Skip to main content

Faderhuset

Mikukvøldið varð nýggi danski filmurin "Faderhuset" sýndur fyri fullum húsum í Filmsfelagnum. Stjørnan, Trine Dyrholm, sást í høvuðsleiklutinum sum hin veruliga Ruth Evensen, ið keypti søguliga og nógv umrødda Ungdomshuset frá 1897 við Jagtvej 69 á Nørrebro í Keypmannahavn. Ár 2000 hevði kommunan selt húsini til eitt felag, sum síðan seldi húsini til fríkirkjuna Faderhuset.

Á heysti 2006 bað kirkjan, sum í pørtum av aktuella filminum verður kallað ein sekt, løgregluna rudda húsini, so øll tey ungu andstøðufólkini, ið høvdu brúkt húsini til undirgrundspall og tilhaldsstað, kundu verða sett á dyr.

Pressan er væl umboðað, tá farið verður undir at taka húsini niður hin 1. mars, og út móti midnátt hin 6. mars er alt jarðlagt. Sjónvarpsstøðir filma ógvusligar samanbrestir og fleiri enn 700 ung verða handtikin millum kastiskjúts og brennandi bilar.

So er pallurin strikaður av í miðlunum og øll síggja og fylgja við, har hin góði og óndi bresta saman á opnum skermi.

Helst er narrativið givið uppá forhond, at tey góðu eru tey virknu ungu, hóast nakað ógvuslig, og tey illu og óndu, eru tey, sum við pengum hava keypt seg til bygningin, uttan at hava nakra aktiu ella nakað søguliga forankrað áhugamál í honum.

Tey ungu hava hongt ein dregil á veggin, har tey siga seg vera komin úr helviti. Ein úr Faderhuset, haldi tað er Kristina Djarling, sigur í sjónvarpskamera, at hetta er tað, tey vilja berjast ímóti, og nevnir sum tað fyrsta homoseksualitet.

Markið millum fakta og fiktion verður roynt, so vit fáa ein spælifilm og innset klipp úr miðlunum. Tað er einki nýtt í tí. Tað nýggja er, at trý úr Faderhuset leggja teim leikandi lag á frá senu til senu og hvussu orðini skulu falla.

Tilsamans ger hetta "Faderhuset" til ein samansettan spæli- og heimildarfilm, sum fokuserar á úrvald evni, og fær tey veruligu úr tátíðini og tey leikandi úr nútíðini at síggja seg sjálvi, og skifta orð um evni sum submission, at verða leiðaranum undirgivin við lýdni og eyðmýkt, og meira luftig og torgreidd evni, sum makt og manipulatión, ið eru heilt stóru evnini, filmurin snarar um.

Í somáta heintar filmurin frásøgukynstur frá "The Act of Killing", sum amerikanski Joshua Oppenheimer gjørdi í 2012, og fekk bøðlar og offur hjá Suharto-stýrinum í Indonesia mitt í sekstiárunum at møtast og spæla hvør sín leiklut í nútíðini, terapeutiskt, avdúkandi og teatralskt. Í løtum minti aktuelli danski filmurin um "Faderhuset" eisini um dogmufilmin "Idioterne" hjá Lars von Trier í 1998, ið eisini er um ein búfelagsskap, har fólk vilja realisera seg sjálvi á einum nýggju staði í andsøgn við øll, sum eru uttanfyri.

Umframt at vera avdúkandi og fara aftur um tíðindini, er filmurin áhugaverdur, tí hann steðgar við, hvussu fólk fara við hvørjum øðrum, interpersonell viðurskifti, sum helst altíð finna tað skipaða virði, sum skúlasøgan "Lord of the Flies" hjá William Golding frá 1954 leggur upp til, tá ein nýggj eind og skipan flytir inn á eitt nýtt stað, og samstundis forsakar heimin og alt sum er uttanfyri. Støðan verður tá merkt av hernaðarligum virksemi, at vera Kristi stríðsmaður og -kvinna í einum óndum heimi, har alt bendir á, at vit eru í seinastu tíðum.

Sjáldsamt, at ein filmur, sum hesin, verður gjørdur, nær út til fólk, sum í hópatali møta upp, og hartil fær hugvekjandi positiv ummæli.

Filmur er ein sterkur miðil. Og tá hann aftur og aftur sæst í nýggjum skapi, er tað spennandi at fara í biograf.

Comments