Skip to main content

Posts

Høvuðsleikarin sæst ikki

Leonardi Di Caprio, Clint Eastwood og Dustin Lance Black Spoiler alert: Sá filmin J. Edgar (Clint Eastwood 2011) í Havnar Bio í gjárkvøldið. Filmurin lýsir amerikumannin J. Edgar Hoover (1895-1972), sum í hálva øld skapti og leiddi trygdarløgregluna FBI, eins og russiski lagsbróðurin Lavrentijus Berija (1899-1953), við tí muni at Edgar er gudurin og Berija er ónevndi djevulin, ið ikki verður tikin uppá tungu í hesum filmi. Leonordo Di Caprio er altavgerðandi høvuðsleikarin. Armie Hammer, sum hómast omanfyri og aftanfyri, er mannligi skuggin Clyde Tolson og Naomi Watts er Helen Gandy, trúfasta kvinnan, sum ikki vildi ganga í parlag við Edgar, men ístaðin gjørdist skrivari – fyri lívstíð. Sterkasti leiklutur er tó Judi Dench, ráðaríka mamman, ið knýtir ótrygga sonin at sær, so leingi hon livir. Hon sæst við liðina á Di Caprio á myndini niðanfyri, longst til vinstru er Hammer og lítla gentan er Emily Lind sum Sherly Temple. Men veruligi høvuðsleikarin er handritahøvundurin Dustin

Beatha teanga í a labhairt

Kevin Scannell við dyrnar hjá Ned Maddrell, sum var hin seinasti at tosa manx gaelic á Isle of Man Kevin Scannell er universitetsprofessari í St. Louis, Missouri í USA. Hann stendur fyri Indigenous Tweets og hevur skrásett bloggarar og tweetarar, sum skriva á upprunamáli. Tá eg varnaðist at hann læs mín blogg og skrásetti, hvat var á føroyskum, og vildi hava meg at týða ensk blogg og tweet orð til føroyskt , nýtti eg høvið at fáa hann á tal um smámál, tweet og blogg. - Mítt akademiska støði er støddfrøði, men í dag undirvísi og granski eg mest í teldutøkni og málfrøði, sigur Kevin. - Seinastu tíggju árini havi eg arbeitt við fremmandum tungumálum, mest smámálum, og í tí sambandi menti eg nakað av ritbúnaði og aðrari útgerð, so smámál lættari kunnu brúka teirra mál álinju. Eg kom inn í hetta arbeiði, tí eg tosi írskt (Gaeilge). Fyri tíggju árum síðani varnaðist eg at mítt mál hevði ikki so frætt sum ein rættstavara, talgilda orðabók, ella onnur amboð, sum eg haldi verða heilt na

Í dag er Wikipedia stongd

Í dag er enska álinju alfrøðin Wkipedia stongd og henda myndin kemur fram. Stognsulin er eitt mótmæli móti amerikanska lógaruppskotinum SOPA, sum kriminaliserar streaming og í heila takið at taka niður tilfar, sum er vart av lógum um upphavsrætt. Stongsulin varar í 24 tímar. Wikipedia verður ritstjórnað eftir fimm grundsjónarmiðum, sum á nýnorskum eru hesi: Heimsins sterkasta brand, leitirisin Google, stuðlar átakinum og hevur í dag hesa áheitan á amerikansku kongressina: Samstundis fjalir Google búmerkið undir tilgjørdum svørtum sensuri, har bara ein partur av eina stavinum í búmerkinum kemur undan, sum ein áminning um at amerikanska kongressin vil gera seg inn á frælsi hins einstaka at ferðast frítt á internetinum. Niðast stendur: Please don't censor the web:

Wikipedia letur aftur í morgin

Í morgin letur álinju alfrøðin Wikpedia aftur. Men bara í ein dag, sigur stovnarin Jimmy Wales, sum er avmyndaður omanfyri. Alfrøðin, sum sá dagsins ljós í 2001, hevur 5269 greinar ( articles) á føroyskum og hvønn dag lesa 25 mió onkra av teim 20 mió greinunum, sum eru skrivaðar á 283 málum og frítt fara um allan heim. Størsta savnið er á enskum við 3,8 mió greinum. Útvið 100.000 fólk úr øllum heiminum hava latið tilfarið til greinarnar, sum 1500 ritstjórar viðgera. Ritstjórar á Wikipedia skrivaðu í gjár um stongsulin undir heitinum SOPA Initiative action . Stóra klandursmálið, ið elvir til at Wikipedia letur aftur í ein dag, stavar úr USA og kallast har SOPA, sum stendur fyri Stop Online Piracy Act. Amerikanska lógaruppskotið, sum kongresslimurin Lamar Smith er faðir at, hevur býtt amerikanska fólkið sundur í tveir bólkar: f rælsi at tala, freedom of speech, dregur annan vegin og peningasterki ídnaðurin, sum situr á rættindum at geva út, dregurin hinvegin. Myndirnar omanfyri e

Virðislønir til bøkur, tónleik og film

Á fyrsta sinni í Føroya søgu, giti eg, fingu tríggjar listagreinar virðisløn eftir einum kvøldi. Tað var á Tjóðpallinum sunnukvøldið. Omanfyri síggjast frá vinstru Kristian Blak, ið fekk virðisløn fyri tónleik, Jóanes Nielsen fyri bókmentir og Sakaris Fríði Stóra fyri filmsgerð. Tað var Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, ið handaði virðislønirnar, sum heilt nevt eita  Heiðursgáva Landsins , sum Kristian fekk, Mentanarvirðisløn Landsins , sum Jóanes fekk og Virðisløn til ungt listafólk , sum Sakaris fekk. “Eg eri fegin um at kunna handa nøkrum av fremstu lista- og mentanarfólkum okkara virðislønir fyri avrik teirra. Vit eiga í Føroyum úrmælingar á so nógvum økjum innan mentan og list, og tað er av týdningi, at vit áhaldandi varpa ljós á skapandi virðini, ið hava so stóran týdning fyri okkara samfelag,” segði Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum. Hann sæst longst til vinstru á myndini omanfyri. Eitt bræv og ein bukett frá Mentamálaráðnum til Jóanes Nielsen. Í ár er

Kaj á palli

“Kann mann ikki siga at hetta er útróðrarrokkur úr Vestmanna?” tutli eg í oyra á Martini Joensen, sum situr undir liðini á mær við runda kaffiborðið mitt á gólvinum í Sjónleikarhúsinum. “Jú, akkurát, og tað er ótrúligt, sum tað hongur nógv heimligt við tónleikinum hjá Kaj, hóast hann hevur búð so leingi niðri,” sigur Martin, sum eins og Kaj er vestmenningur og tónleikari. Hinumegin runda borðið situr Kristian Blak, leiðarin í Tutl, sum gevur út fjórðu og nýggju fløguna hjá Kaj Klein Í Andglettinum. Hinar útgávurnar hjá Kaj eru Skot (1986), Hálvt frá hálsi (2005) við nýtulkingum av føroyskum klassikarum og úr Maskinrúminum (2007) við løgum til yrkingaupplestur hjá Tóroddi Poulsen. Konsertskráin er úr øllum hesum útgávum. Tað er ein hugnaligur speakeasy stemningur í Sjónleikarhúsinum. Heitt, hóast kalt. Tónleikurin gongur, javnt og stútt, beint úr maskinrúminum. Vit damla seigligan fram við landi, helst í Vestmanna, og trummusláarin heldur skútuni elegant á kós, kínandi, vaggan

Buzz Aldrin er lendur við Gjógv

Johan Harstad lesur á G!festivalinum í Gøtu 2006 (foto: Ole Wich). Motorsúkkla hjá ferðafólki við Gjógv, har søgan hjá Harstad um Buzz Aldrin fyri ein stóran part fer fram (foto: Birgir Kruse) Her eru trý Buzz klipp av egnum bloggi. Mín bloggur skrivar 25. apríl 2008: ”Mín bók er ein tarvur, filmurin ein supputerningur”, skal Ernest Hemingway hava sagt, tá John Sturges í 1958 gjørdi film úr søguni um Gamla mannin og havið (1951). Bótasúpan ella ikki, í Noregi hava tey, ið gera film, kastað seg yvir skaldsøgur. Tíggju av norsku spælifilmunum byggja á skaldsøgur, og fleiri eru á veg. Fyrst og fremst í biohallunum, men eisini í norskum sjónvarpi. NRK hevur ætlanir um í 2010 at vísa fýra partar, sum byggja á skaldsøguna hjá Johan Harstad (f.1979) Buzz Aldrin, hvor ble det av deg i al mylderet? (2005). Søgan fer fram í Stavanger, haðani Harstad er ættaður, og so við Gjógv og aðrastaðni í Føroyum. Í 2006 læs Harstad á G!festivalinum. Sama árið læs hann á niðurlendska festivalinu

Við Love skulu vit landið byggja

Niels Arge Galán við tekstinum til nýskrivaða sangin Við love skulu vit landið byggja . Myndin er tikin í Studio Bloch í Fabrikkini hjá Öström fríggjadagin. Hesa vikuna hava teir tríggir í 200, Niels Arge Galán, gittar, Uni Árting, trummur og Mikael Blak, bass, arbeitt í sama rúmi. Teir byrjaðu á berum uttan nakran sang og hava nú vikan er farin skrivað ellivu sangir. Og kanska koma fleiri, hetta er ein arbeiðslega siga teir fegnir kring matarborðið. Arbeiðsarkið niðanfyri gevur eina ábending um heitini á sangunum. Hølini eru gomul frystihús við nógvum boksum. Úr sangboksini er frítt útsýni til løgmann á Tinganesi, bátar á Vestaruvág og bilar á Skáltrøð. Við arbeiðsborðið verða sangirnir klektir og settir í system, úr ongum, til fult hús eftir einari viku. Á gólvinum verða tey týdningarmestu stikkorðini skriva á eitt ark og so twang og fooor frá. Her er tað sangurin Fokk Jú! Einfalt og ektað í røttum rokk-and-roll anda mitt í Havn. Tríggir menn kunnu gera nógvan gang. Her eru