Aldri havi eg so ofta, sum í ár, hoyrt orðið polarisering brúkt í tosi og tíðindum. Alt verður sett upp sum polariserandi mótsetningar.
Í morgunsamrøðu
skjýtur vitlíkið, sum var ársins orð í 2023, upp, at gera myndina, sum sæst omanfyri,
at lýsa ársins orð, sum vit semjast um, eigur at verða andstøðuskerping.
Men hvat
er eitt orð?
Tá vit til
gerandis tosa og skriva á føroyskum, og einki forðandi fyrivarni hava fyri at brúka
tey orð, ið frammi eru ella ikki, og enn minni liva í málsliga óttanum um, at heiðurskrýnda
móðurmálið fyrsta dagin fer fyri bakka, er stuttligt at skriva og fylgja við, hvørji orð
verða vald sum ársins orð - og hví.
Í tíggju
ár hevur morgunsendingin í Útvarpinum, Góðan morgun Føroyar, skipað fyri kappingini
um ársins orð. Takk fyri tað. Orðið verður valt fyri at lýsa tað, sum hevur merkt almenna
samfelagskjakið mest tað árið. Í dómsnevndini eru umboð fyri Málráðið,
Føroyamál og Føroysk miðlafólk.
Síðan
2016 hava hesi orð verið vald sum ársins orð:
2016 – Hjúnabandslóg
2017 – Fiskivinnunýskipan
2018 – Ræstkjøtaburgari
2019 – Heimafriður
2020 – Sóttarhald
2021 – Sammóðir
2022 – Stuttflutt
2023 – Vitlíki
2024 – Langtíðarhaldføri
2025 – Suðuroyartunnil
Hyggja vit at orðunum, sum vald eru hesi árini, síggja vit
eina undarliga og ikki altíð so skilvísa raðfylgju, sum dømi um úrval og
metingarstøði, og enn undarligari orð, tí sum lurtari í einum útvarpslandi, er tað
ofta ringt at fylgja við og skilja, hvør orsøkin var, at velja akkurát hetta
til ársins orð. Tað tykist skifta frá ár til ár, ella frá limunum í
grundgevandi dómsnevndararbeiðnum sama ár.
Í skjótt undanfarna ári kundi eg til dømis í villfarnum
einingi funnið uppá at valt orðið Dolly. Men tað hevði neyvan givið meining, at
sagt ársins Dolly um eitthvørt í ár, til dømis Meira Dolly og minni Trump. Ella
GTA6. Ella bólkur 5B. Ella H-bygningur. Ella varandi orðaklassikararnir stættastríð,
bústaðatrot, fátækraváði og økismissur. Ella dronur, hermót, reyðflagg og geopolitikkur?
CoPilot sigur um myndina omanfyri: Her er nýggja útgávan við
orðunum KRÍGGJ og FRIÐUR hvør sínu megin av kloyvingini, sum undirstrikar
hugtakið andstøðuskerping. Miðskeiðis kann ein djúp riva ganga gjøgnum myndina
og gjøgnum Føroyakortið. Fólk standa á hvør sínari síðu og venda sær frá
hvørjum øðrum, meðan litirnir á báðum síðum gerast alt meira andstøðufullir. Tað
gevur eina greiða mynd av polarisering: alt verður tulkað sum mótsetningar,
tvíningar og val millum tveir pólar. Orðaparið TÍTT | MÍTT niðast er serliga
sterkt, tí tað flytur fokus frá sak til identitet. Eg kann eisini gera eina
veruliga plakat-/valplakat-stíl mynd við hesum uppsetingini, sigur vitlíkið hjá
Microsoft í morgun. Men hetta røkkur og er nóg mikið afturvið morgunkaffi.


Comments