Persónliga leitandi yvirskriftin hjá 41 ára gomlu Randi Samsonsen er In Search of Lost Colours , nú hon sýnir fram tóvirkislist og grafikk í Steinprenti frá í dag og fram til 23. juni. Fyrsta eg varnist, er at hon hevur sett ein hvítan vegg upp fyri trappuna til grafiska verkstaðin í erva, so framsýningarrúmið verður ein reinari flati, og alt, sum vanliga stendur undir trappuni, ikki órógvar framsýningina, hvussu prangandi ella minimalistisk hon er. Annan vegin merkir tað, at súlurnar mitt á gólvinum hava mist livandi skapið, tí tær eru bygdar inni, men hinvegin merkir tað, at ein eyka hvítur bakveggur spyrst burturúr, har til ber at siga frá um aktuellu framsýningina og vísa nýggj prent úr verksmiðjuni. Fríða Matras Brekku, sum saman við Jan Hartvig Andersson rekur grafiska verkstaðin og gallaríið Steinprent á Skálatrøð í Havn, bjóðaði vælkomin til framsýningina, ið savnaði nógv fólk henda góðveðursdag. Síðan setti Jan Hartivg Andersson framsýningina og greiddi