Skip to main content

Mentan, mjólkan og ítróttur

 

Avvísta IOC málið gevur okkum høvið til aftur at hyggja at samgonguskjalinum hjá landspolitisku heimaflokkunum og framhaldandi mjólkanini hjá ítróttini í tí almenna heimageiranum nú og framyvir.

IOC er ein nýggj avbjóðing, og fær ivaleyst tey flestu at skilja, at vit mugu gerast ein sjálvstøðug tjóð.

Undir yvirskriftini Mentamál síggja vit í Samgonguskjalinum tíggju punkt, har tey fyrstu átta eru av slagnum, sum Jacob Haugaard fann uppá sum eina parodi yvir lyfti hjá øðrum politikarum, tá hann stillaði upp í 1994, og bleiv valdur, helst uttan at hava ætlað og enn minni væntað tað. Tey seinastu tvey eru av serligum ørindaslagi, tí mentanar- og fíggjarpolitiskt venda tey sær beint móti IOC og ÍSF, sum eru vagnarnir, ið fara at finna okkum frælsi til egna umboðan úti í ítróttaheimi og kanska heimi yvirhøvur.

Hesi eru mentamálini hjá samgonguni:

Føroyska málið og mentanin eru grundarsteinurin undir okkara samleika. Tað er av alstórum týdningi, at hesi verða vard og styrkt á øllum økjum. Noy dekan. Og man nakar vera ósamdur í tí?

Vit skulu virka fyri, at framleiðsla av føroyskum tilfari til børn og ung verður raðfest á øllum miðlapallum. Ja, tað er sanniliga vert at virka fyri. Neyvan er nakar, sum ikki tekur undir við tí.

Teknmálstulking skal styrkjast. Ja, tað er sjálvsagt.

Listin skal stuðlast, men hon skal ikki stýrast, og vit vilja, at stuðulin til list verður raðfestur hægri. Góð orð. Men hvat fylgir við orðunum? Er tað sum í tanker er toldfri?

Vit vilja, at fleiri børn og ung skulu fáa atgongd til musikkskúla. Ja, øllum skal standa í boði at fáa atgongd til musikkskúla. Gud náði tann, sum sigur tað øvuta, ella forðar ávísum oyggjum og bygdum at sleppa á musikkskúla.

Siðbundna mentanin verður styrkt. Ja, har skal sterkt stev takast at tryggja tað siðbundna, tað er klárt.

Skipanin við miðlastuðuli verður endurskoðað. Ja, tað skal eg lova fyri at miðlastuðulin er endurskoðaður. Herrejemine.

Fólkakirkjan skal kunna dagføra kirkjubygningarnar til dagsins tørv, eitt nú viðvíkjandi atkomuviðurskiftum. Ja, kirkjan skal kunna møta dagsins tørvi. Klárt.

Føroyar skulu hava limaskap í altjóða olympisku nevndini, IOC. Now you're talking. Her er orðið skal brúkt og adressan og endamálið er klárt. Greið politisk tala.

Ítróttar- og frítíðarfelagsskapir skulu hava góðar umstøður, og ÍSF skal stuðlast fíggjarliga. Aftur her verður tosað greitt, adressa verður sett á og her verður fyri fyrstu ferð í mentanarkapitlinum hjá samgonguni hetta fýra ára skeiðið sagt og staðfest, at vit tosa um fígging og ikki bláa luft. ÍSF skal fíggjast.

Soleiðis liggur landið.

Gott, vit hava IOC og ÍSF sum politisk leiðsluamboð at náa fullkomna føroyska tjóðarfrælsinum. Um ikki annað, so sum eina áminning.

Comments