Leingi, ja í áratíggju, havi eg verið sannførdur um, at samkomur
eiga ella í minsta lagi hava fostrað teir tónleikarar og sangarar, eg seti rættuliga
frammarlaga í einum landslagi av ljóði, ið norski Alf Emil Eik fyrst í fýrsunum
navngav og pakkaði inn í ein jólapakka og kallaði
lydarkitektur og seg sjálvan ljóðarkitekt, sum málaði hann eitt rúm og landslag
úr ljóði.
At ljóðið verður fjórði veggurin, vendur móti okkum av siðbundna
sjónleikarapallinum.
Sjálvandi veldst alt um resonansin eftir
upplivingarparametrunum hjá Hartmut Rosa, sum eg havi nevnt áður, og hvussu tú
tekur hansara sosiologisku krosskipan til tín í eini roynd at skapa meining, ið
gevur resonans júst í tíni tilveru.
Í tekstinum á nýggju LP plátuni Onkustaðni er ein viðarlund (Tutl 2026) ger Benjamin Rajani greitt, at hann er kristin.
Tað er annan
vegin eitt bæði klárt og sterkt sólartekin at parafrasera fremsta sangskaldið í
fríkirkjum á okkara leiðum, Linu Sandell, við orðunum Bert ein dag, og eitt
bil, í senn, Harri mín í "Eitt tekin um lív", og hinvegin er tað ein
avmarking, sum at prædika til kórið, tá sagt verður Eg elski mín Gud í "Eg
vil nógv meir".
Tað at
draga á bæði og vera leitandi sum ungur tónleikari í hesi hevd førir meg sjálvan
suður gjøgnum Sundalagið. Brøðrasamkoman, eg vaks upp í uttan nakra avmarking,
hvørki í tónleiki ella filmi, var eisini ein bilmentan og er tað ivaleyst enn.
Og tá Benjamin, uttan at tengja hann at nevndu meinigheit, fer heilt upp í
falsett í organisku koyringini í lendinum, eri eg fangaður longu í fyrstu skering.
Frálíkt,
persónligt og hugtakandi eins og bilsangurin á fyrru plátuni.
"Upp
úr nalvanum" er ein bergtakandi rokkari í einum innbjóðandi landslagi, sum
heldur fram, men nú við vilt livandi trummum í fevnandi botninum og klokkuklingandi
ljómborði til báðar síður, sum tryggjar útsýnið í breiða landslagnum.
True widescreen.
"Avmarkingar"
byrjar við disharmonium á elgittar sum á fyrstu plátunum hjá U2. Tunga
svingandi trumman er stevføst í botninum. Og so er tað bassurin og klingandi gittarin. Jú,
hetta er sum rewind til bestu dagarnar við U2. Ótrúligt, sum ljóðmyndir kunnu
flyta okkum til nýggj støð og nýggj minni, vit langt síðan høvdu gloymt at vit mintust. Stuttligt
og spælandi við orðum, sum rútmiskt verða hildin upp móti insiterandi rútmum í
rokkhevdini, tá hon er best og mest innbjóðandi, á markinum móti lovsangi, men
við innbygdum mótráki av klagu.
"Í
20'unum" verður sorgblítt sungið um at fáa húgvuna og tey gomlu vórðu glað.
Ein puslibrikkur á leiðini at blíva vaksin, I guess, verður ivandi ella kanska
sjálvspeiandi lagt afturat, sum ein ytri kommentarur til egið lív. Hetta
sjónarhorn klæðir sanginum.
"Í
ørviti" er aftur ein sangur um at renna og bera slips, tí siktað verður
høgt. Mítt mál er høgt, men mangli botn. Skiftið í røddini er hugtakandi millum
sang, klang og mjørka. Spælandi.
Fyrsti
sangur á hinari plátusíðuni, "Glopraregn", byrjar við obetaliliga
góðu inngangsstrofuni Eg passi enn í búrið, ið eg fekk sum barn.
Hetta er tað mest tekkiliga við allari vinyl plátuni, sum er reyð og í tjúkkari
pressing og tekur heitið úr hesum sangi. At verða í dialog við seg sjálvan,
skuggan, breyðið og fáa tað at ríma uppá Jákup Veyhe. Spælandi við rútmiskari
samspælsfynd, sum í orðum ikki bara er harmonisk, men eisini stendur ímóti.
"Gott
og ónt" byrjar aftur við opna klingandi elgittaranum, sum syngur út í
heimin. Vit eru á Vaglinum í Havn millum stjórar og heimleys, børnini í Sýria,
standa undir stjørnunum og leingjast eftir ríkinum. Rúmdarstørt.
"Mín
síðsti sangur" er, sum sagt verður, hin síðsti av tíggju á hesi LP plátuni.
Men í eini elektroniskari keyboard kakofoni rakar, kyssur og knúsar hann
ljóðmúrin og byrjar av nýggjum, so hetta verður mín fyrsti sangur. Gloymdi,
lívið er eitt undur, sum seinasta ørindið sigur.
Hugtakandi.
Tað
gongur í ring, at leitanin frá tí trygga og at liva upp til tað, sum tey gomlu
vænta í sanginum "Í 20'unum", er tilvitaða spennið undir tekstinum og
ljóðmyndini gjøgnum alla plátuna.
Orðini,
løgini og framleiðslan glíða inn í hvørt annað við einum natúrligum smidleika, elastisiteti,
kring ein gjøgnumskygdan elektroniskan ljóðbotn, sum ongastaðni verður eitt
massivt apparat av ljóði, har orðini ikki fáa rúm. Tað er framúr. At allir
partar fáa pláss. Og tú lættliga fert at murra afturvið skiftandi sangunum, í
løtuni er tað "Upp úr nalvanum".
Takk fyri
ljóð, lurt og orð.

Comments