Í dag tók eg í hondina á eini mammu, pápa og systkjum, sum høvdu mist ein son og bróður, Jón Gaasedal, sum 47 ára gamal druknaði í vanlukku í Filipsoyggjum fyri jól. Í verðini, sum vit kenna hana, er ikki størri sorg enn at jarða eitt barn. Og í kvøld endursendi sjónvarpið Tá lívið gerst ov tungt . Ein sending, har Heini í Skorini meistarliga og virðiliga lýsir trý fólk, sum sjálvi valdu at fara úr tíðini. Eins og Jón, sum andaðist fyri jól, kendi eg ein teirra, Gudmund Lindenskov Joensen. Fór í hillina og fann nakrar bøkur, sum hann, trúfastur sum altíð, sendi mær fyri fimtan árum síðani. Bøkur um filmsanalýsu og myndagreining, dagfestar 5/5 1997. Millum annað Wim Wenders, sum á Rævens Sorte Bibliotek sigur frá um Billedernes logik . Vit sótu í nevnd saman í Filmsfelagnum og kjakaðust nógv um film. Meðan eg blaði í bókunum frá Gudmundi, kom mær til hugs stuttsøguna hjá Stig Dagerman Att döda ett barn frá 1948. Tað er úr hesi filmisku stuttsøgu at orðini í yvirskriftini eru tiki