Skip to main content

Posts

Tá hárið gránar og sangir støplast

Var tað Johnny Cash, sum gjørdi tað? Grasiøst at grána við stíli og syngja, so hvørt ørindi ber boð um eitt knortlut lív, har tað uttan peningaligar spekulatiónir verður sungið úr nýggjum bókum, meinlikar fúnaðum sálmabókum, har yrkjarar heldur eita Cave enn Kingo, og gerontinski sangurin gellir, sum var tað seinasta ferðin innan ferjumaðurin tendrar The Mercy Seat ? Ikki veit eg, men her er ein nýggjur stílur, sum hevur tikið seg upp. Sangarar, ið eldast við virðing. Fyrr drukku teir seg í hel, nú vilja teir liva og syngja um eitt langt lív. Eisini sangir hjá øðrum blaðungum yrkjarum. Við lívsklókari, og ikki altíð so sterkari og reinari rødd. Undurbært. Tom Jones, sum sæst omanfyri og í hesum døgum fyllir 73, gevur út "Spirit in the Room" og byrjar við at staðfesta Well my friends are gone and my hair is grey. Orðini eru úr Tower of Songs hjá 77 ára gamla Leonard Cohen, sum Tom Jones messar, hugtakandi einfalt, og loyvir sær at tillaga í einari r

Bládýpið í tínum glugga

Í samband við Mentanarnáttina í Havn lata Føroysk Myndlistafólk upp Várframsýningina 2012 í Listasavni Føroya seinrapartin í morgin. Framsýningin, sum er ósensurerað, hevur fingið heitið Summargluggin. Sekstan listafólk sýna fram tilsamans 61 verk, sum eru sera ymisk, tað veri seg í tøkni, tilfari, evni og vavi. Listafólkini, sum øll eru limir í felagnum, hava hongt verkin upp í Listaskálanum saman við Kára Svensson, Jónu Rasmussen og Jórun Dánialsdóttir. Á myndini omanfyri síggjast Kári og Ingi Joensen gera klárt til framsýningina. Formaður í Myndlistafelagnum er Ole Wich, omanfyri, sum í løtuni er í listaørindum í Uleåborg í Finnlandi. Umframt hann eru nevndarlimirnir Sigrun Gunnarsdóttir Niclasen og Vígdis Petersen. Og kanska er tað gott at Ole er burturstaddur. Men hinvegin vil eg siga, at hann hevur snýtt okkum fyri eina sjáldsama uppliving í listarligari friðartíð. Tað er at møta Tróndi, ikki bara í listini, men í kjøti og blóði í Listask

Mentan upp í røkur

Nú stundar til Mentanarnátt í høvuðsstaðnum, Eystanstevnu á Skálafjørðinum, Country- og Bluesfestival í Sørvági og Bilastevnu í Trongsvági. Alt um somu tíð. Løgið, sum vit mangla fólk við logistiskum sansi, so eitt sindur av breidd til flest fæst burturúr. Men nei, her rennur alt saman. Taka vit Havnina, so er tað serliga margháttligt við logistikkinum har. Beint sum áhugað fólk í Sørvági høvdu sagt frá um eina tónleikastevnu har í bygdini, so skipaði høvuðsstaðurin fyri eini meinlíkari. Og nú sørvingar lata dyrnar upp fyri fráboðaðu stevnuni, so flytir høvuðsstaðarkommunan ársins Mentanarnátt eina viku út, til nett sama dag. Samtyktin um Mentanarnáttina í Tórshavnar kommunu sigur, at tiltakið er fyrsta fríggjadag í juni, sum var í farnu viku. Í morgun var summarmorgun í almenna Útvarpinum og samstundis var summarmorgun í privata Miðlahúsinum. Seinna støðin var ikki verri. Og mín sann, bar postmaðurin mær tvey Vikubløð í sama pakka í kvøld. Annað ókeypis vikublaðið æt Di

Ziggy Stardust 40 ár seinni

Í hesum døgum minnir Amazon bókahandilin meg á, at fjøruti ár eru liðin síðani Bavid Bowie fann uppá Ziggy Stardust á samnevndu LP plátuni. Eg kann keypa hana í serligari fjøruti ára útgávu fyri bara 8 pund og 99, siga tey. Men eg eigi jú upprunaútgavuna frá 1972 og kann við áminnandi tilboðnum í hondini staðfesta, at enn er hon tónlistarliga tíðarbær og í tøkni óskalað, in mint condition . Spennandi at hugsa, um danski yrkjarin Michael Strunge, sum sæst á hillini omanfyri, nakrantíð hevði skrivað ein stav, um hann ikki hoyrdi David Bowie. Og um Love Shop høvdu verið til, um ikki bæði Bowie, Strunge og kanska eisini Tove Ditlevsen, vóru undan teimum. Soleiðis gongur alt í ring og nú hava vit bara hugt at yrkjarum í einum landi, Danmark, í eitt avmarkað tíðarskeið og í einum marknaðarkróki, sum er bundin at rokktónleiki. Næsta ár røkkur Aladdin Sane sama aldur. Tað er mín besta LP við Bowie.

Sólskinsdýpið

Mín kirkja hon hevur ein fagnaðarlit. Henda málsliga ragnsnúgving, millum Janus og sálmabók, kom fram fyri meg, tá Snorri lat upp dyrnar í Hoyvíkar kirkju um nátturatíð. Kanska verður sálmurin einaferð liðugur. Skuldi taka myndir til eina kristnibók. Ætlaði at fanga sýnið hjá organistinum á loftinum, til arbeiðis og tó við bakinum til meinigheitina. Í hesi avbyrgdu støðu er spegilin einasti liður og samband til veruleikan, prest og altar. Alt í einum bilspegili, hongdur uppi til vinstru. Alt. Kom í tankar um eina ta fyrstu fløgu eg keypti, tá hesin miðil var nýggjur og ókunnugur. Tað var í 1991 og tað var bara av ljóðtekniskum ávum, at eg varnaðist Keith Jarrett og Michalu Petri, sum spældu sonatur hjá Handel. Plátufelagið var RCA og fløgan hevði frámerkið Red Seal, sum ber boð um eina serliga góða ljóðupptøku. Gjøgnum Útvarpssendingar hevði eg um sama mundi tætt samband við norska plátufelagið Kirkelig Kulturverksted. Te

Rundan um Mikkjal, øðrumegin

Í ljómandi góðveðrinum á Hvítusunnu gekk eg runt um standmyndina, sum Hans Pauli Olsen (f.1957) gjørdi av sálmaskaldinum Mikkjali á Ryggi (1879-1956) í Miðvági. Standmyndin stendur uttan fyri barnaheimið hjá Mikkjali, í Beitinum kallað. Eftir at hava verið í gerð í tvey ár, varð hon avdúkað eftir guðstænastu í Miðvágs kirkju, hinumegin vegin, á Vestanstevnu í fjør. Standmyndin hjá Hans Paula myndar tvær opnar bøkur av gróti, við eini bronsumynd av Mikkjali á Ryggi í natúrligari stødd, vigandi á endanum, yvir móti kirkjuni, har bróður Hans Paula, Torbjørn Olsen, hevur málað altartalvuna og modellið er enn ein bróður, Marius Olsen, sum hin krossfesti Jesus (2000). Á standmyndina eru tekstir hjá Mikkjali prentaðir, summir við hansara hondskrift. Aftan fyri eru fuglamyndir úr Fuglabókini (1951). Hóast bygdavegurin klývur rúmligu upplivingina, er hetta ein hugfarslig standmynd at ganga rundan um á Hvítusunnu. Í hvus

Koltur í sól

Úti í Koltri er mangt at síggja og ikki minni at fjala, tá ein skal fotografera, ella fáa sær ein guv í durinum, meðan hini parlamentera undir vegginum. Á Gomlurætt setir Pól út í kortið, meðan Silja Star leggur at og Palli Lamhauge kastar endan í land, og sonurin, Jákup Andrias, er í stýrhúsinum. @Veðrið ar av tí fagrast henda summarmorgun í mai og fólk hugna sær í svalliga lotinum uppi á dekkinum, meðan vit strúka gjøgnum Hestfjørð og tosa um livilíkindi á bygd, eitt nú í Hesti, har 20 fólk búgva. Nú dagar Koltur undan, Trøllkonufingur undir Vágalandinum eisini, og vit renna okkum í Kolturssund, har Magnus svam í tí syndarliga sjónleiknum og ikki mynni syrgiliga sangin um unga fríggjaran. Men okkara Magnus er alt annað enn deyður, her hann stendur so fattur í vandasjógvi millum Hestboða og Kolturstanga, ella Skylla og Karybdis, fyri at sitera Homeros, tá hann lýsti grikkar á fjarum leiðum í italska Messinasundinum.