Skip to main content

Pisa dreingirnir sleppa til orðanna

Páll Danielsen er leikstjóri, nú Kringvarpið sýnir "Fólk og dólgar í Kardamummubýi" í Havnar Bio. Eg og abbasonurin, Olaf, hava fingið sess við síðuna av fyrstnevnda persóninum á drúgva leikaralistanum, Hjálmar Dam, sum er dólgurin Kaspar.

Teir tosaðu um Star Wars og allar teir góðu og minni góðu figurar og leiklutir, sum har eru, frá Luke Skywaker til Dart Vader, hina ljósu og hina myrku síðuna, so eg misti púra málið og sitifestið, meðan teir tosaðu. - Eg hugdi eisini eftir Star Wars, tá eg var lítil, sigur Hjalmar.

Frammanfyri situr Tórfríð Tavsen, sum er speedsyngjandi papageykurin við framúr røddini í filminum. Og tá vit ganga út, síggja vit Sofíu Nolsøe Mikkelsen, sum er Suffía mostur við tí hvassa og avgjørda málinum og tosingarlagnum, sum seinni í filminum kyrrast og lendir, og verður vinarliga innbjóðandi. Afturat henni er Kjartan Hansen, sum eisini er dólgur í filminum. Røddirnar eru valdar av einslistum og hóska fyrimyndarliga væl til persónstypurnar, og eru væl gjøgnum arbeiddar, so tú hoyrir tær nær og fjar, og tá tær fara út til vinstru ella høgru. Gott ljóðarbeiði at meta úr stólinum, har eg sat. Høgni Fagraberg hevur staðið fyri hesum arbeiði.

í Kardamummubýi er bara ein lóg: ”Tú skalt ikki plága onnur ella gera nakað ilt, annars kanst tú liva akkurát, sum tú vilt”. Jonna Mortensen í Barnaútvarpinum tekur ímóti við kardamummusnurlingum og minniligu grundlógini í býnum, og inanfyri spæla musikkskúlanømingar Kardamummusangir á marimba.


Ljóðbókanevndin upplýsir á heimasíðuni hjá Landsbókasavninum, at upprunabókin hjá Torbjørn Egner (1912-1990), um bæði skrivaði og teknaði, kom á norskum í 1955, og Eyðun Johannesen týddi, og gjørdi til útvarpsleik í Útvarp Føroya í 1961. Seinni kom leikurin út á EP plátu og Havnar Sjónleikarafelag setti hann á pall minst tvær ferðir, upplýsti kringvarpsstjórin, Magnus Dam, sum eisini segði frá um hinar tríggjar sjónvarpsdólgarnar, Bjørn Berint og Bjarta, innan magiska ljósið slóknaði og filmurin byrjaði.

Biografur, tað er upplivingarrúmið til film. Og tað er eingin sjálvfylgja, at vit eiga eittans tílíkt varðveitingarvert biografrúm, Havnar Bio, sum byrjaði sýningar ólavsøkuaftan 1961, og tá vísti filmin "India brennur" í widescreen og cinemascope. Tá vóru nógvir biografar í Føroyum og føroyingar gingu oftari í biograf enn skandinavar, men ikki so ofta sum íslendingar.

Fýraogtjúgu Kardamummuvísur eru í triðu útgávu av bókini, sum er prentað í Letlandi í ár, og kann keypast afturvið filminum í biografinum. Tá sæst og hoyrist at filmurin, sum varir 78 minuttir, fyri ein stóran part er sangleikur, har sangirnir, vit kenna so væl, ganga skjótari enn vit eru von við.

Takk til Kringvarpið fyri uppbyggiligan mentanarpolitik, ið hevur sett sær fyri at vera kommunikativur, leita upp og finna ein marknað - børnini.

Upprunin er norskur stop-motion-animatiónsfilmur frá 2022, sum er fyri alt húskið uttan aldursmark. Kann verða, at ein eldibrandurin í torninum kann hugsast at loypa hvøkk á smærri børn, men abbasonurin, sum er níggju, helt at brølið frá leyvuni gjørdi hann mest kløkkan, men tá sum ein tilætlað effekt í biografmyrkrinum.

Magnus Dam er fegin um samstarvið við Havnar Bio, nú triði føroyski filmur fer um løriftið og heystfrítíðin stundar til. Eins og fyrr, lovar hann tveir filmar um árið. Eri spentur, hvør næsti filmur á føroyskum verður.

Einki er at ivast í, at hetta málsliga, mentanarliga og tekniska filmsátak hevur størsta týdning í fyrstu haldbaru myndanini av føroyskum dialog- og talumáli hjá teim smæstu og teim, ið ganga í innskúlingini, sum teknokratarnir siga um yngstu flokkarnar.

Tá tú fleiri ferðir hevur hoyrt somu einføldu og tó slitsterku søgur, sum hesa, kann meir so henda, at ein nýggj fatan og tulking bráddliga tekur seg upp millum fólk í biografmyrkrinum sum í kvøld.

Tann tanki kom vissuliga til mín, at gamla norska grundsøgan hjá Egner um dólgarnar - sum stjala Suffíumostur, verða koyrdir í geglið, bjarga fugli og hundi úr brennandi torninum - eru Pisa dreingirnir, sum fáa ein second chance, verða rehabiliteraðir, og sleppa at hava sirkus og annars gera sum teir vilja, bara teir ikki plága onnur, ella gera nakað ilt, sum grundlógin í søgustaðnum, ið minnir um Marokko, sigur. Og sum prikkurin yvir i'ið hevur Kardamummubýur implementerað ein mentapolitikk, so vit fáa tónleik og altskyns ljóðføri afturvið, so býurin verður livandi.

Hetta er uppskriftin til nútíðarsamfelagið, fyri ikki um at tala miðbýin í Havn, hugsaði eg, tá eg við abbasoninum gekk úr føroyska biografinum og út í høvuðstaðarmyrkrið.

Atgongmukerki til upplivingina fáast við skivuna og á netinum í Havnar Bio, har útvið tveytúsund høvdu keypt longu innan fyrstu sýning.

Takk fyri sýning, Kringvarpið og Biografurin.

Comments