Skip to main content

Posts

Frá rullu til geyma

Sakaris Stórá við gamlari filmsrullu, Per á Hædd instruerar til myndatøku og niðast sæst Sakaris við geymanum, ið goymir dagsin film (Myndir: Birgir Kruse og Dorit Hansen) Filmur eri ikki tað, ið hann hevur verið. Soleiðis verður sagt um so mangt, kanska serliga um dagsins miðlar. Meðan summir eru tíðarleysir, eru aðrir tíðarbundnir og óloysiliga knýttir at dagsins tøkni, skulu teir brúkast. Meðan klassiska stuttfilmstøddin var 16mm, eru dagsins stuttfilmar talgildir. Og meðan teir gomlu lívfrøðiligu, framkallaðu filmarnir vóru á rullu, eru dagsins talgildu filmar á einum geyma, klárir at seta í telduna. Soleiðis broytast lívsins mongu ýti, eisini á tøkniliga økinum. Ein greiður fyrimunur er møguleikin at flyta film úr einum stað í annan eftir ongari tíð, eisini um internetið. Á mydunum sæst Sakaris Stóra úr Skopun við eini gamlar 16mm filmsrullu frá Statens Filmcentral á Landsmiðstøðini fyri Undirvísingaramboð á Hoyvíksvegnum í Havn, og niðast við...

Gyrðir Elíasson fær norðurlendsku bókmentavirðislønina 2011

Úr Oslo segði dómsnevndin soleiðis á middegi í dag: ”Nordisk råds litteraturpris 2011 tildeles den islandske forfatteren Gyrðir Elíasson for hans novellesamling MILLI TRJÁNNA (Bland träden) for en stilistisk høytstående ordkunst som skildrer indre og ytre trusler i dialog med verdenslitteraturen.” Gyrðir Elíasson (1961) debuterte i 1983. Han har i løpet av sitt forfatterskap utgitt en lang rekke bøker med kortprosa og lyrikk og fem romaner. I år var det 13 forskjellige forfattere fra de nordiske landene og de selvstyrte områdene på listen over nominerte til prisen. Nordisk råds litteraturpris er på 350.000 danske kroner og blir overrakt til Gyrðir Elíasson den 2. november 2011 i forbindelse med Nordisk råds sesjon i København. Nordisk råds litteraturpris fyller 50 år i år, og Nordisk råd feirer jubileet med en lang rekke aktiviteter. Les mer om prisen, 50-årsjubileet og alle forfatterne på http://www.norden.org/litteraturpris www.norden.org

Hvør fær norðurlendsku bókmentavirðislønina?

Beate Grimsrud (Mynd: Luca Kleve Ruud) Í morgin verður kunngjørt, hvør fær Norðurlendsku Bókmentavirðislønina, sum nú hevur 50 ár á baki. Mett verður, at Beate Grimsrud liggur væl fyri at vinna. Men ummælarar er ymsir á máli, hvørt høvundurin, sum bæði Noreg og Svøríki hava skotið upp, fer at vinna. "Det er uklart om dobbelt-nominasjonen fra Norge og Sverige slår heldig eller uheldig ut", sigur Stian Bromark, á norsku Dagsavisen . Hann hevur spurt seg fyri í Norðurlondum og skrivar soleiðis í dag: Beate Grimsrud liggur best fyri at vinna I år er det 50 år siden Nordisk Råds litteraturpris ble opprettet. Tirsdag deles den prestisjetunge prisen ut, og storfavoritt i år er Beate Grimsrud for romanen «En dåre fri», som i Norge ble tildelt Kritikerprisen og nominert til Brageprisen. Den norsk-svenske forfatteren er nominert til Nordisk Råds litteraturpris fra både Sverige og Norge. I skrivende stund har nominasjonskomiteen ennå ikke kommet fram til en vinner, og det er uklart...

Kann man skapa lív uttan fólk?

Copenhagen Island Hotel innan. Kamar og móttøkuhøll (Myndir: Birgir Kruse) Týsdagin á middegi gekk eg frá nýggja Copenhagen Island Hotel til gomlu norðuratlantisku Bryggjuna. Er veðrið til vildar, er hetta ein gongutúrur um hálvan tíma ella so. Men steðgar tú at taka myndir og undrast yvir hetta nýggja rúm og øki í danska høvuðsstaðnum, so fer lættliga ein hálvur dagur. Copenhagen Island Hotel uttan og útsýni móti næsta granna, Fisketorvet við svimjihyli (Myndir: Birgir Kruse) Fyri eini tjúgu árum síðani var hetta ein bryggjukantur við útsýni til Islands Brygge yvirav. Tað var tað. Ljótt og óynskt hjá øllum pørtum, ið tóku seg sum skjótast gjøgnum henda óunniliga býarpart. Rustaðir prámar og gamlir coastarar við bryggjuna og larmandi bilar við fullari ferð aftur og fram eftir vegnum. Betong og larmur, einki annað. Nógv pláss, men einki fólk (Myndir: Birgir Kruse) Nú er alt broytt og ikki at kenna aftur. Nýggj hotell og skrivstovubygningar hjá Nykredit og øðrum pen...

Caravaggio í Miðlon

So eru atgongumerkini til CARAVAGGIO klár at heinta í Steinprenti á Skálatrøð. Trýogfjøruti sessir eru í intimbiografinum hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon, har filmurin verður vístur limum í Steinbrá. Fríða Matras Brekku gjørdi atgongumerkini, sum eru prentaði á fráklipp hjá Anne-Birthe Hove úr Grønlandi. Vit røkka víða. Úr Grønlandi t il Havnar og Italia við Derek Jarman sum filmiskum ferðaleiðara. Hósdagin 28. apríl 2011 kl 17:00 verður filmurin CARAVAGGIO sýndur í biohøllini hjá Norðoya Sparikassa í Miðlon. Hetta er listafólkafilmur, sum Derek Jarman (1942-94) gjørdi í 1986 og hann varir hálvan annan tíma. Limir í Steinbrá fáa ókeypis atgongumerki í Steinprenti á Skálatrøð.  Hetta er Derek Jarman (1942-1994). Helst er tað fyrsta ferðin at ein av hansara filmum verður sýndur í Føroyum. Væl møtt tit hepnu trýogfjøruti!

Mýs og Rottur í luftini

Eyðun Muller Thomsen og Vanja Vukotich eru vertir í komandi seks Mús-sendingunum, sum verða sendar mikukvøld í Kringvarpinum (Myndir: Birgir Kruse) Komandi seks mikudagarnar fer Kringvarpið aftur at senda ungdómssendingina MÚS, sum Bárður Eklund skipar fyri. MÚS er ein tónleikasending, har ung vísa nýggjastu videoløgini úr útheiminum, men eisini úr Føroyum. Umframt samrøður við føroyskar tónleikarar, eru nasadjørv innsløg við orðalagi, sum bara ungdómurin brúkar og skilir. Sum ellismerktur útvarpsmaður kann eg ikki annað enn siga, at soleiðis eigur helst at vera. Nú MÚS fer í luftina í nýggjum hami, bjóðaði Helena Dam á Neystabø, landstýriskvinna í mentamálum, vælkomin í Norðurlandahúsinum, har ungu fólkini aftan fyri sendingina høvdu riggað til, so vit kundu fáa ein brellbita og skifta orð við tey. Kringvarpsstjórin Annika Mittún Jacobsen greiddi eisini frá um ungdóm sum krevjandi og kræsnan málbólk og bjóðaði teimum vælkomin í Kringvarpið, sum ikki...

OECD um seinasta skansan í Norðuratlantshavi

OECD nevndin setir seg við pallborðið í Basalt rúminum á Bryggjuni í Keypmannahavn. Á vegginum sæst búmerkið fyri ráðstevnuna, har frágreiðingin  OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway  varð løgd fram. Frágreiðing, sum er á enskum, telur 264 blaðsíður og er fyrsta skjal av hesum slag, har NORA økið verður sett saman og definerað. Kanska seinasti skansin,  The Final Frontier , sum sagt verður einastaðni í frágreiðingini. Til vinstru stendur leiðarin í OECD nevndini, William Thompson. Síðani síggjast Gerard Bonnis, Carl Christian Schmidt og Carlos Icaza Lara. Longst til høgru eru Keith Storey og David Collins úr Nýfunnlandi og Labrador. Orðstýrari var danski journalisturin Martin Breum, sum hevur búð í Grønlandi og júst hevur givið út bókina Når isen forsvinder á forlagnum Gyldendal. Í steðginum sigur hann, at evnið er so viðkomandi á okkara leiðum, at hann vónar at sleppa at geva bókina út á føroyskum eisini....

Norðuratlantshav sett á kortið

Lars Thostrup, stjóri í NORA, við bókin, sum verður løgd fram á ráðstevnu í dag. Ráðstevnan er á Norðuratlantisku Bryggjuni í Keypmannahavn. (Myndir: Birgir Kruse) Í dag verður OECD frágreiðingin um Norðuratlantshav løgd fram á Bryggjuni í Keypmannahavn. Samstarvið millum OECD og NORA byrjaði í 2009 og hetta er fyrsta bók, sum lýsir Norðuratlantshav á henda hátt. Áhugavert er at lesa um veðurlagsbroytingar, sum elva til nýggjar siglingarleiðir í eystur og vestur millum Norðuratlantshav og Kyrrahav, um skúla- og útbúgvingarvirksemi í økinum og um brain drain , sum raka Føroyar og Grønland meint. At enda verður skotið upp, hvussu NORA-økið kann skipa seg við fyrimynd úr ES-økinum kring Eystarasalt. Ráðstevnan, sum tekur støði í bókini, verður send í beinleiðis sjónvarpi . Bókin, sum er á enskum og hevur heitið OECD Territorial Review of the NORA Region: Faroe Islands, Greenland, Iceland and coastal Norway , kann eisini lesast sum e-bók . NORA er ein stovnur í Norðurat...