Eftir at hava verið í Spania í feriu og dyrka bacalao og kjakið um tosk sum søguligt gjaldoyra úr køldu norðurhøvunum gjøgnum tíðirnar, er tað ein lívsleingjandi uppliving av tilvitskuvíðkandi slagnum, aftur at smakka heimligan bankatosk, saltaður hjá PRG í Gøtu og borðreiddur á Barbara Fish House av Norman Savio de Souza úr Goa í India.
Eftir
Pan-Artic Vison í Norðurlandahúsinum er á innara ljóðsporinum Chansons des
mers froides, Sangir úr køldu norðurhøvum, hjá franska Hector Zazou.
Borðini eru tøtt og gólvbrettini gnadda og ríkja, sum ert tú umborð á skipi, kanska við Mobbadikki hjá Melville í havsbrúnni. Sjófarandi pallurin er perfektur til fiskamatstovu mitt í gamla býnum, har túnið er ein uppliving at fara um, nú tað myrknar.
Fert tú
inn á spanskar marknaðir kanst tú ganga eftir fiskinum, og fáa eitt prát við
sølufólkini um fiskileiðir og ein varhuga av mátum at tilgera bacalao, til eitt
amerikansk par bráddliga víkir pláss við best umtókta diskin í Mercat de la
Boqueria. Vilt tú hava friðarligari karmar og ikki so harðan dyst um plássini,
ber til at ganga yvir til Santa Caterina marknaðin.
Við rót
úr Føroyum er altíð spennandi at fara eina gastronomiska fiskaleið uttan at
blíva beinleiðis heimføðisligur, men forvitin møta tí fremmanda við opnum
smakkleyki.
Gestirnir
eru føroyskir, yngri fólk enn eg minnist hava sæð fyrr, til hesi fiskakvøldini
við Bankatoski heima í Havn alt síðan 2012. Átakið hevur eydnast og savnar
fólk.
Fyrst er ein appilsinmarkantur martini, sum er søtur og verður borðreiddur afturvið toskalivur av føroyabankatoski, løgd av einslistum oman á snerkt briochebreyð við brendari appilsin. Ein fullkomin rundferð longu í fyrsta kasti. Semja er við borðið um, at livur eigur at verða gagnnýtt í størri mun.
Tað eru
fýra mánaðir, síðan hon kom úr Filipsoyggjum og nú skal uppliva føroyska
veturin fyri fyrstu ferð. Tosa um klædnapløgg, regn, vind og kulda, meðan hon skeinkir
okkum franskt rosévín, Ultimate Provence, úr vakurt ríputari fløsku afturvið kokotxa,
sum lippur av bankatoski eita á baskiskum, afturvið pil-pil, omaná hálvum epli.
Hóast hon er hagani, gevur hon okkum tey ráð, ikki at koma till Manila, tí har
er overcrowded. Her í Føroyum er mest sum eitt friðskjól í allar hugsandi
mátar, kemur tú úr fjareysturi. Serveringin er skjót, informativ, málsøkin og
effektiv.
Afturvið
er hvítt Albariño úr Galisia og vit hyggja við Finisterre fyri okkum beint út í
havið. Lippan hevur eyðkendan linligan konsistens og ymiskt er, hvussu smakkurin
kann dyrkast og framalast. Minnist tú, hvussu Etika borðreiddi við ristum
lippum fyri árum síðan, so gloymir tú ikki fyndina í lippum til tað høvið. Kanska
byggir sushi júst á iberisku tapas siðvenjuna.
Afturvið
kjakinum fáa vit høgguslokk av Bankaleiðini við framúr hugtakandi og markantum
smakki til mína tungu, við brandadu og hvítleyki. Rætturin fær meg at
endurhugsa smakkin av høgguslokki, sum eg higartil ikki havi verið so nógv
fyri. Framúr.
Nú kemur spanskt vín við stuttliga navninum Murmuri. Skonkt afturvið klárari fiskasúpan, sum er soð av Bankatoski, ið verður skonkt úr kannu oman yvir rivnar mairøtur og chorizo. Eysturlendskt, kanska asiatiskt, úr mainstream smakkskránni við nudlum.
So kemur myrkt baleariskt reyðvín. Tað havi eg ikki smakka áður og kanni etikettina. Av Mallorka. Tað var vorið sum. Vín av oynni, sum fyri sjeyti árum síðan skapi nútímans ferðavinnu fyri vanliga fólkið.
Á borðiskinum er nú høvuðsrætturin - grillaður bacalao við góðum salati og kohlrabi úr Dímun. Ein leskiligur saltbiti, Bankatoskur, útvatnaður í Gøtu, men enn markantari, so markantur, at hann kundi kanska fingið ein dag afturat, men reyðvínið av Mallorka er so hugfarsligt, at tað er sum smellandi aldubrot, drúvurnar við saltfiskin.
Vit fáa søgur úr Grønlandi um suðringar, sum heimkomnir í fimmti árunum kundu siga frá, hvussu manningin á portugisiskum doruskipum bjóðaðu umborð at smakka ost og reyðvín afturvið saltfiski, teir sjálvir høvdu gjørt. Tað var fremmant fyri føroyskan góma og tungu.
Omaná er
raburbuísur og hvítkaka við spanskum søtvíni.
Ein tílík matsovuvitjan víðkar um summarið og far teg at dvølja ein løtu, hvat heystið hevur at bera, nú tú arbeiðir við leysum baktjaldi og ert tín egin, og innvinningarárið ikki er ein skráseting frá morgni til myrkurs í totalview. Eitt lívskvøld, har tú ert tín egin, og skalt læra teg, at, sum í sanginum, at síggja tað stóra í tí smáa, eisini í heimligum túni, nú hann myrknar.
Samarbeiðið millum fiskasmatstovu og fiskaútflytara úr Føroyum er javnt gott, fyri ikki at
siga framúr, nú tú sært, at fólk sita við flestu borðini. Saltfiskurin er ein eftirspurd og forvitnisliga vælsmakkandi vøra.










Comments