Skip to main content

Posts

Myndlistin og skúlin

Úr: Handaverk og list. Samskipað lesiætlan 1998: Í kapitlinum Samstarvandi stovnar skrivar Bárður Jákupsson um: LISTASAVN FØROYA At listagreinirnar eiga sítt pláss í uppalingini av ungdóminum, er sjálvsagt, um vit vilja vera eitt mentað fólk. Listagreinirnar eru fleiri, summar eru rótfestar í føroyskum jørðildi, aðrar ikki. Vit dansa ikki ballett, og skulu kanska ikki nýta ov nógva skúlaorku til tað, men so hava vit hinvegin skyldu til at taka okkara egna dans inn í skúlan. Vit eiga sum vera man at leggja dent á tær listir, ið nátúrliga eru við til at skapa okkara mentan – sum føroyingar og heimsborgarar. Frá gamlari tíð hevur tað verið ein sjálvfylgja, at ungdómur okkara skuldi læra at virðismeta skaldskapin. Hann var í øldir tann grundleggjandi listin, og hann hevur tí í eitt mannaminni verið at kalla einasta listagrein, ið dentur varð lagdur á í skúlanum. Nakað tíðliga í skúlasøgu okkara slapp tónleikurin eisini upp í part, men helst hava umstøðurnar ikki verið so góðar allastaðni.

3. real flokkur 1975

Floksmynd av 3. real á Oyrabakka 1975: Vit vóru annar flokkurin, ið fekk prógv á Felagsskúlanum á Oyrarbakka. Undan okkum var bara ein flokkur, ið hevði fingið prógv í hesum nýggja umhvørvi. Tvey ár undan var brúgvin um Streymin liðug og í 1976 varð tunnilin inn í Eysturoynna alment tikin í brúk. Skúlin á Oyrarbakka bleiv skjótt ov lítil og nýggjur varð bygdur, beint omanfyri hin gamla. Vit vóru fyrsti flokkur at fáa prógv í hesum nýggja skúlanum. Seinasta skúladag leigaðu vit minna bussin hjá Sigtór Joensen á Eiði, ein Toyota Coaster, og koyrdu til Havnar. Hóast ikki dagsaktuellar vóru Band on the Run hjá Paul MacCartney og Walls and Bridges hjá John Lennon á toppinum. Standandi aftast frá vinstru eru Jógvan Páll Joensen, Hvalvík, Jákup S. Joensen, Kollafjørður, Jóhan K. Joensen, Eiði, Birgir Kruse, Eiði, Carl Jóhan Jensen, Kollafjørður, Signar Dam, Norðskáli og Carl Michelsen, flokslærari úr Hoyvík. Í mittasta raðnum eru frá vinstru Hans Esbern Ellingsgaard, Eiði, Jóna Joensen, Eiði

Í Havn á páskum 1975

Dánial og eg í djúpari diskussión í havanum í Dr. Jakobsens gøtu í Havn (Mynd: Martin Jacobsen) Meðan eg búi á Eiði og gekk í realskúla á Oyrarbakka var eg ofta í Havn um vikuskiftini. Tað var laga manni at koyra við flokslæraranum Karl, sum búi í Hoyvík. Og einaferðina koyrdi eg á knallert sjálvur. Martin, Hans og eg høvdu sama slag knallert. Eina reyða Zundapp frá Thomas Dam. Hon var heilt góð, tá toppskykkið varð fílað, stemplið hækkað og luftfiltrið tikið frá. Eisini høvdu vit somu myndatól. Eitt Mamyia/Sekor speglrefleks frá Bambus. Omanfyri hevur Martin avmyndað beiggjan Dánial á Dul Jacobsen og meg í havanum hjá teimum, omanfyri húsini. Helst tosa vit um nýggjastu tilboðini í onkrum bókaklubba. Las nokk so nógv, tá eg gekk í realskúlanum á Oyrarbakka. Haldi tað var Gunnar Joensen, sum við sínum ertandi sarkastiska stíli fekk meg at lesa nógv meir og annarleiðis enn eg ætlaði. Hann bjóðaði okkum av og tað var ikki so galið. Í baksýni á myndini síggjast húsini, har ein annar floks