Í dag var fundur í Visit Faroe Islands, har Guðrið Højgaard, stjóri, legði fram miðvísa arbeiðið, sum tey í sjey ár hava røkt, at fáa norðurlendska vertsskapin fyri Michelinhandanina til Havnar mánadagin hin triðja mai í Norðurlandahúsinum. Samskipandi verkætlanarleiðari verður Hildur Hilbertsdóttir Durhuus og Leif Sørensen er grundleggjarin og the grand old man, tá um føroyska matgerðarlist ræður. Saman við Gundur Fossdal skrivaði hann undir norðurlendska matmanifestið í 2004.
Eftir fundin hitti eg Sunuva Eysturoy Lassen er samskiftis- og marknaðarleiðari hjá PAZ, sum hevur tvær Michelinstjørnur.
- Hetta er
øgiliga stuttligt, at tað er eydnast at fáa norðurlendska Michelinhátíðarhald til
Føroya. Tað er størt bæði fyri ferðavinnu í Føroyum og fyri matstovuvinnuna.
Tað, sum vit kunnu fáa burturúr hjá okkum á PAZ, er at fáa enn meira fokus á
føroyska matmentan, og so er tað ein eyka síðuvinningur, at ljós verður varpað
á PAZ, sum er einasta matstovan, ið beint nú hevur Michelinstjørnur. Og tað er
eingin loyna, at um ikki PAZ hevði tvær Michelinstjørnur, so høvdu tey neyvan
fingið hátíðarhaldið til Føroya, so tað eru vit øgiliga errin av. Vit vita, at
her hevur verið ein long tilgongd, heilt aftur til 2019, og at Michelinstjørnur
hava verið í Føroyum í nøkur ár nú, so tað er størt, at kunna vísa hinum
Norðurlondunum, at vit bjóða okkum til, og nú sleppa at lyfta eitt tílíkt
tiltak. Tað er gott og størt fyri lokalsamfelagið, fyri Føroyar og fyri okkum,
sum arbeiða í bransjuni. Virðið, sum vit síggja í hesum, er fyrst at hava fokus
á føroyska matmentan, og síðan á matstovuna sjálva. Og so verða tað enn fleiri,
ið fáa at vita um hana, tí mann fer ivaleyst at spyrja, hvørjar matstovur eru
her, sum hava eina Michelinstjørnu, sigur Sunuva.
- Í kjalarvørrinum á tí veruleika, at KOKS hevði eina langa søgu innanfyri hesa verðina, so er hetta nú ein møguleiki at siga, at PAZ er til, tí hóast Poul Andrias ikki byrjaði á null, so byrjar mann ikki har, ið KOKS slepti, tá mann fer og byrjar fyri seg sjálvan, og hevur eina matstovu í einum øðrum navni.
- Og so er tað
eingin loyna, at Poul Andrias er ein rokkstjørna innanfyri hetta feltið, og er serstakliga
viðurkendur, bæði av teimum, sum standa uttanfyri, og teim, sum eru heilt tætt
uppá í hesi verðini, tá hugsi eg um kokkarnar, sum hann benchmarkar, ella metir
seg, upp í móti. So fyri hann er tað persónliga øgiliga stórt, tí nú once in a
lifetime og one time only koma allir kokkarnir til Føroya, har hann fær møguleikan
at vísa tað, sum PAZ hevur at bjóða. Og tað er jú fantastiskt. So eg haldi at
tað veruliga er ein vinningur í sær sjálvum, at mann kann bjóða øllum hesum
fólkum at koma at eta. Og á tí langa bananum er tað eisini eitt høvi at siga,
hygg her, vit eru her, beint her, sigur Sunuva fegin eftir at føroyski vertskapurin
er kunngjørdur.
- Tað er flott og
rørandi at sleppa at vera við, tí her liggur eitt stórt og drúgvt lobbyarbeiði
hjá Visit faroe Islands undir hesum átaki, sum vit øll kunnu vera errin av, tí
vit fáa øll ein leiklut og eru tí áhugaði, at fáa hetta at eyndast, ja vit eru
longu byrjaði at leggja til rættis, sigur hon braneggjað og leggur afturat:
- Tað sum er so fantastiskt
við hesum ferðamálinum er, at vit duga og kunnu bjóða nakað, sum eingin annar
kann. At vit eftir ongari tíð kunnu fara til Kaldbak og hála igulkerð úr sjónum
og so fara í eina gallaveitslu. Her er so nógv, vit kunnu bjóða eftir stuttari
tíð. Tað er ein ótrúligur fyrimunur, vit hava, tá mann hugsar um logistikk og
transport til alt, so tey ferðandi kunnu síggja alt uppá teir 40 til 48
tímarnar, tey eru her. So tey eru heppin, sigur





Comments