Skip to main content

Posts

Vársól í Nyhavn

Sólarmegin er vársól í Nyhavn í dag. Púra tátt. Tænarin á einum barr&tapas-veitingarstaði niðast í gøtuni hevur sett seg út fyri dyr at njóta bráðkomna hitan, nú kuldin hevur ligið so leingi. Hinumegin steðga ferðafólkini í hvørjum sólarglotta at taka myndir av eyðkendu húsafasadununum í Keypmannahavn. Kalt er í middagsskugganum, men útsýnið yvir brotna ísin er gott. Kanska tað besta og mest eyðkenda í øllum Danmark, ert tú ferðafólk úr fjarskotnum londum, sum fyrstu ferð vitjar í hesum ævintýralandi við gomlum durum, ið vitna um eitt siglandi fólk og enn megna at bera ævintyranøvn sum Fyrtøjet og Havfruen . Nú er at finna eitt parkeringspláss. Tað finna vit snøgt og rúmligt undir jørð hjá Jeudan  á Sanka Annæ plássi, har Oslobátarnir komu og fóru fyrr, aftanfyri Nýggja Sjónleikarhúsið. Hinumegin frysta sundið sæst Operahúsið, og H.C.Andersen báturin hjá Dansk Kanalrundfart, sum grevur seg gjøgnum frostið. Umborð er ein syngjandi ferðaleiðari, ið ikki er mælskari e

Gallery Norðoy í Barndommens Gade

Leygardagin klokkan fýra læt Kristianna Norðoy upp gallarí í góðum og ljósum hølum í Hedebygade 2 í Keypmannahavn. Gallery Norðoy er heitið við skrásetta frámerkinum kunsthandel og gallerivirksomhed , sum 43 ára gamla Kristianna rekur einsamøll. Á fyrstu skránni, nú lætið varð upp, eru málningar og tekningar hjá pápanum, Amariel Norðoy (f.1945). Bergur Jacobsen, pensioneraður prestur, helt røðu fyri teim mongu møttu, og hugleiddi um bátasmíð í Klaksvík, har Amariel fyrst fekk útbúgving sum skipstimbrari, innan hann í 1977 fór á Kunstakademiið í Keypmannahavn, har hann leyk útbúgving í 1983. Bergur legði dent á, at júst Hedebygade hevði verið barndommens gade hjá Kristionnu síðan 1980, tí her hava foreldur hennara íbúð, og her var tað, at Tove Ditlevsen (1917-1976) varð fødd í nummar 30A. Amariel er enn sum áður intensur og litríkur við eyðkenda deksbátinum Norðan mitt fyri í málninginum, sum eisini kann flytast til Havnar við reyða Tinganesi fremst fyri og Ve