Í dag var podvarpssamrøðan hjá Sólvit, sum var einsamallur, um mentan og list á fíggjarlógini, og hví politikarar hava so torført við at játta pengar til mentan.
At tosa
um evnið hevði Sólvit fingið oyggjafelagan Oddfríð M. Rasmussen, sum er lærari, rithøvundur,
ritstjóri og var í mong ár formaður í LISA, ið er Listafólkasamband fyri ellivu
feløg.
Við
bakrund sum politikari og formaður í mentanarnevndini í løgtinginum, útvarps og
sjónvarpsmaður og viðmerkjari, er Sólvit heldur ikki nakar ársungi á økinum.
Hann
heldur, málsøkin, at listafólkini skulu bera kjakið, og sóknast eftir virknari dialogi
á økinum.
Útvarpsendingar
eru eisini, leggur Oddfríður afturat, og nevnir Vágskálina og Kultura, men heldur,
at tær hvíla á einstaklingum, og at tað er torført hjá øðrum at sleppa til
mikrofonina.
Mann klappar ov nógv hvørjum øðrum á ryggin, tá talan er um mentan, heldur Oddfríður, sum ynskir, at entusiasman varð á støði við hana, sum hoyrist frá Tróndi Vatnhamar.
Eingin mentanarpolitikkur er orðaður og niðurskrivaður, hóast hann altíð fer í skuffuna beinanvegin. So tað nyttar heldur ikki, verður sagt.
Her skilji eg ikki fráveruna av entusiasmu.
Ein javnt og samt orðaður mentapolitikkur er alfa og
omega, grundlóg og motorur fyri krav um játtan á fíggjarlógini, haldi eg. So leingi hetta
samband er kvett, er lítið, fyri ikki at siga einki, at gera, sum kann optimera
játtan og umsiting av mentan og list, tá læraralønir eru betaltar.
Besta
gullkorn í sendingini, helt eg vera áminniligu orðini um allatíðina at
diskutera mentan, so at politikararnir, sum sita á tingi, fáa at vita, hvat
hetta snýr seg um, og at mentan er annað enn bara at vísa útlendskum gestum
føroyska myndlist, uttan á nakran hátt at geva ella sjálvir fáa innlit í líkindini
at skapa list.
Tá fimm minuttir
eru eftir, verður nomið við stóra evnið, sum er fílurin í rúminum, ella roysningurin
á tingi: Hví er tað so torført at fáa ein politikara valdan á ting, sum vil
arbeiða fyri list?
Oddfríður
sigur, at fekk hann mentanarliga makt í dag, so hevði hann trýst Tjóðpallin í
gjøgnum, hækka starvslønirnar og givið teimum, sum søkja um játtan at arbeiða
vit mentan, tað, sum tey søkja um. Tí tey skulu hava livilig kor at skapa list,
sum altíð hevur stórt avleitt virksemi.
Lisa, sum virkar fyri ellivu ymisk feløg úti um landið, er nakað passivt, heldur Oddfríður. Tey hava spælt húsavørðar í Hoydølum, Tjørnuvík og aðrastaðni, heldur enn at vera eftir politikarum, at arbeiða við korunum hjá listafólkum, so tey fáa eina løn, sum livast kann av.
Tosað verður um órímuligan ójavna á
fíggjarlógini, tí summi duga betur. Endamálið má verða ein meira samanhangandi
játtan á fíggjarlógini, so listafólk í størri mun verða javnt stillaði, semjast
teir um.
Góða prátið kundi havt meira draiv, eins góðar mikrofonir hjá báðum og minni bakgrundslarm. Eftir stendur, at Sólvit er skarpur spyrjari og eygleiðari. Góð sending við neyðugum kjaki. Takk fyri tað.

Comments