Á Bókadøgum skipaði Rithøvundafelagið fyri kjaki um at lesa, har nomið varð við spurningin, um øll skulu lesa, og um skúlin ikki eisini skuldi rúma teimum, sum ikki lósu so nógv, tí tey høvdu størri áhuga fyri handaligu fakunum. Fakliga snaringin var natúrlig, tí umfrat at lesa og skriva, høvdu øll fýra í pallborðinum, tey trý á myndini omanfyri, og Oddfríður, bakgrund í skúlanum og lærarayrkinum.
Undir
yvirskriftini Hví skulu vit lesa - meira? var Oddfríður Marni Rasmussen
orðstýrari og setti spurningarnar í Skálanum. Hann er lærari í Skúlanum á
Fløtum, næstformaður í Rithøvundafelagnum, rithøvundur, týðari og ritstjóri
fyri Vencil, sum er fremsta tíðarrit fyri skaldskap á føroyskum.
Her er hann avmyndaður í Blábar hóskvøldið, har limir í Rithøvundafelagnum lósu upp innan bólkurin Alto fór á pallinum, og niðanfyri í kafékrókinum í forhøllini í Norðurlandahúsinum seinrapartin leygardagin, tá Høvundakorterið var við aktuellum høvundum.
Maria Desirée Holm-Jacobsen, sum er samskiftis- og marknaðarføringsfólk í Norðurlandahúsinum, tók myndirnar.
Rithøvundar
skriva við einum endamáli: at verða lisnir. Kortini letur til, at lesihugurin
minkar, sigur Oddfríður og spyr, hví tað er so týdningarmikið, at øll lesa,
bæði børn, ung, vaksin og gomul? Hvussu ávirka bókmentir okkum sum menniskju og samfelagið sum heild? Hevur
tað týdning, akkurát hvat vit lesa, og ger tað nakran mun, á hvørjum máli vit
lesa?
Guðrið Reinert
Joensen, Jens Christian Carlsson og eg sjálvur vórðu boðin av svara
spurningunum.
Guðrið hevur í
skránni fingið hugvekjandi heitið lesikveikjari, lærari í Skúlanum á
Argjahamri, har hon miðvíst arbeiðir við at økja um lesihugin hjá børnum, og er
mamma Oliviu og Jónu Reinert Joensen, ið reka poddvarpssendingina Ung lesa í Útvarpinum.
Jens Christian Carlsson er av sonnum stórlesari, kennir næmingarnar Oliviu og Jónu, og starvast sum lærari í Skúlanum á Fløtum og hevur verið við ymiskum skúlabókaútgávum, umframt sjálvur at geva bøkur út, sum Hugleiðingar av marbakkanum (2023). Hann er harafturat ein, sum lesur og endurlesur bøkur serliga nógv.
Í skránni
verið eg sjálvur lýstur sum samskiftisfólk og mentanarmiðlari, lærari við
pedagogiskari diplomútbúgving í samskifti, verið við í ymiskum
skúlabókaútgávum, og í yvir 20 ár bloggað á føroyskum undir heitinum Birk.
Tá Oddfríður
spyr, hvør fyrsta bókin var, sum gjørdi eitt inntrykk, svarið eg, at tað er
altíð ein samanhangur. Pápi mín las søguna um Antines, sum fangaði
seyðatjóvarnar, og eg ivaðist ikki í, at tað var uppi á Barnalofti á Eiði, men
so var tað Mikkjalstrøð, bøurin úti í Grønlandi millum Jens Christian og meg,
har starvsfólk á Landsjúkrahúsinum leigaðu í næsta grannahúsi. Har var ein
donsk kona, sum helt Informatión og bar hana inn til okkum, tá hon var liðug at
lesa. Tá orðaskiftið er liðugt, situr konan við borðið í forhøllini. Lise Foss,
sum minnist at vit vóru grannar. Eg taki eina mynd.
Pápi mín var skipari og úti á Hvarvinum kom ein maður, ið savnaði upplýsingar til Siglingarsøguna, ið var ein bókarøð hjá okkum. Men so var eisini ein bókavørður, sum fekk meg út á bókasavnið, gróthúsið á Debesartrøð, og heimaftur kom eg við føroysku bókini Ein Ribbaldur, sum er fyrsta bók, eg bemektigaði, vann á, og las frá permu til permu. Ein stór kensla hjá einum drongi. Men poetiska og bókmentanarliga virðið minnist eg ikki. Bara bemektigilsið. Og so komu bókaklubbar og ein vinkona hjá mammu, sum var av norskari ætt, lurtaði eftir Joan Baez, ið sang Bob Dylan, og teknaði meg sum lim í Den norske bokklubben umframt Union og Danske bogsamleres bogklub.
Men lesing og skriving eru óloysiliga knýtt saman. Writers are readers first. Flestu rithøvundar vóru lesarar, áðrenn teir fóru at skriva. Eitt orðafelli, sum ikki er uttan sannleika, ella sum Stephen King sigur: - If you don't have time to read, you don't have the time or the tools to write.
Tað er tað, sum eg haldi vera tað samansetta og mest avbjóðandi, at lesing og skriving hoyra saman. Tí har grípa skúli og miðlar eisini inn at gera tað lærandi, læruligt, at lesa í nyttusamfelagnum, sum eisini er eitt storytelling-samfelag.
Undirvísingartilboð í skúlanum og programmprofilar í Útvarpinum mugu bjóða inn til lesing og lesiuppliving, ið gevur meining hjá úrvalda málbólkinum.
Og so at fara á skriviskeið hjá Oddfríði
ella Rúna, møta øðrum, lesa upp, og kanska finna nakað sum líkist eini rødd,
tínari egnu rødd, skrivaðu orðarøddini, og fyri at halda teg skrivandi, um tú
elskar at lesa, og øvut.
- Men kann ein bók broyta eitt lív, spyr Oddfríður.
Tað
veldst um lív og um bók. Men eingin bók í einum heilum lívi er neyvan nakað
lív. Alt er so polariserað og stættabundið, at tú noyðist at krøkja teg í eina
bók, javnt og samt, skalt tú vera up front og fáa yvirskot at gera alt hitt,
eisini at finna stikkorð til eitt mat- ella plátuummæli. Vit liva í eini
bakstavafunderaðari mentan. Í fyrstuni var orðið. Og har er kanska tað
týdningarmesta at finna í Bíbliu-bitum, sum lata upp fyri analyserandi
tilgongdum at skilja filmar sum E.T. og at lurta eftir U2, hóast eg ógvist við og fái sum vátan vøtt, tá eg sunnumorgunin eftir føroysku Bókadagarnar hoyri morgunlesturin í Útvarpinum á donskum.
Men so er
stóri, og haldi eg sjálvur, provokerandi spurningurin: - Skulu øll lesa bøkur?
Sjálvandi
skulu øll lesa bøkur, hugsi eg. Um ikki tað stendur øllum næmingum í boði, so
ger skúlin seg sekan í eini skipaðari útskúgvingarmentan, um vit samtykkja í,
at bara summi og ikki øll, skulu lesa, og vit halda fram at innrætta skúla og lesiátøk
eftir tí. Lesikanningar vísa, at tað gongur bara tann skeiva vegin. Tey, sum
lesa nógv, eru gentur, og tær lesa bara meir og tjykkri og tjykkri bøkur. Tey,
sum lesa lítið, eru dreingir, og teir lesa bara minni og minni, alt minni
forpliktandi bøkur, helst lættastu Krabbabøkur.
Hetta fær
stórar samfelagsligar avleiðingar fyri framtíðar útbúgvingar og vinnuvegir, tí tá verður skúlin í nógv størri mun enn vit áður hava uppliva tað garanturin fyri æviga stættasamfelagnum.
Tað má
steðgast og umskipast, so skúlin verður fyri øll, og av fullum hjarta átekur
sær eina demokratiska public service skyldu, sum Kringvarpið leingi hevur gjørt.
Uppgávan er ikki løtt at loysa, tí hon krevur finger spitz gefuhl, at hava innlit í allar stættir, at fáa nettupp tey forfjónaðu at lesa, og fyri alt í verðini ikki at uppliva, at lesing ikki er nakað fyri tey, men bara fyri hini.
Tað er skipaður ágangur og útskúgving. Ikki minst tá nýggir sentralir tænastustovnar telja 33 starvsfólk av einum kyni, sum ikki eru menn. Í skúlanum er tað grundað og sett í system av teknokratum. Tað eru dreingir móti gentum. Vit mugu koma burturúr hesum.
Lærarar, bókavørðir, forløg, tiltøk og Kringvarpið eiga professionelt í nógv størri mun at hava hetta fyri sær - og so haldi eg eisini, at øll eiga at hava ein blogg, fyri at halda seg ikki bara lesandi, men eisini skrivandi, tí tað eru tvær síður av somu søk. At lesa og skriva. Og so at geva út, publisera, tá tíðin er komin, á tínum egna og persónliga bloggi, sum eisini ber til at brúka í einum heilum flokki, við einum bloggi til hvønn, bara tú hevur eina Google adressu, um tú velur blogspot. Aðrir møguleikar eru eisini.







Comments