Mest nýtta orðið, tá viðmerkjarar verða endurgivnir í miðlunum, at siga nakað um spentu og broytiligu heimsstøðuna, er geopolitikkur, sum er nýggja buzz orðið. Alt fer um mark, og neyðugt er at søkja frágreiðingar úr einum fakfeltið, ið ikki longur byrgir seg inni í stjórnmálafrøði, men eisini søkir svar í landafrøðini.
Hetta er støðið, pallur og karmur um triða umfari í bretsku sjónvarpsrøðini
Vigil, ið byrjaði við eini morðgátu umborð á einum kavbáti, sum út fyri skotsku
strondini dróg ein trolara til botns. Hóast søgan er fiktiv, er ein líknandi
hending í skotsku fiskivinnusøguni.
Seks partar eru í hvørjum umfari. Framleiðari er World
Productions og høvundur er Tom Edge.
Í hesum triðja parti er talan um eina standard whodunnit morðgátu,
í løtum av Agatha Christie slagnum, sum tó greitt skilir seg frá mongdini við
at fara til Svalbard við norskum sýslumeistara og løgregluovasta, har russar
eisini eru til staðar í fiktiva Baltegrad, sum í veruleikanum er Barentsburg, eins
og kinesiskir granskarar, sum í undirgrundini hava funnið møguleikar at loysa framtíðar
orkuspurningar. Upptøkurnar eru gjørdar í kavanum í Logyearbyen.
Og so verður skift millum henda filmiskt óbrúkta og
eksotiska lokalitet, og stórsta skotska býin, Glasgow.
Men tvey onnur viðurskifti eru hugtakandi.
Søgugongdin letur sjálvdan upp fyri, at parlamentarisk makt
er sunnanfyri og aðrastaðni enn í Skotlandi, og útfarandi kanningar- og løgregluarbeiði
er lagt í hendurnar á somu skotsku kvinnunum, sum í teimum báðum fyrru
umførunum.
Nýskapandi filmstyrkin er, at tær báðar liva saman sum par
við børnum. Hetta ger røðina, sum nú telur átjan stakar partar, forvitnisliga
heilt yvir í tað sjáldsama, tí hetta er ein gamechanger, ein broyting av teirri
machohevd, sum higartil hevur verið einaráðandi í krimisjangruni, har ein
slagferdigur maður, roykjandi á barr og í andstøðu við alla yvirvøld, er hannurin,
ið alt snarar um, frá Humprey Bogart til Mikael Persbrandt, uttan at falla
niður á spekulativa støðið hjá Wachowski brøðrunum, tá teir í 1996 gjørdu
filmin Bound.
Hvussu leikur fer í øllum teim seks pørtunum í nýggja umfarinum
av Vigil, fari eg ikki at endurgeva, tí so fer allur spenningur, sum ein
krimifilmur og morðgáta byggir á og livir av. Avdúkingin, er endastøðini fyri
putlispælið, sum ein tílík filmisk gáta altíð er.
Danska Agnes Obel syngur eyðkennislagið.
Avbjóðingin er at gera dagdvøljuna nýskapandi. Tað hevur
hepnast við bretsku røðini Vigil.
Vigil sæst á heimasíðuni hjá Danmarks Radio.


Comments