Undan Nashville-konstertunum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, var ein hugnaløta backstage. Her var høvið at hitta stjørnurnar, fyrireikararnar og stuðlarnar. Eg tók myndatólið fram eina løtu innan konsertin byrjaði. Seinni vóru ikki stundir at hugsa um myndir og foto. Vónandi ordnaði onkur professionellur tað framman fyri pallinum. Backstage vóru fyrst og fremst familjurnar hjá høvuðspersónunum, Jákup Zachariassen og Petur Háberg Jacobsen. Eg fekk eina mynd av Jákupi saman við beiggjanum Jógvani og pápanum, Zacharias Zachariassen. David Hungate skifti orð við landstýrismannin í vinnumálum Jóhan Dahl. Teir eru jú royndir bassleikarar báðir. Hungate, sum er lítillátin, segði: "I'm just a failed tromboneplayer". Umfram el bass, spælir hann trombon og jazzgittara. Frá Paul Leim vildu klaksvíkingarnir Sonhard Johannessen - klæddur í Opry Land jakka og undir svørtum hatti - og Hallur Joensen, hoyra nærri um Music Row í Nashville. Magni Christiansen, Faroese hat act, hitti Br