Nú kann eg líka so væl ganga plankan út, sigur
høvuðspersónurin, eftir at hava slept Koks og skapt Paz, sum nú skal lata upp.
Myndin er úr einasta sekvensi í heimildarfilminum Paz, har
vit eitt ørstutt bil síggja høvuðspersónin, Poul Andrias Ziska, saman við Eyðuni
Muller Thomsen, sum hevur gjørt eitt-kamera filmin um tvífalda Michelinstjørnu-kokkin,
sum í handilsgøtuni í Havn fer undir matstovuna, ið fær sjálvsagda minimalistiska
navnið, Paz.
Tað er í sær sjálvum eitt mál at seta sær í filmsgerð, aldri
at hoyrast ella síggjast, tí frá byrjan er listaliga sannføringin ein onnur,
enn at flagga og promovera seg sjálvan, nevniliga at lata høvuðspersónin eiga
orðið, atferðina og rúmið inni og úti alla staðni, har hann kemur og fer.
Tá verður tað, sum tosar hann til okkara, sum í kvøld hugdu
í sjónvarpið. Eitt filmiskt frásøgusnildi, sum via miðlandi millumfólkið er
krevjandi, tí tað í hvørjum sekvensi krevur, at tú kennir høvuðspersónin so
væl, at hann hevur fullkomið álit á tær, tá tú ert har. Og skal søgan hanga
saman, skalt tú verða har, tá nakað hendir. Og so er at klippa. Klippa tætt og
snøgt. Eisini tað hepnast.
Tá partarnir harafturat eru samdir um ein rock and roll máta
at filma, hugsa og tosa uppá, ja kanska punk onkustaðni, so verður úrslitið
sjáldsama livandi og óangrípuliga ektað.
Hetta situr bara. Er heilrunnið, hóast nógv í tilgongdini at
byggja og royna matstovuna gongur av skriðuni. Tað er sum einki, og verður bara
ein stuðlandi partur upp undir gerandisligu søguna, sum siktar eftir list, føroyskari
matgerðarlist við altjóða sikti, so vit fáa eitt autentiskt gastro tourist
gaze, sum byggir á hópfígging og lántøku, væl krúddað við jøvnum iva, ið ger
søguna sannførandi ektaða, tí her verður alt ofrað. Meðan kamera gongur. Gamaní
kunnu tey kanska síggja, at eg dugi ikki við pengum, men at síggja, at eg ikki dugi at
gera mat, tað sker ikki, er ein av søgunum, ið gleppa av munninum á
høvuðspersóninum. Tað stingur eitt sindur djúpri, sigur hann.
Málið er at fáa eina stjørnu og sum í ævintýrunum fær hann
tvær.
Alla staðni er kamera til staðar. Og alla tíðina uttan at
taka yvirhond ella yvirhøvur at registrera spyrjaran og kamerahaldaran.
Sum hyggjari taki eg hetta sum eitt greitt signal til okkum
framman fyri sjónvarpinum. At
hetta er gjørt okkara vegna.
Í navninum
hjá public service er nærveran hjá Eyðuni umsett til søguskapan av hægsta
karati. Eitt kamera, hugsi eg, mest sum allan vegin í gjøgnum. Restin er góð og
tøtt klipping.
Framúr
hóskvøldsfilmur um Poul Andrias Ziska á egnum beinum.

Comments