Skip to main content

Posts

Mountain of Love

Í juli í ár sang Charley Pride Mountain of Love fyri fyrsta svarta amerikanska forsetanum Barack Obama. Myndin er tikin við hetta høvið. Til vinstru sæst umboðsmaðurin John Daines, ið hevur samstarvað við Charley í 30 ár og tryggjar at hann er frískur og ferðugur. Síðani sæst forsetafrúan Michelle, kona Charley Rozene, Obama forseti og Charley sjálvur. - He's a great American, sigur Charley um Obama. Hvíti Harald Dorman, sum yrkti Mountain of Love , er úr somu bygd sum Charley, ið minnist tíðina við skipaðum rasuskilnaði í Amerika. Tað var akkurát sum í filminum In The Heat of the Night, har Sidney Poitier spældi Mister Tibbs. - Meðan Harald Dorman sat við tey hvítu borðini og eg við tey svørtu á kaffistovuni, so brúkti eg í huganum altíð báðar inngongdir, segði ein reflekterandi Charley, tá eg møtti honum á parnassinum á Hafnia. Ein partur av samrøðuni kemur í Sjónvarpið 2. jólakvøld.

Hallur og Charley

Hallur Joensen og Charley Pride á palli (Myndir: Marianna Johannessen) Marianna Johannessen, sum hevur Photocare í Klaksvík, hevur tikið nakrar frálíkar myndir av Halli Joensen saman við Charley Pride á pallinum í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, sunnukvøldið 22. november 2009. Beint nú er avbjóðingin at klippa samrøðurnar við Charley niður til ein hálvan tíma ella so. Sum aldri áður fer orðafellið Kill Your Darlings at krevja sín rætt, nú eg annan dagin fari at klippa.

Á flogi við Charley

Myndir frá flogferðini úr Dublin, har vit heintaðu Charley Pride leygarmorgunin, úr Sandavági og av Parnassinum á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen, Allan Samuelsen og Birgir Kruse) Umborð á flogfarinum hjá Atlandsflogi var nógv at tosa um. Charley Pride hevði ferðast ein mánað í Írlandi og var spentur at hoyra um hetta landið, ið hann ikki kendi, men sum tó hevði uppruna í júst Írlandi. Men ikki skilti hann, hvussu írsku munkarnir funnu higar. Men víkingar kendi hann nógv til og vildi hoyra hvussu ymisk nøvn og hugtøk vórðu úttalaði. Charley gongur nógv upp í stjørnutekin, nær ein er føddur og hvat, ið er eins mótsetningur. Serliga fegin var Charley at lesa týddu greinina Kjølfest í Klaksvíksblaðnum Leikar í Lund og at síggja eitt fotoalbum hjá pápa mínum frá St. Johns í Nýfunnlandi 1961. Hann vildi eiga Klaksvíksblaðið og tað var sjálvandi lagamanni. Umboðsmaðurin John Daines fylgir við í øllum hjá Charley. Teir hava samstarvað í 30 ár og vita hvussu ein orkar at halda á on the

Dion Pride í Tórshavn

Dion Pride á Hotel Hafnia og í roykirúminum á Kafé Natúr (Myndir: Birgir Kruse) Sonur Charley Pride, Dion, er nógv frammi innan nýggjan country og alternativan tónleik í USA. Í løtuni er hann ovast á alternativa listanum við sanginum We All Gotta Live Here úr fløguni Ready To Run. Dion fortaldi, at hann hevði spælt við Fats Domino og herfyri hevði sín egna rokkbólk, ið hann kallaði Thor. Tí var hann ógvuliga spentur at spæla í Havnini hjá Tóri, sum hann kendi til umvegis gudalæru, ið hevur hansara stóra áhuga. Dion er avmyndaður við brillum og reyðum turriklæði á Hotel Hafnia. Niðara myndin sýnir Dion í roykirúminum á Kafé Natúr, har eg vísti honum nakrar av LP plátunum við Charley. Hann var ovfarin og hevði ikki sæð hesar plátur áður í so góðum standi.

Charley kom, sá og sigraði!

Størsta løtan í Ítróttarhøllini á Hálsi var ivaleyst tá ið Hallur Joensen og Charley Pride sungu Kiss An Angel Good Morning á enskum og føroyskum. Síðani er Charley avmyndaður saman við Heðini Mortensen og Jógvani Arge, sum vegna Tórshavnar býráð bjóðaði Charley og áhoyrarum vælkomnum til konsertina. Niðaru myndirnar eru tiknar av fremstu røð, mitt fyri pallinum, meðan Hallur syngur úr nýggju fløguni Smile. Charley var serstakliga hugtikin av framførsluni (Myndir: Jákup Simonsen) Tað var ein frálík konsert við øllum Pride'unum í Ítróttarhøllini á Hálsi sunnukvøldið. Tó, Hallur Joensen legði fyri og síðani kom bróður Charley, Stephen Pride, hin yngsti av 11 úr húsinum hjá Pride og teimum. Fimti og seinasti sangurin var ein frálík útseting av George Jones klassikaranum He stopped loving her today . Stuttligt at síggja trummusláaran Derek Spigener í hesum setti, ja alla tíðina. Í berari spæligleði smittaði hann alla høllina. Soleiðis tyktist tað mær, haðani eg seg sat á fyrstu røð, mi

Fekk føroyska gávu í Dublin

Ein fegin Charley Pride umborða á flogfarinum hjá Atlantsflogi, ávegis til Føroya (Myndir: Birgir Kruse og Asbjørn Knudsen) Á konsert í Dublin, kvøldið fyri Charley Pride kom higar, fekk hann eina gávu og heilsan frá einum føroyskum hjúnum, John og Sólrun, sum vitjaðu har í býnum. Gávan var ein vakur lasargrivin glaskubbi, har ein drongur og ein genta eru avmyndað í tjóðbúnað. Charley vísti gávuna fram umborð á flogfarinum til Føroya.

Charley í Sandavágs kirkju

Jógvan Eli Dam filmar samrøðu við Charley Pride í Sandavágs kirkju(garði) og á Parnassinum á Hotel Hafnia. Mittasta myndin er av Loganflogvøllinum í Dublin (Myndir: Asbjørn Knudsen og Allan Samuelsen) Ávegis til Havnar steðgaðu vit við Sandávágs kirkju. Avtalað var at fáa eitt prát við Charley um andaliga partin í hasara mongu útgávum. Á plátufelganum RCA er tað bara Elvis, ið hevur selt fleiri plátur. Charley dámdi einki at vitja eina kirkju, har gravir eisini vóru. Orsøkin var heilt persónlig og knýtt at mammuni, sum hóast hon átti 11 børn, doyði ung. Men so møtti Charley 11 ára gamla Conradi Dahl Lauritsen úr Sørvági. Saman við ommunu vitjaði hann gravirnar hjá langommuni og langabbanum. Tey fingu eitt hugaligt prát og nógvar myndir. Tá bussurin koyrdi avstað, segði Charley, at kanska fer Conrad at minnast hesa løtu tá hann verður vaksin. Á niðastu myndin fær Charley til gávus fløgusavn um svartar sangarar, ið hava verið frammi innan country. Av hesum er Charley hin størsti. Hann k

Charley er lendur

Charley Pride er lendur og honum á baki kemur Hallur Joensen í land. Niðri undir síggja vit sonin Dion og beiggjan Stephen. Niðast er tað hin fryntliga Súnfríð, ið skrivar Charley inn á Hotel Hafnia (Myndir: Asbjørn Knudsen og Birgir Kruse) Beint eftir døgurða leygardagin 21. november lendi Charley Pride í Vágunum. Við sær hevur hann orkestur, sonin Dion og bróðurin Stephen. Hallur Joensen, ið hevur Charley Pride sum størstu livandi fyrimynd, var við í flogfarinum. Charley, ið er prátingarsamur og forvitin, spurdi avgreiðslukvinnuna í tollfríu búðini, hvussu hon æt og hvussu navnið úttalaðist. Sonur Dion var serliga fegin um at síggja allar tær gomlu pláturnar, sum føroyingar eiga av pápanum Charley Pride. Hann er avmyndar við gomlu plátunum á Café Natúr, meðan Stephen er avmyndaður á Hotel Hafnia, har tey øll 15 búgva.