Eitt leygarkvøld í mars fara tey í PraiseHim at seta føroyska Hall Joensen og norska bólkin Salmer på Pøbb á skránna í Lívdini.
Yvirskriftin er: Tvær konsertir. Eitt atgongumerki.
Fyrireikararnir
siga, at hetta kvøldið í mars verða sálmar í sentrum. Hallur byrjar við countrysálmum og -sangum klokkan sjey, og klokkan hálvgum tíggju fara
Salmer på Pøbb á pallin við sálmum í rock-, blues- og gospel-búnað.
Men hvat er tað fyri nakað, Salmer på Pøbb?
Við meira
enn fjøruti útseldum konsertum hevur bólkurin við sjáldsama navninum, Salmer på Pøbb,
bergtikið áskoðarar kring alt Noreg. Nú kemur konseptið til Føroya við kendum sálmum í nýggjum hami, framúr góðum tónleikarum
og einari hugnaligari konsertuppliving við sangi, nærveru og felagsskapi.
Eg havi tosað við Thor-Erik Fjellvang, sum saman við Lewi Bergrud er leiðari í bólkinum Salmer på Pøbb um bólkin ella konseptið. Til gerandis arbeiðir Thor-Erik hjá Kirkelig Kulturverksted, sum við hópin av útgávum fylla nógv í mínum tónleikasavni.
Tit eru í løtuni á konsertferð og hava konsert í Vennesla,
sum er eitt navn og ein lokalitetur í Suðurnoregi, ið tilkomnir útvarpslurtarar
í Føroyum minnast og knýta til plátur við Vennesla Trioen. Er eitt samband
millum lívið á pubb og í meinigheitshúsum í Noregi?
Thor-Erik
flennir hart og sigur, at Venneslatrioen er nýggj fyri teimum.
- Tað er
fyrstu ferð, at vit hava hoyrt um tey. Nei, í Noregi hevur, sum í so mongum
øðrum støðum, oftast verið ein greiður skilnaður millum bønhús og pubb. Men í
áttati og nítiárunum hava sangarar sum Sigvart Dagsland og Bjørn Eidsvåg verið
greið og góð dømi um, at til bar, at blíva kendur langt út um kirkjuna, har
teir sungu, og sum frá leið kundu liva av tónleiki og spælistøðum úti um landið.
Og so er
tað jú eisini soleiðis, at sálmarnir aldri hava verið óloysiliga knýttir til kirkjurúm
og meinigheitshús í sjálvum sær. Í Noregi hava bønhús, meinigheitshús og fundarhøli
verið støð, har fólk møttust at syngja, tosa, eta, syrgja og gleðast.
Pubbin er
á mangan hátt eitt tílíkt stað. Pubbin er "a public house" - eitt
alment hús, ein staður, har fólk møtast. Og kirkjan og pubbin kunnu, hóast
allar munir og skilnaðir, bjóða somu eginleikar og funktiónir: bæði eru støð,
har menniskjan søkir felagsskap, troyst og gleði.
Hvørji eru tit í bólkinum, hvat er konseptið, hvør er tykkara bakgrund og hvat standa
tit fyri, tá tit spæla fyri fólki undir heitinum Salmer på Pøbb?
- Salmer
på Pøbb blivu til eftir eina telefonsamrøðu millum meg og Lewi Bergrud á sumri
2021. Vit eru báðir yrkislærdir tónleikarar, liva av at spæla, og framíhjá
arbeiði eg við booking og at skapa serligar konsertir, og Lewi hevur spælt og
verið kendur í egnum navni síðan 2013.
Eg ringdi
til Lewi, tí eg saknaði at gera nakað musikalskt, sum á onkran hátt hevði himmalin yvir sær.
Eg saknaði felagsskapin, tónleikin og mína egnu trúgv, mítt egna samband við
Gud, so at siga. Tá vit høvdu prátað eina løtu, segði Lewi, at hann hevði
leingi hugsað um at havt konsertir við sálmum í klubbum, uttan at gera nakað
við tað. Soleiðis møttust tvey hugskot og blivu til veruleika.
Vit velja
sálmar - gamlar og nýggjar - og brúka teir sum livandi tónleik. Vit spæla teir
á pubbum, klubbum og øðrum støðum, har tú ikki væntar at møta sálmasangi. Men
vit royna ikki at avmontera sálmarnar og gera teir meinings- og meinaleysar.
Tvørturímóti. Vit leggja stóran dent á, at teir ikki missa álvarsemið,
skaldskapin og tilveruliga innihaldið. Vit royna heldur ikki at "rokka
teir upp" - vit hugsa heldur at vit pussa teir upp, so teir skína, taka
brúsandi urguna burtur eins og kirkjurúmið, og stilla teir út - spæla teir bara
so væl, sum vit megna.
Tað góða
er, at áhoyraraskarin er ógvuliga blandaður. Nøkur eru aktiv og virkandi
kristin, nøkur hava fyrr havt tætt samband við kirkjuna, onnur hava ikki verið
til gudstænastu í tjúgu ár. Nøkur trúgva, onnur vita ikki heilt, hvat tey
trúgva. Og nøkur koma fyrst og fremst tí, at teimum dáma tónleikin og huglagið.
Eg
ørminnist, at okkara egni føroyski Njál Djurhuus lat upp fyri heimleysum, hevði
varmestue, í Skippergata, og at Kirkelig Kulturverksted einaferð hevði konsert
við Ole Paus, og ein fløga varð givin út við upptøkum frá Skippergata, og at
Bjørn Eidsvåg eisini hevði sangir, sum heftu seg við og tóku sjónarmiðið hjá tí,
sum sat aftast, på bakerste bænk. Er tað ein norsk siðvenja, at vera um tey
veiku og lagnurnar á gøtuni og at vitja pubbina við sálmum? Hvussu fer tann
vitjanin fram, og hvat er loyvt, tá tað snýr seg um øl og rúsdrekka, ella er
tiltakið beint fram og bara evangeliserandi?
Ja, tað
er ein norsk siðvenja at taka tónleikin út úr kirkjuliga rúminum og føra hann
inn í støð, har menniskju veruliga liva teirra lív, sum Njál, ið kom úr Frelsunarherinum, sum eisini er mín bakgrund, gjørdi.
Ikki
minst ein siðvenja, sum er partur av Kirkens Bymisjon og kring Kirkelig
Kulturverksted, har eg arbeiði. Eitt gott dømi er, sum tú nevnir, jólaplátan
hjá Ole Paus, "Hellige natt - Jul i Skippergata", sum var tikin upp á
Møtestedet í Skippergata í Oslo saman við fólki, ið høvdu
rúsevnistrupulleikar.
Bjørn
Eidsvåg hevur í fleiri ár skrivað og sungið um menniskju, sum eru eitt sindur
uttanfyri, um iva, trúgv, skuld, vón og tað at sita á aftasta bonki. Tað er ein
siðvenja, sum eg haldi at Salmer på Pøbb er ein framhaldandi sproti av og byggir
á.
Men eg
vil samstundis vera varin við at kalla tað, vit gera, fyri sosialt arbeiði. Vit
koma ikki inn á pubbin at "hjálpa" fólki. Vit koma við tí í hyggju at
spæla tónleik. Tað er tað, sum hevur týdning fyri okkum. Vit koma sum
tónleikarar og listafólk, ikki sum prestar.
Og ja - tá vit spæla í Noregi kunnu fólk drekka øl.
Tað er í
roynd og veru ein partur av kjarna- og hjartatáttinum. Í Noregi spæla vit á
støðum, har øl verður skonkt, og vit hava ongar ætlanir um at gera eina
alkoholfría sonu rundan um kristnar sangir. Fólk skulu sjálvi gera av, um tey
vilja drekka øl, vín ella einki. Vit prædika heldur ikki av pallinum.
Um tað er evangeliserandi? Tað veldst um, hvat tú meinar við evangelisering.
Vit lata
orðini, tekstin, evangelisera – hetta eru ikki møti, men konsertir, og tað er
serliga týdningarmikið hjá okkum, at menniskju, sum eru í iva um teirra
gudstrúgv, kenna seg vælkomin. Men vit fata, handfara og viðgera sálmarnar í
allar størsta álvara – og teir eru jú sólaklárt forkynnandi.
Hvat
kann føroyski áhoyrarin vænta sær at hoyra og uppliva, tá tit koma higar í mars
2027?
- Vit
hava eitt fantastiskt orkestur við okkum, nakrir av allar bestu tónleikarum í
Noregi, við Lewi Bergrud í front og eg sjálvur við klaverið. Tað fer at seta í
veggirnar - og ofta verður látur, tár og alt har í millum. Frá tí heilt
varisliga og nærum liturgiska til fult drøn við rokki.
Og so verður tað felags sangur! Tað vóna vit í hvussu er. Vit eru heilt viss í, at teir sangir, vit fara at spæla, eisini eru væl kendir hjá tykkum í Føroyum, sigur Thor-Erik Fjellvang.




Comments