Skip to main content

Vágskálin nummar hundrað

Uni Arge í studio trý í Kringvarpinum. Bjarni Árting Rubeksen tók myndina.

Mikudagin fjórða novembur verður Vágskálin nummar hundrað send í Útvarpinum. Tá verður spurt, hvussu til stendur hjá føroyskum bókmentum beint nú. Umframt at ynskja vertinum, Una Arge, tillukku við avrikinum, er vert at gáa um tað sjáldsama í, at sendingar halda sær á lívi so leingi uttan at missa skap, innihald og títtleika, fyri ikki um at tala vert.

Ummæli av aktuellum bókum er kjarnin í Vágskálini.

- Sendingarnar eru gjørdar soleiðis, at tær í fyrsta lagi eru ummæli av bókini, í øðrum lagi ein gluggi inn í bókina við upplisnu brotunum og í triðja lagi ein upplýsandi útvarpssending um tað, sum bókin snýr seg um. Hetta er eisini eitt høvuðspoeng, sigur Uni, sum er journalistur og í mong ár hevur arbeitt free-lance við útvarpssendingum, filmum og bókum.

Hann hevur mest sum altíð hildið, at gott skrivað tilfar kundi verið grundarlag undir upplýsandi og hugvekjandi útvarpssendingum.

- Í sendingini royni eg at gera tann tankan til veruleika. Tað er jú stórt spell, um ljós als ikki verður varpað á tað nógva, væl umhugsaða tilfarið, ið kemur út millum ár og dag.

Um bygnaðin og samansetingina í Vágskálini, sigur Uni, at umráðandi hevur verið at syrgja fyri, at prát og upplýsingar um bókina ikki verða innforstaðin.

- Tí er altíð ein inngangur í byrjanini, sum greiðir frá í síni heild, hvat bókin snýr seg um. Verður prátið innforstaðið á leiðini, er tað vertsins uppgáva at siga lurtarunum, hvat nú verður tosað um, so øll, eisini tey mongu, sum ikki hava lisið bókina, kunnu vera við. Upplisin brot eru altíð við, so høvundurin fær skinið við síni sjálvstøðugu rødd. Skuldi ummælari til dømis sagt, at bókin er illa skrivað, so kunnu lurtarar við upplisnu brotumum hoyra, um hetta er rætt, sigur Uni um egnu sendingina.

- Sending nummar hundrað er kjaksending um bókmentir sum heild. Mikudagin steðga vit tí á og spyrja, hvussu stendur til hjá føroyskum bókmentum í 2026. At skifta orð um hetta, verða Malan Marnersdóttir, professari í bókmentum, Sanna Klein, bókmentfrøðingur, og Hans Jacob Kollslíð, yrkjari, lærari og ummælari, við í sendingini, sigur Uni.

- Bakstøðið fyri kjakinum er, at akkurát fýrs bøkur eru ummæltar í teimum hundrað sendingunum. At talið er ikki hundrað, kemst av, at summar Vágskálir hava snúð seg um annað enn bøkur. Viðhvørt hava sjónleikir verið ummæltir, og í øðrum førum hevur sendingin umrøtt onnur verk og hendingar í mentanarlívinum, í fleiri førum sum reportasjur á staðnum ella sum kjak. Men fýrs bøkur hava so verið lagdar undir luppin, og um vit flokka tær, sær býtið soleiðis út:

Ummælt eru átjan yrkingasøvn, seytjan vanligar skaldsøgur, trettan søgubøkur, tólv ævisøgur, seks yrkisbøkur, fýra krimiskaldsøgur, fýra ungdómsskaldsøgur og fýra stuttsøgusøvn. Tvær vanligar skaldsøgur hava verið danskar og ein íslendsk.

Summar av bókunum, ið eru ummæltar, komu út áðrenn september 2023, tá sendingin varð send fyrstu ferð, men tær allar flestu eru komnar út farnu trý árini, so hesi tølini siga heilt nógv um virksemið á bókamarknaðinum. Og tá hava vit ikki nevnt barnabøkur og skúlabøkur yvirhøvur, sigur verturin Uni Arge, sum einsamallur varar av sendingini.

Vágskálin varð fyrstu ferð send 6. septembur í 2023, og í teirri allar fyrstu sendingini vórðu tvey yrkingasøvn ummælt. Talan var um ”Protesur” hjá Jóan Paula Dahl Jacobsen og ”Lívfrøðiliga samansetingin í einum dropa av havvatni minnir um blóðið í mínum æðrum” eftir Kim Simonsen.

Onnur sendingin varð send eina viku seinnu seinni, og tá var stuttsøgusavnið ”Tíðarhylkið” eftir Ben Arabo lagt á vágskálina. Tann triðja sendingin snúði seg um eina skaldsøgu, og tað var skaldsøgan ”Hálvur máni hálv sól” eftir Jóanes Nielsen.

- Í trimum teimum fyrstu sendingunum vórðu sostatt ummælt tvey yrkingasøvn, eitt stuttsøgusavn og ein skaldsøga, og hetta hevur ofta eyðkent Vágskálina - fagurbókmentirnar hava fylt mest. Men í sendingini hava eisini aðrar bøkur verið ummæltar, eitt nú søgubøkur, ævisøgur og yrkisbøkur, so tilsamans hevur bókarúgvan verið rættiliga blandað hesi trý árini, ið sendingin hevur verið á skránni, sigur Uni.

Tað liðið av ummælarum, sum hevur verið við í sendingunum, er ikki so lítið. Tilsamans hava seksogfjøruti fólk ummælt í sendingini hjá Una, og trý teirra eru gestirnir í sending nummar hundrað mikudagin. Tey nevndu seksogfjøruti eru bara tey, sum hava ummælt, uppaftur fleiri fólk hava verið í sendingunum í øðrum ørindum, sigur Uni og heldur nøvnini á ummælarunum fram:

Sanna Klein
Sámal Soll
Marna Jacobsen
Eilen Anthoniussen
Malan Marnersdóttir
Hans Jacob Kollslíð
Urd Johannesen
Beinir Bergsson
Ben Arabo
Rakel Helmsdal
Ólavur Jakobsen
Uni Leitisstein Hansen
Eirikur Lindenskov
Erling Isholm
Gulla Øregaard
Kinna Poulsen
Gunnvá Zachariassen
Helena Lamhauge-Mortensen
Hans Andrias Sølvará
Sámal Matras Kristiansen
Ivan Niclasen
Pál Weihe
Turið Sigurðardóttir
Allan Dalsgarð
Jákup Reinert Hansen
Helgi Eidesgaard
Eyðun Klakkstein
Barbara Holm
Finn Jensen
Tóta Árnadóttir
Rakul í Gerðinum
Michael Koba
Jensina Olsen
Bergur Djurhuus Hansen
Helgi Jacobsen
Erland Viberg Joensen
Andras Mortensen
Súsanna Olsen
Suni Poulsen
Beinta Løwe
Bergljót av Skarði
Anna Maria Dam Ziska
Sigrun Mohr
Naina Túgvustein
Kim Simonsen
William Simonsen
Tóra við Keldu


Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum í vár, hevur Uni L. Hansen eftir triðja vetur grein um Vágskálina, har yvirskriftin er "Mæla ofta til betri ritstjórn", haðani endaorðini eru tikin, sum ein greið ábending um manglar við føroyskum bókum. Tað er og verður ritstjórnin.

Eitt nú varð sagt um yrkingasavn, at yrkingarnar høvdu potentiali, men at skrivihátturin kundi verið hvestur. Um onnur søvn varð sagt, at tey vóru misjøvn.

Í sambandi við eina søgubók varð nevnt, at ov lítið varð nevnt um høvuðspersónin, tí nóg mikið var ikki funnið fram um hann. Um eina skaldsøgu varð sagt, at høvundurin avdúkaði ov nógv fyri lesaranum, og um aðrar varð sagt, at tær vóru ov tunnar.

Haraftrat varð nevnt um skaldsøgu, at hon var óneyðuga drúgv og kundi verið stytt 80-100 síður.

Ævisøgur eru eisini komnar út. Um eina varð sagt, at hon hevði javnt góðan stíl leingi, men brádliga fór høvundurin heilt aðra leið, og teksturin gjørdist uppreksandi.

- Nógv ymiskt er komið fram í sendingunum, sum er meint sum uppbyggjandi vegleiðing, sigur Uni Arge um Vágskálina, nú sending nummar hundrað fer í luftina mikudagin.

Til lukku við teim fyrstu hundrað. Tað er ein sjáldsamur hornasteinur í føroyskari útvarpssøgu.

Comments