Skip to main content

Posts

Korona autentisitetur

At vera á røttum stað í røttu tíð, tað er uppskriftin til alt gott. Ikki minst eina góða mynd. Sama krossandi frásøgn er fortreytin fyri eini sólarmyrking, ið er so sjáldsom, at hon ikki hevur rakt okkum síðani 1954. Og so aftur nú, 20. mars klokkan 09:41 í 2015. At brúka hesar krossandi farleiðir, hana hjá mánanum, sum kemur fyri sólina, so vit einki síggja eina evarska løtu, til eitt listaverk, er av meta -slagnum. Eitt jarðbundið listaverk undir einum kosmiskum listaverki. At tað fyrra er livandi og ikki viðgjørt, meðan kosmisku kreftirnar rulla seg út og draga fyri øllum, tað er stórt. Heilt stórt. Tí samstundis nemur tú við basal kjarnuvirði, sum í øllum einfeldi verða monumental og skakandi sterk, tí bráddliga kasta tey langan skugga og fáa sól og mána at spæla við. At so heitið er Deyðir varðar ger upplivingina stóra í tí evarska lítla, sum er okkum tillutað. Klippleysa náttúrupptøkan verður tíðarleys og ber brá av ævinleika hjá dómsbandabólkinum Hamferð. Upptøkan, sum

Livandi lýsingaføroyskt

Ofta gremja vit okkum um, hvussu trupult føroyskt er at skriva og stava. Javnan verði eg sannførdur um, at tað er beint øvugt. Til ber at tosa og skriva um alt á føroyskum. Haðani stavar alt. Havi til dømis aldri rent meg í eina vending, orð ella hugtak, sum ikki kann sigast í eini føroyskari útvarpssending. Sigast skal, at fyrstu útvarpssending gjørdi eg á Bryggjubakka í 1978. Hóast hon var um nakað so øvugt sum hvítan bretskan bluestónleik, og ikki svartan amerikanskan, stóð ikki á at siga tað, ið sigast skuldi. Um dagarnar sá eg eina føroyska handilslýsing fyri sushi, Ráa freistingin . Lýsingin er á altjóða støði og er týðuliga kveikt av eksperimenterandi filmum sum Lost in Translation (Sofia Coppola 2003), og kanska eisini leitandi og parlamenterandi roadfilmum sum Mystery Train (Jim Jarmusch 1989) og Helsinki-Napoli all night long (Mika Kaursmaki 1987). Til skúlabrúks hevur Nám gjørt uppgávur til akkurát henda nýggja lýsingafilmin um sushi. Og í morgin er Móðurmálsdagur,

Týskur filmfestivalur í Norðurlandahúsinum

Í døgunum 25.-28. mars er ókeypis og almennur týskur filmfestivalur í Norðurlandahúsinum. Samstarvspartar eru danska Goethe-Instituttið og týska sendistovan í Keypmannahavn. Mikudagin 25 mars kl 16:30 fara Sif Gunnarsdóttir, stjóri í Norðurlandahúsinum og Marko Naoki Lins frá týsku sendistovuni í Keypmannahavn at bjóða vælkomin, og síðani fer Steen Bille, sum síðani 2010 hevur verið filmsráðgevi á Danska Filmstovninum, at siga frá um týskan film. Eg avmyndaði Steen Bille fyrrárið á filmstevnu í Lübeck saman við Benedikt Erlingsson, sum í fjør vann virðisløn Norðurlandaraðsins fyri besta filmin Hross i oss . Aftanfyri sæst Linde Frölich, sum er listaligur leiðari á filmsstevnuni. Fyrireikararnir siga, at seinastu árini hevur ein spennandi menning verið innan týska filmsframleiðslu. Og tað er einki at taka seg aftur í. Umframt nýggjar, ungar og altjóða kendar leikstjórar sum Christian Petzold og Tom Tykwer, kunnu vit fara aftur í tíð og nevna úr rúgvuni: Werner Herzog, Fassbind

Móðurmálsdagurin

25. mars er føðingardagur V.U. Hammershaimbs. Tá verður móðurmálsdagurin hildin. Nám heitir í hesum sambandi á skúlar í landinum at leggja sær henda dag í geyma, ikki bara í móðurmálsundirvísingini, men í øllum lærugreinum, so næmingar verða kunnaðir um viðurskifti, sum elvdu til, at vit í dag hava eitt væl virkandi mál, sum alt árið kann rúma øllum samskifti. Umframt Nám eru hesi við til at fyrireika Móðurmálsdagin: Mentamálaráðið, Sosialurin, Kringvarp Føroya, Málráðið, Føroyamálsdeildin, Norðurlandahúsið, Sprotin, Bókadeild Føroya Lærarafelags og Landsbókasavnið. Móðurmálsdagin verður ein Móðurmálsvirðisløn handa. Í ár verður hon handað fyri tað góða málið í lýsingum og handilsligum teksti. Virðislønin verður handað í Nýggjustovu í Gongini í Havn, har Hammershaimb vaks upp. Móðurmálsdagin vera eisini fleiri stuttir fyrilestrar og framløgur undir heitinum føroyskt og talgildi heimurin, fyrrapartin á Landsbókasavninum og seinrapartin í Norðurlandahúsinum. Her er skráin fyri m

Vit síggja í brotum

Útsýnið í morgun byrjaði við einum fremmandum ferðamannaskipi, sum stillisliga gleið framvið vindeyganum, niðan eftir fjørðinum og út millum Stong og Eystnes at skoða sólarmyrkingina eystanfyri, eitt sekund ella tvey longri enn vit á landi. Klokkan er eitt korter til átta. Um hálvgum níggju tíðina er hetta at síggja í hvørjum húsi á Tórsbyrgi. Øll hava fingið sær trygdarbrillur og skoða sólarmyrkingina, sum nú er byrjað. Koyri niðan eftir mammu, men má steðga á ringvegnum, tá eg siggi Nólsoynna í bakspeglinum. Hetta sekund er stórt. Klokkan er 8:33 og eingin bilur er á vegnum. Miðbýurin er tómur, eingin bilur á Skálatrøð heldur. Men fram við vegnum yviri við Strond og á Skansanum er fult av fólki og vit møta fleiri, sum í felag ganga oman móti sjóvarmálanum. Best er at fara heim, tí nú myrknar og dregur fyri. Seti iPaddin á bakkan, so Jógvan kann fylgja við gongdini um Skype á Amager í Danmark. Og so varð ljósari og fulla sólarmyrkingin er av. Ein sjáldsama u

Sum á ólavsøku

Í Havn var sum á ólavsøku í dag. Á torginum í SMS savnaðust mest sum av tilvild allir menninir í góða gamla bólkinum Mold undir fuglaklótuni hjá Edward Fuglø, sum í dag fylti 50 ár. Frá vinstru eru teir Niels Arge Galán, guitar, Erling Dalsgaard, guitar, Gudmund Helmsdal Nielsen, urgu, Niclas Thorsteinsson, sang, og Kristin Nolsøe Bech, bass. Bara Uni Árting, trummir, manglaði. Eisini Jónheðin Tróndeim var her. Tað var hann, sum tók ein indianarasang hjá Mold upp á DAT band fyrst í 1990'unum, sum vit spældu í Náttarravnssendingini og úr læraraálmanakkanum góvu støðumetið 13 on air. Eisini Greta Svabo Bech spældi á pallinum á torginum í SMS í dag. Í Riti og Ráki helt Hanus Kamban fyrilestur um sólarmyrkingar í bókmetnum, frá vísindaskaldskapi til teknirøðir. Bókina til høgru, Tað nýggja Atlantis , ritstjórnaði og umsetti Hanus fyri gamla Skúlabokagrunnin. Orsøkin til at manningin í Mold og fleiri onnur fólk møttust í SMS í kvøld, var at Regin W. Dalsgaard, býlingsstjó

Yr og Theyr boða frá sól

Soleiðis var filturleysa sýnið í morgun, hósdag, kl 9:40 frá køksvindeyganum, nú minni enn eitt samdøgur er til fullu sólarmyrkingina í morgin, so sum sæst á Snar niðanfyri. Her fari eg at sita í morgin, inshalla , um Gud vil. Og hann veit, at bøurin er vátur og eitt forferdiliga ljótt skip rekst á fjørðinum. Hóast okkara egni Hanus Kjølbro í Útvarpinum í morgun spáddi cloudy, with some rain fyri útlendsku gestunum, so siga bæði íslendska veðurtænastan Theyr og norska veðurtænastan Yr, at í morgin verður sól av klárum himmali, sólarljómi, tá mánin kemur fyri sólina og myrkingin verður. Tíðirnar eru norskar. Fleiri handlar og fyritøkur hava á væleydnaðan hátt brúkt sólarmyrkingina sum gimmick í marknaðarføring. Her er óalmindiliga einfaldi, men samstundis rustikt effektivi handilsgluggin hjá Guðrun & Guðrun. Her er eitt eins einfalt bringuprýði við sólarmyrkingini sum myndaevni. Tíðarleyst í skapi og tilfari, sum kanska fer at halda. Her er

- Veðrið verður í besta lagi sum í dag!

Danski veðurmaðurin Søren Jacobsen, sum einaferð búði og arbeiddi á 'vejrgudernes tumleplads' í Føroyum, sigur, at veðrið fríggjadagin at skoða sólarmyrkingina verður í besta føri sum tað er í morgun, mikudag, helst verri. Hesa vikuna ger hann í samstarvi við Kringvarpið tríggjar veðursendingar úr Føroyum, sum verða sendar á DR undir heitinum  Vores Vejr . Afturat sólarmyrkingini fara sendingarnar eisini at nema við føroyska mentan. Avstralska Kate Russo, sum býr í Belfast í Norðurírlandi, er komin higar við Atlantsflogi úr Edinburgh. Í fimtan ár hevur hon jagstra sólarmyrkingar og fríggjadagin verður tað hennara níggjunda uppliving av eini sólarmyrking. Hon hevur samskift við Nám um føroysk viðurskifti síðani í 2013, og rímiligvís nýtti eg høvi at handa henni eitt atlas frá Námi, tí hon ætlar sær so avgjørt at koma aftur higar. Kate starvast á Queen’s University Belfast sum kliniskur sálarfrøðingur og leggur dent á at byggja brýr millum sálarfrøði og stjørnufrøði,