Skip to main content

Posts

Familjan, sum ikki riggar

Ummæli Elektra, Sosialurin 30. januar í 2017 Foto: Heinesen Myndir Familjan, sum ikki riggar, dysfunktionella familjan, er evnið í harmleikinum Elektra á Tjóðpalli Føroya. Abstrakt og tó einfalt. Frá føroyskum leikum í fjør, boðar Tjóðpallurin nú frá, at tey hava leitað til vøgguna hjá leiklistini. Til griksku tragediuna Elektra. - Møguliga kunnu vit skilja nútíðina gjøgnum fortíðina, sigur Jenny C. Petersen í fororðunum í snøggu prentaðu skránni, sum eisini vísur okkum torskildu ættina hjá Elektru og alt tað, sum er farið fram, tá søgan tekur við. Frumsýning var leygarkvøldið og eg sá leikin sunnukvøldið kl 18. Leikararnir og tøknin Leikurin Elektra verður borin í felag av øllum leikarunum, har tøknin ikki er hin minsti. Høvuðsleikari sum Elektra, ið syrgir dripna pápan, er Gunnvá Zacharisen, sum er lágmælt, friðarlig og syrgin, hóast hon brennur eftir hevnd. Tá ein løta er farin er ræddarlegan góð, men eftir Hans Tórgarð, sum er fyrstur á pallin, skalt tú ký

Hvat er ein føroyingur?

Meðan tungan gongur kyk í læstum kjaki á Facebook, er tað sama tungan, ið letur upp fyri eini nýggjari gastronomiskari definitión av tí, sum føroyskt er og avgjørt ikki var gamalt fyrr Birgir Kruse@Tungulist á tallerkin meðan flogið verður við Atlantsflogi Foto@Flemming Gernyx Neyvan er nakað fólk á klótuni so aktivt á Facebook sum føroyingar. Kjakbólkar sum “føroysk rættstaving” hava fingið meiri enn ein fimting av Føroya fólki at sláa manngarð um málið, og til gerandis at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt í føroyskum málbúna. Og tá tosa vit bara um staving, rætta staving. Ikki um nakað annað av tjóðskaparligum slagi. Men eitt kjakevni, sum javnt og samt stingur seg upp í kjalarvørrinum av tílíkum bólkum er, hvør føroyingurin er, og hvat tað er, ið skapar hann, føroyingin, og hvat hann kann rúma og ikki, av tí, sum útlendskt er. Tað, at flestu kjakarar samstundis tykjast hava skálkin við í einum og øllum, ið sagt verður, ger eisini, at kjakið er krevjandi og í mongum

Saman sprota vit longri...

Hetta er ein treylari hjá Skipafelagnum, sum nú eitur Faroe Ship og stuðlar Sprotanum. Eins og feløg og vinnulív, so broytist eisini málið og teir møguleikar, sum eru at vinkla og velja røttu orðini til gerandisbrúk. Fyrr kundu vit googla. Tað kunnu vit enn, og eisini leita á hini føroysku Wikipedia. Men nú hava vit fingið ein so sterkan risa á heimamarknaðinum, at vit kunnu sprota . Tað er at leita frítt og opið í øllum orðabókunum hjá Sprotanum. Tá eg eri úti í stóru verð og sigi fólki, sum eg samstarvi við, frá um hetta, eru tey fyrst tortrúgvin, og tá tey skilja at hetta er veruleiki hjá øllum føroyingum á netinum í allari verðini, so øvunda tey okkum at sprota. Tey vilja eisini sprota, men sleppa ikki, tí forløg laga einføld rættindi so trupul, at eingin fær greiðu á teim, so tey í staðin forða fyri allari orðakunning. Gott, at vit ikki eru so kunningarfull, at alt fer í baklás. Annars verður Móðurmálsdagur aftur leygardagin 25. mars. Fróði Løkságarð tók myndina omanfyri á bryg

Skiftandi ljós

Skiftandi ljós er vælsignilsið, og kann meir enn so henda tað øvuta, tá tú koyrir ein sunnudagsbiltúr í Suðurstreymoy. Her er ólavskirkjan í Kirkjubø, ið er elsta kirkjan í landinum, sum enn er í brúki. Helst er hon reist í 1200-talinum, sigur hin føroyska Wikipedia. Klokkan er tvey, hann hevur drigið fyri lágu sólina, men so ljósnar í erva. So blunkar aftur, skýfrí sól og mest sum sólarmyrkur, yvir taratonglunum í víkini, har írska halgimenni Brendan (489-580) einumsinni legði at. Framvið Sugguni, Lágabøi og Kyrjasteini tendrar sólin aftur og festir í gylta grasið. Nú eru glitrandi sólskinssparlar myndaevnið millum fótafetini og traktorsporini í váta bønum. Tey eru so spennandi, sparlamotivini, at ólavskirkjan og tonglavíkin mugu aftur á breddan. Besta ljós, í løtum eisini við ælaboga og spennandi kastiskuggum, er tó á Eystnesi, har vindmyllurnar hjá SEV í Neshaga síggjast úr Havn í blunkandi sunnudagssólini.

Too much talking heads

Hóast Bergur Djurhuus Hansen á Føroyamálsdeildini er hin allar besti fortalari fyri bókumentum á ein sjáldsama nýggjan og reflekterandi hátt, so bøtir tað ikki um, at í løtuni eru ov nógvar talking head sendingar í sjónvarpinum. Fólk snakka, fólk nikka. Fólk smíla, fólk smíla aftur. Ikki eingang eitt búmerki sæst fyri risastóru ætlanina Nordic Matters í Grindini  hóskvøldið, tíansheldur nøkur upptøka av staðnum sjálvum. Bara innandurasnakk. Í sendingini 25 minuttir er einasti rekvesittur ein talgildur veggjafossur, sum rennur uttan íhald, meðan fólk koma inn, og onnur fara út. Bara talking heads og einki annað. Talking heads sum tosa við onnur talking heads, í løtum eisini um onnur talking heads. Men prátið við Oddfríð í Grindini hóskvøldið var so væl gjøgnumarbeitt og serstakliga væl samansett, at í oyðimørkini gjørdist tað poetiskt sjónvarp, ein perlurøð av talandi støðuhyljum og ikki ein turrgeldur sviskusteinur úr upptøkustovuni. Mesta pall- og karmseting av mentamið

Nýggj savnindi

Eitt tað stuttligasta orðið eg renni meg í til gerandis er savnindi . Annan vegin ber orðið boð um okkurt fjart, sum eingin kennir, og hinvegin um tað júst øvuta, at leggja fram eina greiða ætlan at savna og goyma, so onnur kunnu síggja. Kanska um hundrað ár. Rendi meg aftur í hetta fittliga savnsorð í dag, nú tann parturin av Søvnum Landsins, sum fyrr gekk undir savnandi heitinum Landsbókasavnið, kunngjørdi eina ætlan í tí partinum av Kringvarpinum, sum vit fyrr ótu døgurða afturvið, og tá kallaðu Útvarpið, um at savna føroysku internetsíðurnar. Og jú, sum sæst omanfyri er hann longu skrásettur og verður innheintaður, hesin bloggurin. Landsbókasavnið sigur í hesum sambandi, at heimasíðurnar verða goymdar í dátasavninum Føroyska Netsavnið: -Í løtuni eru 3587 heimasíður í savninum. Vit savna bert almennar síður frá internetinum. Heimasíður við avmarkaðari atgongd umvegis innritan, sum t.d. innannet hjá fyritøkum, eru ikki almennar og verða ikki innheintaðar. Eingin okkara ve

Tríggir góðir í Filmsfelagnum

Í kvøld sýnir Filmsfelagið triðu filmatisering av klassisku søguni hjá Hjalmar Söderberg frá 1912 Den alvarsamma leken. Leikstjóri er svenska Pernilla August, sum einaferð var gift við danska Bille August. Fyrru filmarnar yvir somu søgu gjørdu svenski Rune Carlsten í 1945 og norska Anja Breien í 1977. Hanus Kamban, sum hevur týtt Hjalmar Söderberg og skrivað um hann, fer at innleiða sýningina, sum er í Havnar  Bio við donskum undirteksti klokkan 20 í kvøld. Onnur av trimum góðum sýning í Filmsfelagnum er mikukvøldið 1. februar. Tá fer Oddfríður Marni Rasmussen at innleiða nýggja filmin hjá amerikanska kult-leikstjóranum Jim Jarmusch Paterson . Hetta er høvuðspersónurin í samnevnda býnum. Hann er bussførari og yrkjari. Yrkingarnar hevur Ron Padgett skrivað. Hann vitjaði á Listastevnmu Føroya, og Oddfríður hevur eisini týtt Padgett til føroyskt. Danska avísin Politiken heitir á fólk at hava eitt yrkingasavn við í biograf til filmin Paterson . Triði av komandi filmunum í F

Trump er góður fyri pressuna

Í svensku sjónvarpssendingini Agenda á SVT2 í kvøld, sigur  Ian Swanson , at nývaldi amerikanski forsetin, Donald Trump, sum tekur við fríggjadagin, hevur verið sjáldsama góður fyri amerikansku pressuna beint nú. Ian Swanson er blaðstjóri á The Hill í Washington, - Donald Trump er á toppinum nú, tí hann er í opnum stríði við allar miðlar, nú eisini CNN. Men av toppinum er bara undanbrekka, sigur Ian Swanson tvítýðugur um nýggja forsetan, sum er hin fyrsti at brúka Twitter og Facebook. Trump svaraði beinanvegin aftur, tá filmsleikarin Meryl Streep legði eftir honum á Golden Globe veitslu í farnu viku, so øll kundu lesa aftursvarið frá forsetanum. Miðlarnir vita ikki, hvussu teir skulu handfara hesa sjáldsamu støðu, har forsetin skrivar á Twitter, so veljarin kann lesa við. Eftir stendur, at øll vilja lesa um Trump og tað, hann ger. Tí er hann góður fyri amerikanska miðlaídnaðin. - Donald Trump elvir til góð hyggjaratøl í sjónvarpi, nógv klikk á netinum og fleiri haldara