Hyggja vit við bóklinginum Vitlíki Føroya nøkur ár aftur í tíð, so síggja vit skjótt og lættliga ítøkilig fyribrigdi, sum hava broytt okkara tilveru og gerandisdag, ikki
bara til arbeiðis, men heilt inn í egna stovu.
Umboðið fyri kommunufelagið, Hans Kári Vang, nevndi á hugvekjandi framløguni í Kongshøll í morgun, konteynaran, sum tað fyrsta í okkara tíð, ið kollvelti flutningsvinnuna. Víðari kunnu vit í sama kjalarvørri minnast aftur til fyrstu telduna, síðani internetið, vit krøktu í, og nú skriftastólurin vitlíki, sum øll hava víðkað um okkara føroyska gerandisdag og í samtíðini skapt atgongdir til ein nýggjan møguleika at skriva og deila enn betri tekstir á føroyskum.
Tekstir, tað er har eg eri í hesum høpi. Hvussu kunnu vit fáa betri tekstir á føroyskum.
Mest
spentur eri eg, at sleppa at taka koyrikort til vitlíki, á sama hátt sum lærarar tóku teldukoyrikort síðst í farnu øld, sum lýst varð í morgun við ørstuttum skúlatiltøkum
í januar. Tað kundi flutt og skapt nógv felags átøk at lyfta landið fram í
einum feti.
Hesi fýra framtøkini, sum CoPilot teknaði meðan eg skrivaði um Vitlíki Føroya, økja og styrkja um okkara produktiva føroyska veruleika, framleidni, at vera vitanar- og miðlaframleiðarar. Hóast vit ikki síggja nógv til tað í miðlalandslagnum, er tað mín kredda og sannføring, at millum skins og hold, er veruliga so. Onkustaðni og sumstaðni.
Tað var Durita Hansen, samskiftisráðgevi hjá Talgildu
Føroyum, ið bjóðaði mær til framløguna hjá Gjaldstovuni av heildarætlanini
Vitlíki Føroya - Ein felags kós fyri føroyska samfelagið. Nicolai Mohr Balle,
deildarstjóri í Talgildu Føroyum, handaði formelt landsstýrismanninum í
fíggjarmálum, Akseli V. Johannesen, heildarætlanina fyri fulsettari Kongshøll í
morgun.
- Vit fara at handa heildarætlanina og leggja fram tey ítøkiligu átøkini, sum skulu fremjast næstu fýra árini, fyri at Føroyar skulu vera undangonguland, ið vísir, hvussu ein smátjóð við ábyrgd gagnnýtir vitlíki til at styrkja fólkið, málið og búskapin. Martin Zachariasen, Niels Winther, Iben Nyholm Debes, Hans Kári Vang og Anne Mette Greve Klemensen umrøddu, hvar vitlíki ger størstan mun, hvørjar avbjóðingar fylgja við, og hvørji fyrilit vit eiga at taka.
Í fýra greiðum og snøgt navngivnum høvuðspørtum, Grundvøllurin,
Fólkið, Málið og Búskapurin, eru fjúrtan átøk savnað í heildarætlanini fyri árini
2027–2030, sum skulu knýta ráðgeving, førleikamenning og menning av loysnum
tættari saman.
Vitlíkiseindin, sum skal tryggja felags kós, samskipan og ráðgeving og fremja heildarætlanina í verki, verður skipað sum nýggj eind á Gjaldstovuni.
Fimm millionir eru á ætlaðu fíggjarløguni næsta ár. John Dahl, løgtingsformaður, helt at hetta var alt ov lítið. Tey møttu tóku undir við lógvabrestum.
Viðmerkingin er ikki uttan týdning, tí sama morgun kundi hoyrast í Breddanum í Kringvarpinum, at landstýrismaðurin í vinnumálum, sum varar av tónleikavinnu, ikki vil vita av, at halda fram við tí lítla sindri av almennum stuðuli til føroyska tónleikvinnu. Sum hann sjálvur sigur, er stuðul ikki neyðugur, um nakað er í tónleikinum, ið hann á núverandi støði fatar sum sjálvberandi og óforpliktandi hugnamentan og ikki vinna.
Við so skurrandi framsøgnum í ramasta álvara í fremstu útvarpssending er
neyðugt at vera uppá vakt, tá vit nú við eini almennara heildarætlan velja at fevna vitlíki, sum natúrliga er
markleyst, hóast sett í okkara heim á føroyskum máli.
Undir yvirskriftini Fólkið verður sagt, at vitlíki skal
styrkja fólkið gjøgnum alt lívið. Fólk skulu hava førleikar, atgongd og
tryggleika til at gagnnýta tøknina. Vitlíki skal kunna betra læring,
arbeiðslív, vælferð og tænastur uttan at menniskjalig ábyrgd, faklig meting,
sjálvstøðug hugsan ella sambandið millum fólk gerst veikari.
Børn, ung og vaksin skulu duga at brúka vitlíki og at
hugsa sjálvstøðugt og kritiskt uttan tøknina, stendur á heimasíðuni um vitlíki,
hóast skúlaparturin var burtur og ikki sást ella hoyrdist á framløgudegnum.
Í vár hevði eg her á staðnum samrøðu við Gunnleygur Clementsen um vitlíki. Orsøkin var, at undir vinnumálum í verandi samgonguskjali
verður rættuliga grundleggjandi og mest sum samhaldsfast sagt:
- Vit skulu gera ein politikk innan fyri vitlíki, ið skal
vera við til at menna samfelagið, tryggja kappingarførið hjá Føroyum og gerast
ein drívmegi fyri vøkstri í samfelagnum.
Vitlíki verður eisini nevnt í samgonguskjalinum undir barna-
og ungdómsmálum, har sagt verður, hvat tann geirin heldur, at vitlíki kann
brúkast til:
- Stórir møguleikar eru í talgilding og vitlíki, men tað
hevur eisini avbjóðingar við sær. Tí skulu vit hava eina ætlan hesum
viðvíkjandi, serliga innan fyri námsætlanir og próvtøkuhættir.
Námsætlanir og próvtøkuhættir. Nýggjasta uppfinnilsi og
heimsins størsta hóttan á øllum økjum verður av føroysku intelegensiani sett
til skemahugsan í forhond og eftirlit í eftirhond. Dekan og fátæksligt og í
mínum eygum einki uttan innannøring og forðan fyri at falda hetta avbjóðandi
evnið, vitlíki, út fyri almenninginum, so tænastur verða betri og lagaligari á
øllum borgaravendum økjum.
- Tað kennist, sum at restin av heiminum longu fyrireikar seg til eina vitlíkiskollvelting, meðan føroyska kjakið enn er upptikið av at gera av, um evnið yvirhøvur er vert at taka í álvara. Tað ger føroyska kjakið fátæksligt, tí tað er so óbúgvið, bæði politiskt og alment. Tað er sjálvandi ikki ein góð støða at vera í, tá ið ein so umfatandi umskapan er farin í gongd, segði Gunnleygur í apríl í ár.
- Og tað lítla, sum verður gjørt í Føroyum, endar altíð hjá
KT. Harvið verður vitlíki gjørt til ein spurning um skipanir og
effektivisering, hóast teir størstu spurningarnir eru menniskjaligir,
mentanarligir og samfelagsligir. Hetta eru spurningar, sum KT-fólk helst eru
tey seinastu, vit vilja hava at svara fyri okkum øll.
Eg kundi ikki verið meira samdur. Og við framløguni og ritlinginum Vitlíki Føroyar í hondini haldi eg, at vit hava flutt okkum langt framá og tað væl skipað. Treytin er tó, at fólkið og allir liðir fylgja við. Bara tíðin vil vísa tað.
Endaliga skal eg í hesum høpi nevna, at allir mínir
fýratúsund bloggar, sum í tjúgu ár eru skrivaðir á føroyskum á hesum stað, eru í heyst testamenteraðir í sáttmála til Miklamálgrunnin á Máltøknideplinum á
Fróðskaparsetri Føroya og verður við í næstu slepping. Kundi hugsað mær at Kringvarpið eisini testamenteraði tekst og innihald sama veg, og at søguliga blaðsavnið Tíðarrák, var latið upp aftur til øll at brúka.
Heildarætlanin um Vitlíki Føroya er tøk á nýggju heimasíðuni
vitliki.fo. Har ber eisini til at brúka vitlíki til at leita í tilfarinum frá
arbeiðisbólkinum í heildarætlanini.
Øll okkara norðurlendsku grannalond hava heildarætlanir fyri
vitlíki, og stuttligt er at spyrja CoPilot bæði alment og í smálutum um vitlíki, og altíð at minnast til norska orðafellið: Som ein roper i skogen, får ein svar!




Comments