Í morgin, fríggjadag 24. apríl kl 16:00, letur Zven Balslev (f.1977) upp fyrstu serframsýning í Steinprenti við 35 tekningum og grafiskum myndum. Framsýningin Klombur hongur uppi í tvær vikur. Í tíðindaskrivi sigur Steinprent soleiðis um stuttliga heitið á framsýningini: - Eitt klombur er tann, sum ikki ger tað, sum gerast skal, á hegnigan, rættan ella vanligan hátt. Í skúlahøpi er klombrið kanska næmingurin, sum ongantíð fær meira enn helvtina við av undirvísingini. Zven Balslev er als ikki nakað klombur, men ein gávaður listamaður. Hesin listamaðurin er sjálvur útbúgvin á kunstakademinum, men hann hevur samhuga við og innlit í sjónarmiðið hjá klombrinum, outsidearanum, sum í staðin fyri at vera til staðar og lurta eftir læraranum, kanska heldur situr og dagdroymir í skúlastovuni. Sjórnarhornið hjá klombrinum gevur kanska ikki teir bestu karakterirnar, men tað er av sonnum listarliga gevandi - hetta kunnu áskoðararnir vissa seg um á teirri forkunnugu framsýningini í Steinpren...