Skip to main content

Stuttflutt hjá Katrinu

Besti stuttflutti biti úr køkinum hjá Janus Einari, nú vit á heystardegnum hjá ST fara úr summartíð og taka veturin á okkum, er Lambacarpaccio við mosaðari bótarurt og rivnum trøllaosti, har turt kjøt frá Ólavi Andreasen í Norðradali er miðdepil og snúningsásur.

Bitin, sum er ein av trimum at deila sum forrættur, narkar seg perfektión í paraðari smakkuppliving, tá Sebastian skeinkir eina myrka roykøl við smakki av malti og karamell frá Faer Isles Distillery í Vestmanna afturvið. Tað eru vit fýra við borðið samd um. Framman fyri seg í køkinum hjá Katrinu í Bringsnagøtu hevur Janus Einar tey trý Johannes, Gerry og átjan ára gomlu Amandu av Sandi, sum er lærlingur á Hafnia.

Pernille er manager, matstovuleiðari, Sebastian hevur drykkirnar um hendi og Tóki er tænari við okkara borð.



Vit tosa eina løtu við Amandu, Sebastian, Janus Einar og Pernille um smakksamansetingina skerpikjøt og bótarurt afturvið roykøli, sum serliga harmoniskt væleydnaða uttan at verða fløt, men heldur fara yvir í tað spennandi og undrunarsama. Framúr.


Uppi á loftinum eru 27 jarðarmøður og gert tú tær ørindi út í roykiklivan, fært tú stuttligar søgur um tað at eiga, og um countrysangin Ring of Fire, sum hevur ein heilt annan týdning hjá barnakonum, enn Johnny Cash higartil hevur billað okkum inn. Eisini hoyra vit stuttligu søguna um, hvussu rosmarin í eini knappari vend kann verða tað besta neðraluktilsi í Afrika, har ein hevði arbeitt sum jarðarmóðir.

Skráin fyri kvøldið er í vakrari mappu, sum er estetiskt samhugsað við hølunum. Saman við fremsta tænastusinni er innbjóðandi hugni fremst fyri í mínari fatan av staðnum í kvøld, nú tey bjóða fram tað, ið heystið hevur givið. Sum í gastronomiska hugtakinum stuttflutt, eg fyrstu ferð sá í Gásadali, og eg hugsi at Lena Reinert úr Kaldbak var upphavið til.


Umframt lambskjøtið, borðreitt sum ein stjørna, eru hinir báðir rættirnir í fyrsta umfari í heystarmatskránni hjá Janus Einari grønmetiscarpaccio við kálrót, kolrabi, og pinjukjarnum frá Veltuni og handasta fatið er við moderat røstum fiski, mildur menn ikki at taka feil av, hvørki í smakki, anga ella kosistensi, sum er smørmjúkur og mettar allar angaknýttar sansir, sum verða forlystir við tveimum myrkum ølum. Samstundis varnist eg at tónleikurin aftanfyri er føroyskur. Kári P, Faroe Boys og allan vegin frameftir. Her er kínt fyri hvørjum smáluti, meðan øll ganga til handa. Og so er eitt avec glas við akvavitti úr Vestmanna við einum góðum smakkspektri frá Pedro Ximénez sjerri og mint í sær. Lítla reyða glasið við mjøði reinsar góman eftir ræsta feittið.

So kemur Johannes inn við høvuðsrættinum og greiðir frá so hvørt. Grønkál og gularøtur heiman av Sandi, stokt havtaska í sós av hummara og so glaserað lambskjøt oman á leskiligum eplamorli. Nógv og vælsmakkandi. Sum ein parafrasa yvir gamla kokktelyin, Ísbjørn, fáa vit Láturkóp í vínglasið, sum er undirsjóvar vodka við sisu og blóðappelsin.

Omaná er brúnakaka við súrgaðum mjólkaísi, sum Janus Einari hevur tikið upp eftir mammuni. Vit royna okkum við hepni at stoyta mettaðan kaffilikør omanyvir og fáa eitt glas av reyðum sour hindber afturvið, og tosa eina løtu um paringina myrkt kaffistout, íslendskt eins væl og russiskt, og so spontant belgiskt kirsuberja bryggj úr fruktum.

Nú eru stundir at fara niðan í nýggju kokkteylbarrina í Tubbak við Áarvegin, har Florence er heiðurskrýndur kokkeylmeistari á Makao. Tað er dygst við Hongkong, og Makao, sum er eitt útnes og tvær oyggjar, eru seinastu øki í fjareysturi, sum koloniveldi, í hesum føri Portugal eftir nærum 450 ár, hava latið frá sær. Vit tosa um smakkir og søgu, amerikansku forboðstíðina og hina helst longstu forboðstíð, hina føroysku frá 1907 til 1992, og lenda á ynskinum um ein gin baseraðan kokkteyl frá tíðini beint undan amerikansku forboðstíðini, Last Word, sum frá 1915 hevur skrivað seg inn í søguna hjá Detroit Athletic Club. Florence er til dystin fús beinan vegin og vit fáa eitt spennandi prát um heimin við kokkteylgløsum og hvat man, alt eftir ynski, koyrir í.


Ein søgu- og smakkrík uppliving við stuttfluttari matservering í miðbýnum í Havn, nú klokkan skal flytast, so vit fingu ein tíma aftur. Kanska er tað vert at skifta orð um hugsjónina og nyttuna at skifta millum klokkur, heldur enn at hava eina javnt stringenta klokkutíð at ganga eftir alt árið. Livst so spyrst. Men vetur ella summar so er matstovuvinnan í Havn innbjóðandi og spennandi. 


Hetta var ein lýsing fyri matstaðin KC í Bringsnagøtu og kokkteylbarrina hjá Tubbak á Áarvegnum, sum bæði eru í Havn.

Comments