftur um okkum,
nú heystið er yvir okkum og vetrarskráin er í væntu.
Í fyrra førinum ein ung kona, sum stutt eftir føðing varð
rakt av tunglyndi, og inniliga nemandi og greitt greiðir frá um gongdina, støðuna
og avleiðingarnar - heima við egið borð, mótvegis óvirðiligu gongdini at brúka web kamera.
Innslagið var í Degi & Viku mánakvøldið, og er tí ein
kvalifiserað og munagóð, fyri ikki at siga sterk, viðmerking til tær politisku sparingar
á fíggjarlógini, sum raka kvinnur í hesi støðu.
Veika persónliga støðan, kvinnan hegnisliga greiddi frá um,
bleiv sterkasta tíðindabrot eg minnist yvir eitt langt tíðarskeið frá
tíðindaredaktiónini.
Fotografur var Bjarki Thomsen og journalistur var Birita
Matras Petersen.
Seinna dømið um filmiska styrki í Kringvarpinum var fimmogfjøruti minuttir drúgvi heimildarfilmurin "Leivur vil liva", ið varð sendur hóskvøldið.
Í skránni stendur, at hetta er føroysk dokumentar, bent sum
kvennkynsorð, ein sjangra og eitt format, ið Geytin síðan 2012 hevur kallað
heimildarfilmur. Vil mæla til at Kringvarpið sum størsti aktørur á økinum ger
tað sama sum grannahúsið, Norðurlandahúsið, har Geytin hevur heima.
Í Kringvarpslýsingini lesa vit um filmin: "Leivur hevur
verið sproytumisnýtari í nógv ár. Hann vil gjarna sleppa burtur úr misbrúkinum, men tað er ikki so lætt.
Í sendingini fylgja vit honum í gerandisdegnum á Herberginum, har hann hevur
búð tey seinastu árini."
Viðmerkt
verður, at í sendingini eru myndir, ið kunna vera ógvusligar fyri summi. Kringvarpið hevur tí sett 11 ára aldursmark á "Leivur vil liva".
Lagt til
rættis hava Birgit Carina Eliasen, journalistur, og Bárður Veihe, fotografur.
Redaktørur er Finnur Koba. Hálvt ár hevur arbeiðið tikið, segði Birgit Carina, avklárað, í Morgunsendingini, har tey umrøddu etiskar ivaspurningar og anonymitet. Føroya fólk skal síggja, tá hann sproytar seg, sigur Bárður. Kann hann hjálpa einum, ikki at koma í hesa støðu, so er sendingin tað verd, hevur Leivur sagt við tey bæði.
Navnatalvan
hjá Hagstovuni sigur, at 69 eita Leivur og í fjør var ein drongur føddur, sum
fekk navnið Leivur. Í 2007 itu 87 menn Leivur. Í eini gamlari talvu hjá
Hagstovuni sæst, at tá talt er upp í listanum við 50 teim mest brúktu
mannfólkanøvnunum er Leivur mitt millum Árna og Jacob. Vit kunnu øll verða
Leivur og hann kann verða ein okkara allra.
Fara vit
í plátuskaldskap, sum hjá Neil Young, so fáa vit í LP plátuni
"Harvest" frá 1972 grundtónan í heimildarfilminum og støðuni hjá
Leivi í næstseinastu skering á síðu tvey "The Needle and the Damage
done". Ein plátusøga at grunda yvir lívið, hvussu tað veruliga er, tá fólk
úr kjøti og blóði traðka út úr teim skuggum og tølum Hagstovan gav, og siga
okkum filturleysu søguna beint í kamera. Ein lívsløta, sum er sterkasta byrjan,
Kringvarpið eftir summarsteðgin kann bjóða okkum um og úr vónleysa viðgerðarringdansinum,
sum eftir hesum sterka og nærverandi cinéma vérité, ella nútíðar sannleiksfilmi,
er galdandi í okkara nútíðarsamfelag, har Martin Kúrberg er einasti
bakstoppari.
Leivur Halldórsson stríðist við armin og sproytuna inni í einum óruddiligum kamari. Myndin fer í
slow, men so er fokus og eyguni glógva, sproytan hevur rakt nakað. Afturvið stillførum
akustiskum gittartónum, helst úr áðurnevnda sangi, er hetta tag og intro til
filmin.
Leivur
situr úti, roykir ein guv, á vegginum er grafitti. Tá hann slær stubban niður í
vegin síggja vit, at hann er framman fyri blýgrøna Landsjúkrahúsinum. Kargi
teksturin upplýsur okkum um, at nú vil Leivur enn einaferð royna at gerast
rúsfríur.
Hann skal
til blóðkanning, tosar nógv, peikar laborantinum, sum spyr, hví hann er her, á æðrarnar.
Eg geri
hetta fimtan ferðir um dagin, sigur Leivur speiandi og nervøst speedsnakkandi,
tá laboranturin leitar eftir eini móttakiligari æðr.
Góðsligur,
tíðindafróður og livandi andlitsútrykk, men tærdur og heimleysur. Vigar 59
kilo. Eg sleppi inn allastaðni, men mín rúsur ger at eg ikki sleppi. So renn
meg í reyvina, sigur hann flennandi, og tó turt konstaterandi um støðuna. Nú má
eg til Leirvíkar at fáa okkurt, sigur hann óróligur, tí stoffini koma í
bylgjum. Tað eru reseptirnar, sigur hann, og vísur illustrativt lívssyklusin
hjá einum misbrúkara, nú farið er um veturnætur hjá okkum, sum eru sjónvarpshyggjarar uttanfyri.
Ein vinur
ringir, klárur at koyra, og á ljóðsporin hoyra vit stingandi sproytusangin hjá Neil
Young. Hetta boðar frá sterkum, hugsi eg, hugfangaður av vælkomponeraðu søguni.
Men tað gekk illa
í hond.
Hann er í bundnari troyggju, veggurin er grønur og átta fólk hava einki fingið, sigur hann. Eg blívi klikkaður. Hann greiðir frá, at hann fekk eina hálva retalin, sum ikki er til at frata av. Tey selja medisin her, sum tað var stoffir, men tað er dýrari. Í Danmark hevði eg fingið alt, men hevði doyð beinan vegin. Heroin er mítt stoff og mín favorittrúsur. Í sekstan ár havi eg sproyta meg.
Livratølini
eru eitt lítið sindur hækkaði, men annars er hann frískur sum fiskurin, sigur
blóðkanningin, vit byrjaðu við.
Tey hava
eitt stuttligt tosingarlag, Leivur og Sonja Tungá frá Herberginum. Martin
Kúrberg kemur inn í køkin og tryggjar Leivi eitt pláss á Heilbrigdinum.
Saman við
Birgit Carinu fáa vit eitt flash back til fyrstu royndina hjá Leivi við heroini og
eini røð av øðrum stoffum, saman við tveimum vinmonnum, har annar er deyður og
Leivur ikki veit, hvar hin er í dag. Tað var á Íslandsvegnum, sigur Leivur úr
sofuni. Íslandsvegnum. Tað ger filmin nærverandi og aktuelt viðkomandi yvir í
sjálvrannsakandi.
Ein
sterkur frásøgupartur er, at 24 minuttir ganga, til vit síggja journalistin í
sendingini. Hon hevur hoyrst í bakgrundini, fotografurin eisini, men
Birgit Carina sæst bara hesa ferðina.
Leivur er
livandi og skemtiligur forteljari. Sjálvspeiandi, men djúpt, sigur hann frá um, tá tað punkterar fyri nálini.
Tað er ein flýggjan frá barndóminum, uppvøksturi, misbrúki og at verða bankaður. Eg valdi hetta, men hevði allar aðrar møguleikar.
Hann
sproytar seg púra laiv og vit fáa at vita at prísurin er 900 krónur fyri
skotið.
Frá at
vera nummar eitt eri eg nummar sjokk, sigur hann um gongdina í rúsinum. Mann doyr ella drepur seg, sigur hann ósentimentalur, hóast eg eri sannførdur um, at
menniskjað Leivur vil tað annarleiðis. Nógv annarleiðis.
Hann er
væl orðaður og fokuseraður í hvørjum setningi. Men tað er ringt at elska seg
sjálvan, tá mann hevur turbo ringa samvitsku, sigur hann fram fyri seg, og
tosar um at vaksa upp í einum brotnum heimi.
Tema
sangurin hjá Neil Young fer yvir barnamyndir, sum í mínum optikki er sterkasti
partur í filminum, tí hetta kundi rakt ein og hvønn.
Og so
havi eg brølandi ADHD sigur Leivur.
Umframt Sonju og Beintu, er Martin trúfasti persónurin, sum er um hann. Hann bankar á hurðina og sigur, at nú sleppur tú á Heilbrigdið. Mánadagin.
Og so í
lága bláa húsið, sum var laboratorium, at vita um niðurtrapping.
Mamman og
systrarnar vita um gongdina og øll eru glað.
Tað
verður psykiatriska deild, tí har er medisin.
Ávísing skal til frá kommunulækna. Martin pressar á at fáa Leiv inn skjótast gjørligt.
Forðingar eru alla staðni og alla tíðina, tí alt er tungt, ja tungt fyri bara at vera og blíva tungt í sær sjálvum, er tankin eg fái. Vit liva í einum vaðandi blýsamfelag. Hyggjarin fer at ivast, hvør er viðskiftafólkið, hvør tænastan er og hvar miðdepilin fyri henni er.
Og í morgun minnir Marna meg á Facebook á ein góðan gamlan Kinks sang, "Trust your heart" (1978), har orðini ljóða:
For those who administer injustice and pain
Comfort the weak and feed the poor
What on earth do we need government for?
Leivur er um at missa mótið, tí alt er ein ótrúlig forðing í vælferðarsamfelagnum. Kamera fangar í frástøðu eitt drama uttan fyri skaðastovuna, og so eru vit aftur á Herberginum.
Læknin fær
boð.
Nýggj roynd verður gjørd at verða avrúsaður á psykiatrisku deild, men tað gognur ikki og hann er aftur á Herberginum. Móttøkan hjá konuni var keðilig og ikki semjusøkjandi, sigur Leivur í sterka heimildarfilminum.
Vit
síggja Leivur aftur á kamarinum við sproytini í arminum.
Ein filmur av lívsins síðu, sum kann kasta skuggar á øll, har Herbergið
stendur fremst fyri við góða orðinum og góðu royndunum í einum at síggja til
afturlatnum samfelag mitt í býnum.
Liðugt.
Komi í
tankar um sangin "God Loves a Drunk" (1991) hjá fráhaldsmanninum, Richard Thompson, sum fyrr
var við í Fairport Convention, har hann um rúsaða drykkjumannin sigur:
..a drunk's only trying to get free of his body
And soar like an eagle high up there in heaven
His shouts and his curses are just hymns and praises
To kick-start his mind now and then
Sum almennur meiningsdannari byrjar Kringvarpið heystið við so sannførandi filmiskari styrki, at miðlastøðan og uppgávan kring tunga hugtakið public service, verður klár og skillig sum sjálvdan fyrr. Og umframt Morgunsendingina, eg nevnd omanfyri, má eg úr morgunskránni hjá Útvarpinum í dag eisini nevna Breddan og Vágskálina, har eg í báðum sendingunum hefti meg við greiðar ávaringar, um við høvdinum undir arminum at geva seg undir ein myndugleika, tað veri seg yvir fyri læknum í ørindum á sjúkrahúsi fyrr í tíðini, ella skúlagongd og læraraarbeiði í føroyska skúlanum í dag, har alt, uttan opinbara orsøk, skal verða digitaliserað niður í minsta smálut, tí onkur í erva hevur keypt eina skipan. Kendist, sum sendingarnar gliðu inn í hvørja aðra. Stak gott útvarpsarbeiði.
Í galdandi public service sáttmála, sum røkkur til og við 2028, stendur, at ein nýggj og tíðarhóskandi journalistisk stevna skal orðast, sum skal málrætta framleiðsluna og lyfta góðskuna uppaftur meir.
Fleiri orð um tað eru ikki neyðug á hesum stað.
Eftir stendur, at í allari elendigheitini hjá heimleysum misbrúkarum í Havn, er tað ein miskunnsamt vøkur redaktionell avgerð, at bera okkum hesa opnu og bersøgnu søgu um Leivur, ið ikki fer at sleppa tær, heldur enn týski "Christiane F.: Wir Kinder von Banhof Zoo" (1981), skotski "Trainspotting" (1996) og amerikanski "Midnight Cowboy" (1969).
Umframt at gera livandi og dialogskapandi útvarp, hevur Kringvarpið filmisku styrkina, at kasta ljós á lívsins døkku síður.
Takk fyri virksemið og innlitið.




Comments